Hondbóltur
Tað var H71, sum á sinni tók stig til at skipa fyri einum gallakvøldið fyri hondbóltin. At byrja við skiftust ymsu feløgini um at skipa fyri veitsluni, men seinastu fýra árini hevur tað verið hondbóltsdómarafelagið, sum hevur staðið fyri kvøldinum.
Og illa ber til at siga annað, enn at undirtøkan hevur verið góð. Somikið góð, at avgerð í fjør varð tikin um at flyta tiltakið niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi í Havn, tí karmarnir í HB-húsinum, har veitslan varð hildin trý ár á rað, vóru ov lítlir.
Allir vinnarar sleppa við
Nú talan er um 10. Veitsluna, ætla fyrireikararnir at gera eyka nógv burturúr, verður sagt í innbjóðingini, sum er send runt til feløgini. Og eitt nú hava teir eisini boðið øllum vinnarunum av ymsu heiðurslønunum við í veitsluna.
Umframt at reypa og trætast um júst lidna hondbóltsárið er hetta eisini kvøldið, har bestu spælararnir á árinum verða kosnir. Atkvøðuseðlarnir til hetta eru sendir út til feløgini. Soleiðis verða tað spælarar og venjarar, ið gera av, hvør vinnur ymsu heiðurslønirnar. Ikki minst heitið sum ársins hondbóltsspælari. Tað heiti vunnu Finnur Hansson og Ninna K. Johansen í fjør.
Sum vant, so verður talan eisini um dans eftir tiltakið, og er tað nærum fastur siður, at tað er Spaðar 5, sum stendur fyri hesum. Borð- og undirhaldinum standa Jákup Veyhe og Kim Hansen fyri.