Tá ið skálafjarðarstevnan er farin at halla, sunnukvøldið 22. juni, verður ein forkunnug konsert umborð á sluppini Høganesi í Runavík. Tað er svenska Ann-Mari Sundberg, sum fer at blása í ljóðførini bukkahorn, neytahorn og lúðurhorn. Eisini fer hon at greiða frá um hesi elligomlu ljoðføri, sum hava verið nýtt sum tónleika- og signalhorn í Norðurlondum í meira enn túsund ár.
Hetta verður ein rættiliga stutt konsert. Hon byrjar klokkan 20.00 sunnukvøldið, og varar umleið ein hálvan tíma. Konsertin er ókeypis