Synd er at siga, at tað vóru nógv fólk í Sjónleikarhúsinum í Havn týskvøldið, tá sjónleikarafelagið framførdi sjónleikin. Og tað má sigast at vera harmiligt, tí tað eru ikki leikararnir ella leikurin, sum kunnu sigast at hava skuldina fyri tað.
Leikurin er ein fitt kærleikssøga, har gandur og kenslur eru í hásæti. Og álvaleikurin um heyggin kann ikki sigast at vera annað enn hugtakandi.
Vanliga verður nógv hugt eftir høvuðsleikaranum í einum sjónleiki, og tað er eisini rætt, men í júst hesum leikinum kom tað serstakliga væl til sjóndar, hvussu týdningarmiklir allir leikararnir eru.
Leikurin byrjar við, at tveir ungir mans, Sjúrður og Sigmundur, eru á veg heim. Teir ganga ígjøgnum hagan og tosa um kærleikan. Tann eini, Sjúrður hevur verið burtur í fleiri ár, og er nú komin heim og hevur ætlanir um at finna sær eina unnustu.
Síðani koma álvarnir, sum í gjøgnum allan leikin sita aftarliga á pallinum í einum, sum líkist einum stórum eiturkoppaspinni. Álvarnir kalla mjørkan fram, og í mjørkanum villast teir báðir ungu dreingirnir frá hvørjum øðrum, og so fer álvaleikur sína gongd. Tann eini verður gandaður av álvunum og endar við at biðja fram bønarorð til eina gamla gentu, sum eigur eitt leysingabarn.
Ógvuliga hugtakandi var at síggja, hvussu væl álvaleikurin hjá teimum fimm leikarunum gekk. Lættliga dansaðu og fluttu tey seg eftir pallinum, meðan tey tosaðu.
Leiklutin sum Malan spældi Kristina Christiansen. Hon kom sera væl frá sínum leikluti, og ikki var tað sørt, at hon við sínum harðrenda máli og beiskni vakti kenslur í áhoyrarunum, sum samstundis gott kundu flenna eitt sindur at henni. Søgan um Maluna er ein typisk søga frá tá í tíðini. Hon fekk eitt leysingabarn og varð útstoytt úr samfelagnum. Og fólk fara illa við henni.
Leiklutirnar sum teir báðir Sjúrður og Sigmundur spældu ávíkavist Marius Thomassen og Róald Johannesen. Tveir unglingar, sum royna at finna sær eina gentu. Uttan at avdúka alla søguna skal sigast, at tað var sera misjavnt, hvussu tað gekk hjá teimum.
Dupult manning
Samanumtikið kann sigast um hendan leikin, at tað tekur eina løtu í byrjanini, til at áhugin vaknar av álvara millum áskoðararnar. Tann fyrsta løtan kann tykjast heldur langlig, og tað tekur eina løtu, áðrenn nakað hendir. Men tá so søgan kemur í gongd, veit ein næstan ikki av, fyrr enn leikurin er liðgur.
Ein samanseting av palli, tónleiki og leikarum gevur áskoðaranum eitt upplivilsi í Sjónleikarhúsinum. Nógv at síggja, sum ikki vanliga er at síggja í leiki. Nógv ung fólk, og eitt spæl upp á blokkfloytur, sum er hegnisliga uppsett og passar væl til. Tosið í leikinum ber brá av yrkingum, men kortini er tað ikki ov háfloygt.
Serstakt við hesum leikinum er, at allir leiklutirnir hava dupulta manning. Og tað vil siga, at tey spæla annaðhvørt kvøld. Hvønn týdning tað hevur fyri hvørja einstaka framførslu skal her verða ósagt. Men tað kann uttan iva tykjast løgið at fara tvey kvøld á rað til hendan leikin og síggja ymiskar leikarar framføra hvønn leiklutin.
Men hetta hava tey gjørt fyri at lætta um hjá leikarunum. Tí tað er púra vist, at tað er strævið og sera bundisligt at spæla sjónleik, men við hesum eru tey ikki bundin av tí hvørt kvøld.
Leikararnir eru í øllum aldri frá 12 ár til mitt í 60 unum. Leikstjórnað hevur Hedvig Westerlund-Kapnas.