Tað, sum hevur bjargað okkum í Sundalagnum, er tað, at vit løgdu fleiri kommunur saman, so at vit fingu eina væl sterkari kommunu burtur úr.
Tað staðfesti Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu á valfundinum sum SMS skipaði fyri týskvøldið.
Hann vísti á, at tá ið kommunurnar í Sundalagnum løgdu saman, var tað fyri at kunna samanberast við Havnina. Men tað fyrsta sum hendi, var, at Kollafjørður varð lagdur saman við Tórshavnar Kommunu.
- Skulu vit tosað um at javna støddina á kommununum, var tað kanska ein feilur, sigur Heðin Zachariasen.
Hinvegin vísti hann á, at samanleggingin í Sundalagnum hevur givið teimum eitt heilt øðrvísi og betri, fíggjarligt støðufesti, enn tey høvdu frammanundan, tá ið kommunurnar vóru hvør sær.
Tá ið Hvalvík var kommuna fyri seg, var skattainntøkan 2,8 milliónir. Men tá ið kommunurnar í Sundalagnum løgdu saman, hevði samanlagda kommunan eina skattainntøku upp á 36 milliónir krónur og nú er skattainntøkan komin upp á 55 milliónir um árið.
- Eg haldi, at tað er samanleggingini fyri at takka, at støðan í Sundalagnum er so fræg í dag, sum hon er, sigur borgarstjórin.
Hann heldur samstundis, at tað er ein vegur at fara at leggja fleiri kommunur saman.
- Men tað skulu kortini ikki vera ein, ella tvær kommunur í landinum, leggur hann afturat.
Hinvegin heldur hann, at tær smáu plássini, Hestur og Nolsoy, liggja ongastaðni betur, enn undir Havnini, og somuleiðis hevur tað eisini verið gagnligt fyri smábygdirnar í Norðoyggjum at tær fóru upp í Klaksvíkar Kommunu.
Somuleiðis er hann sannførdur um, at tað er sjálvsagt, at Suðuroy verður ein kommuna.









