Fiskar
Herfyri høvdu vit samrøðu við Mortan Johannesen, útróðrarmann, sum hevði fingið fleiri sonevndar bramafiskar á snellu vestanfyri. Hann helt tað vera keðiligt, at ikki slepst av við henda fisk í Føroyum.
Sosialurin hevur frætt frá bæði útróðrarmonnum og trolmonnum, at stundum hevur fitt av hesum fiskaslagi verið uppi í veiðini.
Á Fiskamarknaði Føroya sigur Jens Chr. Olsen, stjóri, seg kenna lítið til hetta bramafisk, men hann heldur, at onkur kassi hevur verið á marknaðinum, sum trupult hevur verið at fingið keyparar til.
Í sínum starvi sum sølumaður í Bretlandi í sínari tíð gjørdist hann heldur ikki serliga kunnugur við hetta fiskaslag.
Rógvi K. Mouritsen á Havstovuni, sum bæði kennir og nakrar ferðir hevur etið hetta fiskaslag, heldur seg hava sæð, at bramafiskur verður seldur fyri góðan prís onkustaðni á evropeiska marknaðinum, og hann heldur eisini, at veiða er eftir hesum fiski.
- Men eg hugdi herfyri og dugdi ikki at finna prísleguna hjá bramafiski. Eg man helst hava leitað ov illa, leggur hann aftrat.
Jens Chr. Olsen sigur seg ikki vita um útflytarar, sum hava gjørt royndir við at senda hetta fiskaslag av landinum.
- Men nú kann eg spyrja onnur, sum arbeiða her, og veit eg okkurt tá, skal eg lata tykkum vita, sigur stjórin.
Pelagiskur fiskur
Rógvi K. Mouritsen sigur, at fyrstu ferð, hann kann minnast seg at hava sæð bramafisk, var í 1977, tá Jens Chr. Svabo royndi við laksalínu.
- Eg meini, teir onkran túr fingu einar 40 fiskar av hesum slagi.
Hann sigur seg um dagarnar hava hoyrt um snellumenn, sum fiskaðu upsa, ið vóru noyddir at rýma, tí so nógvur bramafiskur var uppi í veiðini.
- Hetta er ein pelagiskur upp-og miðsjóvarfiskur, sum oftast fæst uppi í sjónum. Hann gerst upp til ein metur langur, men liggur vanliga um einar 40-60 sentimetrar. Umframt, at snellumenn plaga at fáa fiskin, er hann ikki óvanligur í flótitroli, eitt nú í veiði eftir svartjafti. Hinvegin haldi eg, at hann er minni vanligur í botntroli.
Rógvi sigur seg ikki duga at meta um, hvørt bramafiskur er meira vanligur nú enn áður, men hann heldur ikki, at stór broyting er í so máta.
- Tað er serliga seint um summarið og um heystið, at fiskurin fæst í føroyskum sjógvi. Eg skal ikki siga, at talan ikki kann vera um eina øking – ella minking – upp á eini 10-20%, men eg havi ikki varhugan av, at broytingin í so máta hevur verið hin stóra, leggur hann aftrat.
Góður matfiskur
Rógvi K. Mouritsen sigur, at hann nakrar ferðir hevur etið bramafisk, men nú er langt síðan seinast.
- Flakið er vakurt á at líta, og hetta er góður matfiskur, sum smakkar serstakliga væl. Minnist eg rætt, er sjálvur fiskurin í bramafiski eitt vet gráligt á liti.
Eftir myndunum, sum Rógvi hevur sent okkum, at døma, kundi flakið kanska verið eitt sindur ljósareytt á liti.
Hann sigur, at umleið fimti til tíggjundi hvør fiskur hevur ein ”parasitt” mitt í flakinum.
- Sker tú 10 fiskar til flak, kanst tú rokna við, at ein ella tveir hava henda parasittin, sum líkist eini hvítari blommu, ið líka sum liggur leys í flakinum. Hetta er tað, sum eg havi sæð og fingið staðfest. Tað er tó eingin vansi við hesum, og parasitturin er púrasta vandaleysur. Tú skolar hann burtur og sker holið burtur, har hann sat. So, er flakið klárt at tilreiða.
Rógvi sigur, at tað eru tvey sløg av bramafiski, og bæði eru sædd undir Føroyum.
- Fiskurin, vit tosa um og sum ávísar nøgdir verða fingnar av, er bramafiskur. Hin verður róptur silvur bramafiskur og er minni vanligur um okkara leiðir. Mær vitandi eru bert nakrir fáir silvur bramafiskar veiddir undir Føroyum.
Hann sigur, at vanligt er, at bramafiskur, sum bátar og skip fáa uppi í veiðini um sumrarnar og heystarnar, stingur av aftur, tá ið sjógvurin gerst kaldari.
Á latíni verður bramafiskur róptur brama brama.
Sjóprónur burtur
Fyri einum trimum árum síðan fekst væl av sjópróni (entelurus aequoreus) undir Føroyum. Meðan bramafiskur ikki er vanligur at síggja inni við land, kundi sjóprónur saktast síggjast í sjónum inni á firðum og sundum.
- Eg haldi ikki, vit kunnu siga, at nógv tekin eru um, at fleiri fiskasløg, sum liva syðri í Atlantarhavinum, hava leitað sær norðureftir til okkara leiðir. Ábendingar vóru kanska um hetta fyri nøkrum árum síðan, men í dag er líkt til, at minni kend fiskasløg hava leitað sær suðureftir aftur, heldur Rógvi K. Mouritsen.
Hann sigur, at meðan sjóprónur kundi síggjast í stórum tali, eitt nú í 2002 og 2003, minkaði hetta fiskaslag um okkara leiðir, sum árini gingu.
- Í 2006 sóust bert fáir sjóprógvar undir Føroyum, og síðan 2007 er fiskurin at kalla ikki sæddur í okkara sjógvi.
Rógvi sigur, at sjóprónur er ikki ein fiskur, sum hevur verið uppi í føroyskari veiði, men er serliga sæddur í maganum á øðrum fiskasløgum.
- Eitt skifti, tá sjófuglinum vantaði nebbasild, var líkt til, at fuglur tók sjóprón til føði hjá ungum sínum. Mær er sagt, at fólk tá kundu finna lundapisur deyðar við sjónpróni upp úr hálsinum.
Hann vísir á, at fiskurin er ógvuliga klænur og er vanliga einar 40 sentimetrar langur, og tí er ógvuliga ivasamt, hvussu væl egnað føði sjóprónur er hjá sjófugli og ungum teirra.
- Sjóprónur er sum ein stokkur til tjúktar, og eg haldi, at hann líka sum kvaldi pisurnar, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at tað ikki var óvanligt, at útróðrarmenn sóu sjóprón svimja uppi í sjónum framvið bátssíðuni.
- Men eitt hvørt er hent, tá hetta fiskaslag at síggja til nú er burtur úr føroyskum sjógvi, sigur Rógvi K. Mouritsen á Havstovuni.










