Sonni Jacobsen
Nú havi eg sjálvur eina sera avslappaða støðu til spurningin loysing-samband, tí er innliman í flokk, sum hevur annað av hesum málum sum høvuðsendamál, ikki serliga tiltalandi fyri meg. Tó at eg havi alla virðing fyri báðum sjónarmiðum. Sjálvur gangið eg inn fyri einum meira veruleikakendum politikki, sum tekur støðu í okkara tørvi og í tí, sum tænir okkara áhuga-málum best. Tað vil siga, ikki innan fyri ríkisfelagsskapin fyri einhvønn prís og heldur ikki uttan fyri ríkisfelagsskapin fyri einhvønn prís. Men lat okkum taka støðuna út frá verandi umstøðum og út frá framtíðarvánunum.
Spurningin um at hava eina fólkaatkvøðu í 2001 um, hvørt vit komandi 12 ? 15 árini skulu føra ein politikk, har vit yvirtaka mál fyri mál, til vit at enda hava yvirtikið øll mál, sýnist í mínari verð púra burtur við. Hetta hava eisini mong ógvuliga skilagott longu ført fram. Støðan er jú tann, sum vit øll fullvæl vita (ella burdu vita), at vit longu hava hesi rættindi. Hetta fær ein fólkaatkvøða hvørki staðfest fastari ella tikið burtur. Høvuðsgrundin til at tað er burtur við at hava slíka fólkaatkvøðu er jú tann, at allir partar í politikki eftir øllum at døma ætla at fáa statsstuðul í minst 12 ár framyvir, og danir siga, at verður ein fólkaatkvøða bara um eina sjálvsstýris gongd, merkir tað, at blokkurin er burt eftir 4 árum. So er ein slík atkvøða púra tápulig. Hon skaðar allar partar og gangnar ongum! Tí fegnist eg um í dag, at Fólkaflokkurin endiliga kom til ?fornuft?. Vit vænta ikki at Tjóveldisflokkurin ger tað, men hann skal sleppa at vera sum hann er. Tey skulu eisini vera her.
Tað skal eingin loyna vera, at eg sjálvur eri miðflokkamaður, og tað kann eg róliga vera, tí, sum sagt, spurningurin loysing-samband er eingin ?kardinalspurningur? fyri meg. Men hvat ið tænir hesi tjóð (sum vit eru), og hesum fólki (sum vit eisini eru), best. Vit eru smá og fá, tað vita vit, og tí má spurningurin um loysing ella samband frá dønum bygga á annað og meira enn á tjóðskaparliga sinnisrørslu-, stolt-leika- og á kenslur. At hava eitt vist mál av kenslum og eitt vist mál av stoltleika skaðir ongan. Tað eru partar av drívmegini, ið dríva eitt menniskja fram til at gera nakað til nyttu, vónandi bæði sær sjálvum og øðrum at gagni. Har má so eitt vist mál av skynsemishugsan inn eisini, annars verður galið. Tað er mangan har skaðin er, hjá uttarliga gangandi politiskum hugsanum. Tað eru so nógvar kenslur og so nógv idealisma, sum í sær sjálv-um er gott, men har er mangan so lítið skynsemi, tykir mær. Eisini innan spurningin samband-loysing. Tí gangið eg sjálvur inn fyri einum meira hóvligum og sinniligum hugsanarhátti, eisini á hesum øki.
Nær um allar menniskjaskaptar vanlukkur í heiminum eru skaptar av kenslum og av idealismu, síggja bara fasismuna uttast til høgru í politikki og kommunismuna uttast til vinstru. Har vóru so nógvar kenslur og so nógv idealisma, men so sára lítið av vanligum jarðbundnum skynsemi. Alt sær so gott út á pappírinum og pappír er, sum onkuntíð nevnt, takksamt, tað tekur ímóti bæði ringum og góðum, men yvirlivir sjúklingurin skurðviðgerðina? Øll uttarlaga gangandi politisk projekt higartil hava víst, at sjúklingurin, um hann yvirlivdi, so var tað sum krypil við varandi meini og við djúpum arrum á bæði anda, sál og likam.
Tí, enn einaferð frøðir tað meg, at Fólkaflokkurin kann taka við fornuft. Tað er hóast alt eitt heilsugott tekin.
Lat tað vera sagt eisini: Tað er alla æru vert at arbeiða fram ímóti at vera sjálvbjargin. Men, ein góður kortspælari vísir ikki mótspælarunum kort síni og hann spælir ikki við opnum kortum! men hann heldur kortini tætt inn at bringuni. Tað er tað vit gera, tá vit hvørki siga ja ella nei í mai. Tann klóki veit nær tímin er inni, og hann er skilliga ikki inni enn. Tað hevur eisini verið sagt, at tú fært ikki grasið at vaksað skjótari við at tugað í tað. Alt má hava sína tíð.
Mín hugsan er: Um Gud vil, fáa Føroyar fullveldið tá tíðin er inni, og vil hann tað ikki, so veit hann best. Um og hvis tann tíð kemur, og hon hevur ikki fyri neyðini at vera so langt burtur, so fer helst fáur før-oyingur ivast, hvar krossurin skal setast, men tíðin er ikki komin enn. Tí er tvístøða í fólkinum. Tað kundi jú hent at vit innan fá ár eru fíggjarliga óheft, og tá hevur t.d. blokkurin ikki so stóran og dominerandi týdning sum í dag. Alt kann jú henda og tað er tað sum ger lívið spennandi. Men lat okkum ikki takað hendingarnar upp á forhond, tá gera vit meira skaða enn gagn