selt einar 200 snellur til hetta stóra land og hevur tað fyri ein stóran part verið hondsnellur, men nú upp undir vertstíðina fyri toskafiskiskapin vísir seg at vera vaksandi áhugi fyri teim fult automatisku [...] Ólavur í Beiti Í gjár fóru umboð fyri J.K. Joensen & Sonur í Miðvági yvir til Alaska á fiskivinnuframsýning sum verður um nakrar dagar í Kodiak á oynni Kodiak í Alaska, og sambært stjóranum Jákup Joensen [...] Joensen, er áhugin vaksandi fyri tí fult automatisku snelluni har yviri. J.K. Joensen & Sonur hava selt snellur til Alaska áður, kanska mest hondsnellur, men nú er myndin broytt, nú vilja fiskimenn har yviri
neyðugt fyri at geva fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, nøktandi undirvísing og harvið amboð til at fóta sær væl í okkara samfelag til gagns fyri øll. Fyriskiparar eru umboð fyri Fróðs [...] Mentanarliga og málsliga eru Føroyar fjølbroyttar, og tað setir krøv til okkara skúlaverk og myndugleikar at fylgja við. Tí verður skipað fyri ráðstevnu 22. mars um tað lutfalsliga nýggja fakøkið í Føroyum, [...] politikk og praksis á økinum. Málbólkurin fyri hesa ráðstevnu eru lesandi og skúlafólk á øllum stigum, eisini leiðslustigi, umframt politikarar, sum skulu seta karmarnar fyri okkara skúlaverk nú og komandi. Tey
Mneney. Og nú er Gullbrandur úttikin til A-landsliðið, ið fer til Baltalond at spæla tveir dystir í Baltic Cup. Tað margháttliga er, at áðrenn Gullbrandur bleiv úttikin til føroyska A-landsliðið byrjaði hann [...] m. Sandnes tapti leygardagin 0-1 fyri Åsane á útivølli, og farna mánakvøld 0-2 fyri Kongsvinger á heimavølli. Og har var ikki somikið sum ein minuttur av spælitíð til føroyska landsliðsleikaran hjá Sandnes [...] næstaftast í deildini við níggju stigum fyri 11 dystir, og liggur sostatt í løtuni á einum niðurflytingarplássi. Leygardagin tapti liðið hjá Noah Mneney 1-3 fyri Kongsvinger á útivølli. Noah fekk av øllum
Hondbóltur Tað var H71, sum á sinni tók stig til at skipa fyri einum gallakvøldið fyri hondbóltin. At byrja við skiftust ymsu feløgini um at skipa fyri veitsluni, men seinastu fýra árini hevur tað verið [...] verið hondbóltsdómarafelagið, sum hevur staðið fyri kvøldinum. Og illa ber til at siga annað, enn at undirtøkan hevur verið góð. Somikið góð, at avgerð í fjør varð tikin um at flyta tiltakið niðan í Ítró [...] er hetta eisini kvøldið, har bestu spælararnir á árinum verða kosnir. Atkvøðuseðlarnir til hetta eru sendir út til feløgini. Soleiðis verða tað spælarar og venjarar, ið gera av, hvør vinnur ymsu heiðurslønirnar
veruligt punktum fyri bólkin, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum er ein av tónleikarunum í bólkinum. Landskendir fyri sín tónleik Dynamitt gjørdist landskent fyri sínar livligu framførslur til dansitiltøk kring [...] leygarkvøldið. Framførslan hjá teimum verður fyri størstu áhoyr-arafjøld, sum teir nakrantíð hava spælt fyri, og tað er nakað, sum bólkinum dámar, tí teir eru tiltiknir fyri at duga at fáa fólkið við sær. Harafturat [...] hava gjørt bólkin til ein tann besta seljandi bólkin í landinum nakrantíð. Leygarkvøldið ber til at hoyra teir spæla nógvar av sínum kendu sangum, og í hesum døgum fyrireika teir seg til framførsluna. Allir
at vera við til at økja áhugan fyri veruligum kommunalpolitikki og ikki bara familjupoitikki, sum ein teirra, sum stendur fyri, tekur til. Her hava fólk møguleika at leggja sínar visiónir fyri almenningin [...] spurningar. Til hetta er sett av eini trý korter til ein tíma, siga fyrireikararnir. Sagt verður, at tað fyrr hevur verið roynt at fáa ein slíkan fund í lag, men áhugi hevur ikki víst seg at verið fyri tí. Serliga [...] Valfundur Fyri fyrstu ferð verður almennur veljarafundur í samband við kommunuval í Sørvági. Allir fýra listarnir, sum stilla upp til valið, verða umboðaðir á fundinum, sum Torry Niclasen, skúlastjóri
2019. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2020 verður mettur til umleið 4% samanborið við 2019. Aling Útlitini fyri alingina í Føroyum eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at [...] liðugvørum fyri umleið 40% av væntaðu føroysku tøkuni í fyrsta ársfjórðingi 2020 og 30% av samlaðu føroysku tøkuni í 2020. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar. [...] fiskamjøli og lýsi fyri 2020 verður væntandi lægri enn í 2019. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2020 er hækkað og verður mett til 110.000 tons. Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska marknaðin
ársverk skulu til fyri at manna skipið, alt eftir hvussu nógvar dagar skipið hevur verið til fiskiskap. Um eitt skip t.d. er úti í 267 dagar, verður talan um 4459 arbeiðstímar umborð fyri árið. Um hetta [...] orsøk til hetta er, at fleiri skip hava tvær manningar knýttar at skipinum. Hetta er serliga galdandi fyri uppsjóvarskip, men aðrir bólkar hava partvís eisini fleiri fólk knýtt at skipinum. Til dømis [...] fiskiflotanum, ella um talan er um løn til fólk á landi. Tað vil siga, at lønir til umsiting, sølu, leiðslu, landing og vaktarhald osv. eru taldar við í talinum fyri lønarútreiðslur. Síðani verður talið
týdning fyri at tað skal bera til at arbeiða. Hon fer eisini at kanna eftir um tað ikki ber til at leggja ymiskt virksemi saman, uttan at tað rakar brúkaran. - Vit hava eisini sett okkum fyri at lagt stovnar [...] Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, er tað greitt, at hon má spara einar 33 milliónir á almannaøkinum. Í hesum sambandi hevur Løgtingið samtykt at lækka stuðulin til heilivág til pensjónistar, samstundis [...] eisini so vítt gjørligt at byrgja fyri, at starvsfólk verða søgd upp, men tað kann hon ikki veita trygd fyri. - So tað er ongin ivi um, at vit hava eitt arbeiði fyri framman og tað fara vit undir beint
umbønini til tímar til serligan tørv. Øll hesi viðurskiftini og onnur við elva til stórt ráðaloysi og vónloysi millum lærarar. - Fortreytirnar fyri at reka ein góðan skúla, eru verri í ár í mun til í fjør [...] játtaðir til serligan tørv til tær størstu frustrasjónirnar. Eg síggi máttloysið hjá lærarum og upplivi tað eisini sjálv. Lærarar vilja gera alt fyri at hjálpa næmingunum, men orkan er einfalt ikki til staðar [...] serligan tørv, í mun til fyri fáum árum síðani. Vit hava lættari menningartarnaðar næmingar, næmingar við atferðartrupulleikum, og næmingar við vanligum innlæringartrupulleikum. Í mun til aðrar trupulleikar