Dynamitt klárt at fara í luftina

Gamla manningin í poppbólkinum Dynamitt venur í hesum døgum í Klaksvík. Leygarkvøldið fara teir at spæla á Summar Festivalin-um, og tað verður seinasta framførslan hjá bólkinum við teimum mongu hittunum
Tað verður ein heilt serlig løta hjá poppbólkinum Dynamitt, tá ið bólkurin fer á pallin á Summar Festivalinum leygarkvøldið.
Framførslan hjá teimum verður fyri størstu áhoyr-arafjøld, sum teir nakrantíð hava spælt fyri, og tað er nakað, sum bólkinum dámar, tí teir eru tiltiknir fyri at duga at fáa fólkið við sær.
Harafturat verður framførslan helst tann seinasta nakrantíð hjá Dynamitt.
 Eg rokni við, at hetta verður seinastu ferð, at vit spæla saman sum Dynamitt. Hetta er eitt gott høvi hjá okkum at seta eitt veruligt punktum fyri bólkin, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum er ein av tónleikarunum í bólkinum.
Landskendir fyri sín tónleik
Dynamitt gjørdist landskent fyri sínar livligu framførslur til dansitiltøk kring landið, og tá ið teir fóru at geva tónleik út. Slagarar sum Omman við Gjógv, Grøv nummar 13, Bangin, Pápi tín býr ei í Tórshavn og aðrir hava gjørt bólkin til ein tann besta seljandi bólkin í landinum nakrantíð.
Leygarkvøldið ber til at hoyra teir spæla nógvar av sínum kendu sangum, og í hesum døgum fyrireika teir seg til framførsluna.
Allir tónleikararnir, sum mannaðu bólkin í teimum mest virknu árunum, eru savnaðir aftur í Klaksvík, og teir gleða seg óført til brakið leygarkvøldið.