oktober í fjør, og møguleikarnir fyri einum góðum úrsliti skuldu so avgjørt verið til staðar. FØROYAR hava spælt móti Estlandi einaferð fyrr. Tað var í Tartu í fjørsummar, og tá vunnu okkara 2-0 á einum skerdum [...] í Fraklandi byrjar fyrsta dagin, og fleiri av føroysku liðunum sleppa heldur ikki í summarfrí. Eitt nú skulu bæði høvuðsstaðarliðini spæla altjóða dyst á ólavsøku, og tað verður helst fyrstu ferð, at besta [...] sína umrøðu, og fyrsti FM-róðurin verður longu um eina viku á Norðoyastevnu í Klaksvík. Kappingin hjá 10-mannaførum, sum hevur størsta áhugan millum fólk, sær út til at gerast spennandi í ár, og Sosialurin
at loysa frá Danmark, og minni enn 20 prosent vilja halda fast við sambandið undir heimastýrislógini. Bæði Sambandið og Tjóðveldið hava hildið fast við síni víðgongdu sjónarmið, og ynskja veljararnir veruliga [...] heilsuverk og skúlaverk, hóast næstan ein milliard varð spard á fíggjarlógini. SJÁLVANDI er politikkur Javnaðarfloksins at styrkja vælferðarsamfelagið, men tað gerst ikki uttan ein dyggan vinnupolitikk og øktar [...] JAVNAÐARFLOKKURIN byggir sína stevnu á samhaldsfasta samfelagið, har pláss er fyri øll og øll hava javnbjóðis kor, og eina nýggja sjálvstýrislóg innan ríkiskarmin, eina lóg, sum skal geva føroyingum fult
við minnilutalandsstýrum. Og loksins at onkur av hinum smáu flokkunum eru við til at fáa eina av teimum mongu kabalunum at ganga upp. TAÐ skulu og eiga at takast stórar og álvarsligar avgerðir í føroyskum [...] tikið. Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvørji vit eru, hvat vit eru og hvussu vit skulu samvinna við umheimin í 20. øld. Og hetta megna vit, um vit fáa eitt samstarv millum flokkar, ið standa fyri [...] sjálvstýri, størri sjálvsábyrgd, einum sosialum meira tryggum og rættvísum samfelag, einum sunnari vinnulívi - og sum haraftrat vilja varðveita og menna okkara mentan í góðum samljóði við umheimin.
bankamálið og uttanlandsskuldin. EINS og við hinum báðum umrøddu málunum kann eisini sigast um marknatrætuna við bretar, at nú hon hevur vart so leingi, hevur tað ikki skund at fáa eina avgerð her og nú undan [...] brúkt nógva tíð og orku uppá at fyrireika seg til leitingina við Føroyar, vilja sleppa í gongd . NÚ eru so bert fáar vikur eftir til valið, og kann tað eisini vera gott at reinsa luftina og harvið fáa nýggj [...] bæði marknasamráðingunum og menningini av oljuvinnuni. Tá okkara politikarar leggja so stóran dent á bankamálið og skuldarspurningin, so eiga teir haraftrat at taka marknamál og oljumenning uppí sum ein
hevur verið tveitt aftur og fram sum í einum ping-pong spæli millum Bretland, Danmark og Føroyar í 20 ár, má nú fáa eina virðiliga og rættvísa loysn. Í næstu viku fara løgmaður og ráðgevar hansara at brúka [...] minni er avgreitt og skuldarspurningurin er komin í ein betri og fastari karm eru aftur stundir at hugsa um onnur týðandi mál. Tað vil altíð vera ringt at siga, hvørji mál eru mest týðandi og hava mest tørv [...] tørv á at fáa eina viðgerð og verða loyst. Uttan iva eru nógvir spurningar, sum leika á í føroyska samfelagnum, sum tørva at verða viðgjørdir og loystir. EFTIR okkara tykki - og tað heldur løgmaður eisini
kirkjutónleiki og orgulspæli. Hon er organistur í Skalborg kirkju. Fylgispæli á orgli og klaveri hevur Bente Frendrup. Hon hevur somu útbúgving sum Eva-Maria og er organistur í Nibe og Vokslev kirkju. [...] í Norðurlandahúsinum og í Havnar kirkju. Leygardagin 21. juni kemur Skalborgs kirkes Ungdomskor á konsertferð í Føroyum. Kórið hevur 30 ár á baki, og hevur ferðast í norðurlondum og sungið víða um í Danmark [...] Skráin er sett saman av donskum, norðurlendskum og enskum tónleiki. Í kórinum eru 25 sangarar. Við í hópinum eru umleið 40 fólk. Mánadagin 23. juni kl. 20.00 er konsert í Fuglafjarðar kirkju. Týsdagin 24
til 7.500 krónur. Hósdagin og fríggjadagin millum kl. 16 og 20 kunnu fólk fara í ítróttarhøllina at síggja lutirnir. Fyri 10 krónur kunnu tey keypa eitt yvirlit yvir lutirnar. Og klokkan 13 leygardagin verður [...] antikvitetshandlaram. Fyritøkurnar eita Veirhaven og Kim Anthon, sum keypa inn til handlar í Danmark. Turid kennir teir, frá tí at hon keypti innbúgv og annað til Café Natúr. Yvir 300 lutir verða seldir [...] r verða við, og teir kunnu greiða frá lutunum. Turid Samró sigur, at hesir gomlu lutirnir ikki eru dýrari enn so, at fólk flest kunnu bjóða. Tap dýrasta er innbúgv til eina spísustovu, og tað er mett til
unglingar, sum eru yngri enn 26 ár, og hin bólkurin er fyri spælarar yngri enn 20 ár. Í eldra bólkinum luttaka hesi lond: Ísland, Noreg, Danmark, Svøríki, Finnland, og Føroyar. Í yngra bólkinum luttaka hesi [...] hesi lond: Danmark, Svøríki, Noreg og Føroyar. Tveir dystir verða spældir hvønn dag uttan týsdag. Eingin dystur í NM verður týsdagin 01. juli,men ístaðin verður stór almenn barometurkapping á Handilsskúlanum
fer at blása í ljóðførini bukkahorn, neytahorn og lúðurhorn. Eisini fer hon at greiða frá um hesi elligomlu ljoðføri, sum hava verið nýtt sum tónleika- og signalhorn í Norðurlondum í meira enn túsund ár [...] ár. Hetta verður ein rættiliga stutt konsert. Hon byrjar klokkan 20.00 sunnukvøldið, og varar umleið ein hálvan tíma. Konsertin er ókeypis
vitja. Kórið fer eisini at syngja á Akureyri og í Húsavík. Áðrenn farið verður til Íslands, verður konsert í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið 22. juni kl. 20.00