undan seinastu ovastevnu, kom fram, at tørvur er á tyrlupalli, ið er 30 metrar í tvørmát og hevur ljós. Áður hevur trylan sett seg ymsa staðni, á ein vegstubba, í skúlagarðin og eisini á onkran grasvøll, [...] Tørvur er á tyrlupalli í Nólsoy – bæði til sjúkraflutning og ferðavinnu. Tað hevur fleiri ferðir verið lovað nólsoyingum, at tyrlupallur skal gerast. Men enn eru eingin tekin um at gongd er í málinum.
brakið verður klokkan 18. Í Klaksvík og Norðoyggjum og í Leirvík og Gøtu hevur tað alla vikuna verið kynt uppundir finaluna. Tað hevur verið smíðað, seymað, bundið, málað, skrivað og tosað, og tað er lagt [...] lagt upp til, at hýrurin verður av sovornum slagi kring Tórsvøll í kvøld, sum tað neyvan hevur verið áður, tá ið tvey føroysk lið hava dystast. Atgongumerkini eru av álvara farin at ganga undan. Í gjárkvøldið
Nývalda bygdaráðið í Hvalba hevur nú skipað seg. Og sum avtalað frammanundan, varð tað Janus Thomsen, sum varð valdur til borgarstjóra, og núverandi borgarstjórin, Trúgvi Gudmundarson, verður varaborgarstjóri [...] 144 atkvøður og tað ger hann til treytaleysan toppskorara. Tað er tað mesta, eitt einstakt valevni hevur fingið seinastu heilt nógvu valini, og kanska er tað enntá atkvøðumet í Hvalba. Janus Thomsen er valdur [...] 79 atkvøður, ella nógv færri enn Janus Thomsen. Janus Thomsen er Hann er eisini politistur og hann hevur áður sagt, at nú skal hann so samskipa borgarstjórastarvið í Hvalba og starvið sum politistur, har
einasti føroyingurin, sum higartil hevur vunnið henda stóra heiður. Í øllum heiminum eru bara 1300 stórmeistarar í talvi. - Í fámentari tjóð, sum Føroyar eru, hevur einstaklingaítrótturin stóran týdning [...] halga seg hundrað prosent til telva. Tað heldur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann vil hava Løgtingið at samtykkja at stovna ein lønargrunn til
Tað hevur verið stórur fólkavøkstur í Fugloyar kommunu seinastu fýra mánaðirnar. Sambært Hagstovu Føroya búðu 37 fólk í Fugloyar kommunu tann 1. september í ár. Á valdegnum í gjár høvdu 45 fólk atkvøðurætt [...] skúlabarn í oynni, og tað merkir, at tað í øllum førum vóru 46 fólk skrásett í kommununi í gjár. Sostætt hevur verið ein fólkavøkstur upp á í minsta lagi 9 fólk síðani 1. september. Tað er ein fólkavøkstur upp [...] neyðugt við lutakasti um, hvør av listunum skulid fáa triðja umboðið. Tað bleiv listi B, sum harvið hevur meirilutan. Amalia í Frammistovu av lista B er borgarstjóri í Fugloyar kommunu. FUGLOYAR KOMMUNA Vís
umrøðu og má viðgerast í tí álvara, málið hevur. - Ein stór orsøk til at Hestur er í hesi støðu, sum tølini vísa, skal finnast í ferðasambandinum. Hestur hevur eina ógvuliga avmarkaða ferðaætlan. Afturgongdin [...] Í kvøld hevur Útoyggjafelagið sent miðlunum eitt alment skriv til Henrik Old, landsstýrismann, um støðuna í Hesti. Frá 2003 til 2013 er fólkatalið í Hesti minkað við 51,2 %, altso í 10 ár, við meira enn
Tað, sum hevur bjargað okkum í Sundalagnum, er tað, at vit løgdu fleiri kommunur saman, so at vit fingu eina væl sterkari kommunu burtur úr. Tað staðfesti Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu [...] kanska ein feilur, sigur Heðin Zachariasen. Hinvegin vísti hann á, at samanleggingin í Sundalagnum hevur givið teimum eitt heilt øðrvísi og betri, fíggjarligt støðufesti, enn tey høvdu frammanundan, tá ið [...] at tær smáu plássini, Hestur og Nolsoy, liggja ongastaðni betur, enn undir Havnini, og somuleiðis hevur tað eisini verið gagnligt fyri smábygdirnar í Norðoyggjum at tær fóru upp í Klaksvíkar Kommunu. Somuleiðis
Høllini á Hálsi á býráðsvalinum 8. november, fáa høvið at royna nýggja parkeringsplássið, sum býráðið hevur gjørt millum R. C. Effersøesgøtu og Høllina. Tað er í sambandi við, at ítróttarhøllin á Hølli verður [...] parkeringspláss verður gjørt. Nýggja høllin verður bygd á parkeringsplássinum norðan fyri høllina, og tí hevur býráðið gjørt av, at nýtt parkeringspláss skal gerast. Hóast arbeiðið við høllini ikki er komið so [...] sum býráðið eisini samtykti hóskvøldið. Hóast býráðið ikki ynskti at heiðra Skipar Hansen gamla, so hevur Skipar Hansenssteinur – har gamli skiparin krógvaði seg fyri Brillumanninum fyri 208 árum síðani –
viðgongur, at Havnin hevur tann fyrimun, at Tórshavnar kommuna er ein stór kommuna. – Tað eru eftir nýggjár 28 aðrar kommunur í Føroyum. Tann fyrimun, ið Tórshavnar kommuna hevur við stór-rakstri kunnu [...] at vita frá landsstýriskvinnuni, hvat hon meinar við. – Sjálvt landsstýriskvinnan í kommunumálum hevur givið ljóð fyri tørvi á útjavning, uttan at greiða frá, hvussu ójavnin kemur til sjóndar. Minni verður
25 árini, Lions Klubburin í Suðuroy hevur virkað, hevur hann latið heilar 2,5 milliónir krónur í stuðuli til mentanarlig og vælgerandi endamál í oynni. Myndina hevur Eileen Sandá tikið av Porkeri.