ikki mást tú um eg gráta, men við meg gjøgnum Gud práta. Eftir lati eg døtur tvær, tær dýrabarast eru mær, gev tú teimum alt tað besta, krúnu Guds tú tá skal heysta. Ókend er okkara lívsins leið, um skepnuna [...] goyma í hjartanum. Tú gav mær meira enn tú var klár yvir. Eitt uggar meg, tað er at eg veit, at vit einaferð skulu møtast aftur. Hetta er tað, eg skrivaði ta náttina: Góða mamma kann tú lova mær, nú eg leggi [...] fýra, víðari tú fyri tey má liva, ikki bera Gudi nakran iva. Á himli tvær stjørnur eigur tú, sita vita her og hyggja nú, ikki eg eri eina, nú havi eg frið, bróður mín mær situr við lið. Styðja tú mínar døtur
skriva nøkur orð um kæra systirson mín, Óla, sum untist eitt so sera stokkut lív her saman við okkum, og sum meginpartin av tíðini var álvarsliga sjúkur. Sorgin skræðir innan í okkum, sorgin um hendan fullkomna [...] fyrstu stund og veittu tey kærastu ynskir um lív og heilsu. Góða elskaða Randi systir, Jákup svágur og lítla fitta Victoria, vit syrgja og gráta við tykkum um tann svára missin og tað strævna tíðarskeiðið [...] tolsemi, ein miðdepil fyri forbøn og ákallan á Guð um linna og grøðing. Ólasa stutta lív hevur sett okkara lív í »relief« og vit hava hvør og ein fingið nakað at grunda á fyri Gudi. Hóast brekaður í eygum
tað var meira talan um, at tú flenti at tí sama, sum tú flennir at í skúlanum. Fjølmiðlarnir vóru andstyggilir. Um tað vóru nakrir skilagóðir spurningar, so royndu vit at svara í álvara. Vit vóru fjá [...] tíðarskeið. Tað var ein av hesum, har tú syngur eitt sindur sorgblítt um teg sjálvan »Here I Stand, Head in hand?«. Eg byrjaði at hugsa um mínar egnu kenslur. Eg veit ikki fyri vist, nær tað veruliga byrjaði [...] søgurnar sum góvu far um mínar persónligu kenslur. Síðani byrjaði eg at blíva eg í sangunum, eg skrivaði ikki longur objektivt, men subjektivt. Um Beatles útgávur RINGO: Nakað av tilfarinum á Beatles
meir. Sum tú sigur, var hetta ein øgilig persóndyrkan av m. ø. Lenin, Stalin, og táverðandi sovjetiskum leiðarum. Nøkur hugtøk vóru rætt og slætt so forkastilig, eitt nú imperialisma, at tú sat við eini [...] Keypmannahavn, Rolf Guttesen, hevur alt tað eg veit búð og arbeitt í Keypmannahavn. Men eg má siga, at av disiplunum, sum eg fyrst kann koma í tankar um frá míni tíð í hesum umhvørvinum, fyinnast teir [...] búgvin til politiska støðutakan? Hesir hava so neyvan verið tað tá. Eru teir tað nú, ella er hetta nakað við sosiala arvinum? Ein kann so bert vóna, at fólk sum soleiðis fundamentalt hava skift ham áður
neyvan hevur tú nakrantíð havt so tætt ímillum lesararnar sum nú, vit eini tvær ferðir um vikuna kunnu lesa teg í OYGGJATÍÐINDUM. Neyvan hevur tú heldur havt so mong viðhaldsfólk nakrantíð sum nú, tú hevur loyst [...] ofta Ólav Michelsen sála, sum lærara, fóru vit at hoyra meiri um egnu søgu okkara. Og eisini um Føroyar í verðini. So við og við vaknaði nakað av søguhugi í einum. Harafturat hevði Katrin altíð verið so [...] í Kaldbak. Fyrstu árini lærdu vit mest um Danmark í søgu. Vit lærdu danskar sálmar uttanat. Men tó eisini onkrar einkultar føroyskar. Í landalæru lærdu vit mest um danskar býir. Og við skomm at siga frá
