- Knýtið Hest í Sandoyartunnilin

- Útoyggjafelagið mælir til, at knýta Hest i Sandoyartunnilin og fáa eitt gott skip beinan vegin. Støðan er hættislig.

Í kvøld hevur Útoyggjafelagið sent miðlunum eitt alment skriv til Henrik Old, landsstýrismann, um støðuna í Hesti. 


Frá 2003 til 2013 er fólkatalið í Hesti minkað við 51,2 %, altso í 10 ár, við meira enn einari helvt. Sama tíðarskeið er miðalaldurin hækkaður frá 43 til 63 ár, skrivar Útoyggjafelagið. 

- Hetta er tað, sum tit, ið stjórna landinum og umsita samferðsluna, eiga at hava í huga, tá ferðaætlan og val av loysnum á ferðasambandinum út í Hest er til viðgerðar, siga tey í Útoyggjafelagnum. 

- Føroyar hava ikki ráð at missa eina einastu búseting. Allar okkara 18 oyggjar definera Føroyar sum samfelag, sum mentan, og sum landafrøðiliga eind í Norðuratlantshavi. Tí kann hetta mál ikki fáa nóg mikið av umrøðu og má viðgerast í tí álvara, málið hevur.

- Ein stór orsøk til at Hestur er í hesi støðu, sum tølini vísa, skal finnast í ferðasambandinum. Hestur hevur eina ógvuliga avmarkaða ferðaætlan. Afturgongdin í tænastuni tykist at byggja á hugburðin, at ”tænastan kann lækka fyri hvønn persón, sum flytur”, skrivar Útoyggjafelagið. 

Og tí heita tey á landsstýrið, um at loysa trupulleikan beinan vegin. 

- Útoyggjafelagið mælir til, at samtykt verður at knýta Hest upp í Sandoyartunnilin og at eitt gott skip, ið kann taka bilar og føra farm, verður sett í sigling beinanvegin/skjótast gjørligt, saman við einari nøktandi ferðaætlan, ið tryggjar at tað ber til at ferðast tíðliga á morgni, mitt á degi og á kvøldið, til undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu. Hetta er ein haldgóð loysn, ið gevur bestu fortreytir fyri framburði, skrivar Útoyggjafelagið.