skipan staðfestir, at løgmaður og landsstýrisfólk í veruleikanum fara niður í hálva løn ella enntá longur niður, um tilmælini verða samtykt. Orsøkin liggur í fjaldu, men sera góðu, eftirlønarskipanini. Vit [...] árið sum løgmaður upptjenar hann sær níggju prosent av árslønini í eftirlønargjaldi, hvørt ár so leingi hann livir. Við støði í miðalaldrinum í Føroyum kann okkara 50 ára gamli løgmaður væntast at liva, til [...] eftir at hann doyr. Føroyskar kvinnur gerast í meðal 86 ár, og tá hjúnarfelagin í okkara dømi er trý ár yngri enn løgmaður, upptjenar hon sær pensjónsrætt í tilsamans átta ár, eftir at maðurin er deyður
keðiligt, at ikki slepst av við henda fisk í Føroyum. Sosialurin hevur frætt frá bæði útróðrarmonnum og trolmonnum, at stundum hevur fitt av hesum fiskaslagi verið uppi í veiðini. Á Fiskamarknaði Føroya sigur [...] kassi hevur verið á marknaðinum, sum trupult hevur verið at fingið keyparar til. Í sínum starvi sum sølumaður í Bretlandi í sínari tíð gjørdist hann heldur ikki serliga kunnugur við hetta fiskaslag. Rógvi [...] snellumenn plaga at fáa fiskin, er hann ikki óvanligur í flótitroli, eitt nú í veiði eftir svartjafti. Hinvegin haldi eg, at hann er minni vanligur í botntroli. Rógvi sigur seg ikki duga at meta um, hvørt
ikki í iva um, at oljan verður funnin í næstum, og tá tosa við um innan fyri tvey til trý ár. Jarðfrøðin er so lovandi í fleiri av loyvunum, at hann hevur eina kenslu av, at oljan verður funnin í einum [...] árini. Teir tríggir vóru sera virknir í fyrireikingunum til oljuleiting í seinnu helvt av 1990 árunum, og ein teirra er framvegis virkin her. Talan er um leitistjóran í táverandi Saga Petroleum og núverandi [...] egna fyritøku, sum í dag leggur oyggjalondum í Vesturindiu lag á eina komandi oljuleiting. Við frá byrjan Tá føroyingar fingu uppá pláss avtalu við danir um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini kom glið
Sørvágs einaferð seinni í dag, sigur hesin tilaldurskomni, men kortini virkisfúsi maðurin. Veðrið er av tí allar fagrasta henda dagin í august mánaði. Fólk síggjast hoyggja í Norðtoftum, men Sonni hevur [...] grasinum í gjár. Ætlanin var at halda fram við hesum í dag, men hetta varð kortini ikki av nøkrum, hóast veðrið avgjørt var til slíkt virksemi. - Satt at siga, at var eg ov troyttur at gera tað í dag. Eg [...] vendu beint upp í loft, tí hon var dottin um rygg niður í eina veit, greiðir Sonni brosandi frá. Hjá honum var ikki annað at gera enn at gloyma bæði tíð, stað, halgu og lestur, og hann skar í róp: - Kúgvin
vent til yvirskot uppá 600 mió. Ein sera ótespilig propaganda sæst í bløðunum í løtuni. Serliga eru tað Sosialurin og Dimmalætting, sum í oddagreinum og lesarabrøvum leggja sitandi samgongu undir at raðfesta [...] helvt av hvørjari krónu, sum Løgtingið játtaði í 1990, til okkara eldru, sjúku, veiku og til mentan og útbúgving fyri øll. Tveir triðingar av hvørji krónu í 2001 Í 2001, eftir trý ár við fullveldispolitikki [...] játtanir, enn tá vit brúktu allan blokkstuðulin. Í 1990 fóru 55% av samlaðu útreiðslunum á fíggjarlógini til almannamál, heilsu, mentan og útbúgving. Í 2001 fara 64% til hesi endimál. Samstundis er eitt