(Faktist so ER eitt hølið at venja í, men har kanst tú ikki venja mánakvøld og mikukvøld, tí tá skula teir gomlu spæla Brigde!) Undirritað veit um nógv góð orkestur sum eru til í Klaksvík, sosum: Iris [...] tað tonkjast, at ungdómurin heilt einfalt ongar vónir hevur um eina nýggja og coola Klaksvík. Fert tú ein túr til Kambsdal onkra weekend, kanst tú rokna við, at ein stór konsert verður hildin har. Kort síðani [...] tingini, sum tey nú 30 ára gomlu gjørdu í Klaksvík í 80?unum. Trist er siga, at Klaksvíkar Býráð leggur nakað í hetta. Helst hugsa tey, sum lesa hesa greinina: ?Hví ger ungdómurin einki við hetta sjálvur?? Kanska
lið gerast føroyameistari, er neyðugt at styrkja um við hjálp av útlendingum. Tá hini gera tað, fært tú snøgt sagt ikki fylgt við uttan. Hetta er so nakað av tí, sum Tjaldur hevur gjørt í ár, og tað tykist [...] Hondbóltur Ikki mundu tað vera fleiri meiningar um, hvussu dysturin á Hálsi millum Kyndil og Tjaldur fór at spæla av. Hóast árið í ár ikki hevur roynst nakað serligt hjá Kyndli, so vóru tær í øllum førum [...] holt við at verja FM heitið. Tær útlendsku stýrdu Hetta tóktist tó ikki at vera nakað, sum tjaldurskvinnurnar hugsaðu um, tá dysturin byrjaði. Hóast saknurin á pappírinum var stórur í Beintu Joensen, sum
hugsað um hetta. Eg havi ta fatan, at títt jørildi var ikki demokratiskt, hóast tú so dúgliga talar um fult demokratiska tilgongd o.s.fr. Havi eisini hugsa um, at tín útbúgving m.a. snýr seg um, hvussu [...] ein halda seg til sannleikan. Men hetta gert tú sjálvandi ikki longur enn tú ert sanførdur um hvat er satt og ósatt, tí er ein farri av subjektivi í øllum tú sigur. At analysera og sundurgreina postulátini [...] dømi um Hoydalska sakligheit? Verunleikin er, at tilboðið ikki kundi nýtast politiskt og kanska tí ikki hevði áhuga. Lat hetta vera eina insinuatión, um tú vilt. So er tað flísin í eyga mínum, men tú kanst
fari tó at enda við, at eg fekk ikki færri atkvøður av hesi løgnu hending, men hvør veit, um eg ikki stóð enntá sterkari, um eg sum fólkafloksvalevnið fekk somu viðferð, sum tjóðveldisvalevnið. [...] rættiliga nógv frammi um barnaansing og ansingartørv. Tey nevndu síðani við meg, at útvarpið eisini vildi tosa við meg sum borgarstjóra. Eftir boðum ringdi eg til útvarpsmannin og spurdi, um hann ætlaði at tosa [...] MUNURIN ER Útvarpsmaðurin Gunnar Skúvadal vísti einum valevni, sum var borgarstjóri aftur at tosa um nakað so viðkomandi sum, at ein barnaansingarstovnur lat upp, tí valevnið var í karantenu. Samstundis
klóki veit nær tímin er inni, og hann er skilliga ikki inni enn. Tað hevur eisini verið sagt, at tú fært ikki grasið at vaksað skjótari við at tugað í tað. Alt má hava sína tíð. Mín hugsan er: Um Gud vil [...] okkum taka støðuna út frá verandi umstøðum og út frá framtíðarvánunum. Spurningin um at hava eina fólkaatkvøðu í 2001 um, hvørt vit komandi 12 ? 15 árini skulu føra ein politikk, har vit yvirtaka mál fyri [...] fólkaatkvøða bara um eina sjálvsstýris gongd, merkir tað, at blokkurin er burt eftir 4 árum. So er ein slík atkvøða púra tápulig. Hon skaðar allar partar og gangnar ongum! Tí fegnist eg um í dag, at Fólk