Valfundur í Sørvági

Veljarafundur í samband við komunuvalið verður í Sørvági hóskvøldið klokkan 19.00 Umboð fyri allar listarnar, sum stilla upp til kommunuvalið, verða við á fundinum

Valfundur

Fyri fyrstu ferð verður almennur veljarafundur í samband við kommunuval í Sørvági. Allir fýra listarnir, sum stilla upp til valið, verða umboðaðir á fundinum, sum Torry Niclasen, skúlastjóri, fer at stjórna.
Veljarafundurin verður í skúlanum klokkan 19.00, siga fyrireikararnir. Fundurin verður skipaður sum vanligir veljarafundir plaga at vera.
Fyrst fáa listarnir eitt korter í part at leggja síni sjónarmið fram. Síðan verður høvi hjá almenninginum at seta teimum, sum sita við pallborðið, spurningar. Til hetta er sett av eini trý korter til ein tíma, siga fyrireikararnir.
Sagt verður, at tað fyrr hevur verið roynt at fáa ein slíkan fund í lag, men áhugi hevur ikki víst seg at verið fyri tí. Serliga millum valevnini hevur hann verið lítil.
Tað er óheppið, at so er, siga fyrireikararnir. Tí slíkir fundir eiga at vera við til at økja áhugan fyri veruligum kommunalpolitikki og ikki bara familjupoitikki, sum ein teirra, sum stendur fyri, tekur til. Her hava fólk møguleika at leggja sínar visiónir fyri almenningin, og veljarin hevur møguleika at minna tey, sum skulu mynda bygdarráðið komandi fýra árini, á, hvat hann heldur vera av týdningi at fáa framt.
Men hesaferð er hugburðurin so vendur soleiðis, at allir listar hava játtað at vera við á fundinum, og tað kann bara økja almenna áhugan fyri kommunalpolitikki, meta fyrireikararnir av fyrsta almenna kommunuvalfundinum í Sørvági.