Talan er um eitt rættiliga stórt arbeiði, sum skal í gongd. Hjalti í Jákupsstovu er annars fegin um ta fráboðanarskipan til fiskivinnuna, sum kom í gildi í fjør, soleiðis at skipini til eina og hvørja tíð [...] skjóta seismikk tvs. frá 1994, men hetta er so ikki sett í verk fyrr enn í 98. Til tey, sum hugsað sær at brúkt nýggja kortið (sum er prentað í blaðnum) til at finna fram til, hvørji øki oljufeløgini meta [...] at tølini eru bert fyri eitt ár, meðan tað hevur verið skotin seismikkur í umleið fimm ár tilsamsn. Tvs. at í teigum, har tað í 98 lítið er skotið, kann nógv verða skotið árini frammanundan. Hóast hetta
hann eisini luttikið í politikki. Nýklakti rithøvundurin greiðir frá, at hann er føddur í 1933 í Havn, og burtur sæð frá einum stuttum skifti í Danmark í nítiárunum hevur Kári altíð búð í Havn. Seinnu árini [...] sinni, og Sosialurin gjørdi av at hitta nýklakta rithøvundan, sum er eitt spildurnýtt navn í føroyska bókmentaheiminum. Vit funnu 71 ára gamla mannin á eini sjúkrasong á G4 á Landssjúkrahúsinum í Havn, har [...] alt ov sjónligar í føroyskum politikki, og klandur og ósemjur fylla alt ov nógv, ikki minst í hesum døgum, og á mangan hátt líkjast vit siviliseraðum arabarum, sum kríggjast og klandrast í staðin fyri at
myndirnar eru í góðum samspæli við tekstin, og bókin gevur tí lesaranum eitt innlit í føroyskan tónleik 2001 bæði í myndum og orðum. Tó eru onkrar myndir komnar eitt sindur skeivt fyri: Á síðu 92 í greinini [...] Rain, sum hava gjørt nógv um seg í 2001, fáa gjølla viðgerð. Væl gjøgnumarbeidd Eyðun Klakkstein, sum hevur staðið fyri tekstarbeiðinum í bókini, sýnir stak gott innlit í føroyskan tónleik og kemur víða [...] Tað kann gott vera, men hvat við konsertferðini hjá Ivory í USA og tann í Fraklandi, og hvat við Ivory á danska TV2, ella tey kvøldini tey spældu í Keypmannahavn. Hetta fellur kanska ikki inn undir popp ella
góðskan í dag er so nógva ferðir betri. Trupulleikin er til staðar Kortini er tað nakað, sum bendir á, at tað er ein trupulleiki. Gissur Patursson, stjóri í 3?aranum, sigur, at tað er einki at ivast í, at [...] at piratkopiering og ólóglig søla fer fram í Føroyum. ? Hyggja vit at søluni av tí, sum verður givið út í Føroyum í dag, so sæst, at tað eru sera fáar fløgur, sum selja meiri enn 1.500 eintøk. Fyrr hendi [...] okkum, og tí ivast hann ikki í, at tað fer fram. Vit kenna bara ikki vavi av tí, heldur hann. Tutl er limur í altjóða framleiðarafelagsskapinum IFPI, sum hevur skrivstovu í so at siga øllum limalondum
29. januar í ár, at 25 ára gamli Eyyub Keten og 17 ára gamli Aumang Haji settu kósina ímóti Føroyum. Teir hava báðir spælt við Esbjerg fB í Danmark, men nú var tíðin komin at royna ævintýrið í Føroyum. Næsti [...] sms-boðnum – fekk hann rokningina aftur í høvdið. Taka málið upp Eyyub Keten og Aumang Haji eru komnir higar umvegis Carsten Hille, sum er í fótbóltsumhvørvinum í Esbjerg, og umframt at hava kent Eyyub [...] dagarnar í Tórshavn. Nú verður hugaligari at ferðast heim, søgdu Eyyub Keten og Aumang Haji á einum máli áðrenn teir lætnaðir um hjartað fóru umborð á Norrønu hóskvøldið í síðstu viku. albinus@sosialurin.fo