Elsti maðurin á Svínoynni, Kaj Thomasen úti á Bø, fylti næstseinasta sunnudag 90 ár. Og frá øllum okkum í familjuni á Gerðareiði í Klaksvík skal ljóða eitt hjartaliga tillukku til skyldmannin. Fólkaslagið [...] frammarlaga í útróðri. Robert Joensen, sáli, hevði á orði, at sambært kanningar, sum hann hevði gjørt, so kom tað eitt skifti meiri av útróðrarfiski upp á land í Svínoy, enn tað kom í nakrari aðrari bygd í [...] kallaðist Hemarin. Teir, sum áttu henda bátin, vóru Kaj Thomassen, Hanus úti á Váli, Jóan Pauli, sonur hansara, Karsten úti á Bø og Jákup á Rókini ella Jákup hjá Konkordiu, sum hann eisini varð nevndur. Teir mistu
húnarhátt veittraðu og boðaðu frá at júst teirra land var umboðað. Tá eyguni fullu á tað íslendska flaggið, kundi eg ikki lata vera við annað enn at steðga á - og rann mær til hugs orð skaldsins: »har sum [...] tað kundi ligið beint frammanfyri tær. Nú tosað verður um møguleikar á Internetinum kann loksins nevnast, at vit á vitjan okkara á The Computer Museum í Boston, leitaðu eftir ávísari adressu í Føroyum [...] sum óivað teim flestu kunnugt ríkmaðurin John D. Rockefeller, sum á sinni gav uml. 60 mill. kr. til keyps av hesum øki við East River á Manhattan. Økið bæði uttan og innan er merkt av nógvum listaverki
Boðanesi vestur á flogvøllin. Hesir túrarnir eru av Boðanesi mikudag og fríggjadag klokkan 09.45 fyrrapart, soleiðis, at fólk, sum koma við Smyrli, hava góða tíð at koma í land og yvir á tyrlupallin. Heri [...] Heri Niclasen, sølustjóri á Atlantsflogi, sigur, at hendan fyrsta túrin mikudagin vóru eini fimm fólk, sum gjørdu nýtslu av tyrluni. Hjá teimum varð túrurin vestur í Vágar væl stytri enn hjá teimum, sum [...] mánaðarnar í 1996 ferðaðust 2.400 fólk við tyrluni, meðan talið 10 teir fyrstu mánaðarnar í 1997 var uppi á 4.100 ferðafólkum. Hetta er ein vøkstur, sum liggur umleið tey 70 procentini. Eisini onnur tiltøk hjá
Kløvstad og Bendo, sjónleikari og fyriskipari, fyri okkum á flogvøllinum. Og tað var við andakt, at tú traðkaði á nakað av tí elsta, sum er til á okkara klótu. Kletturin er 3 milliardir ára gamalt grót! [...] Langa! Vit á pallin Okkara framførsla gekk avbera væl. Skýmligt á pallinum. Vit koma spakuliga inn báðu megin frá. Nøkur fá taka saman og byrja at kvøða Runtsivalsstríðið. Hini líka sum steðga á ? Føroyskur [...] Kurt. Leiðin gekk fyrst við Atlantsflog til Keypmannahavnar, har vit fingu innivist á Vesterbro Ungdomsgaard, sum á sumri er innrættaður til vallaraheim. Tað bleiv eitt minniligt kvøld í Tivoli! Og morgunin
Solo í dýrdarveðrið kom heim eftir vánni, og henda skipbrotna manningin steig á land, er nakað, sum ikki fer úr huganum á smádreinginum, sum slapp við foreldrunum út í Klaksvík at taka ímóti skyldmanninum [...] Jósup úti á Bø í Svínoy. Felags fyri tey bæði var, at tey sum børn gjørdust móðirloysingar. Tey komu bæði í bóndahúsið har Heimi í Svínoy, har gjørdust tey góð, og tá tey giftust, settu tey búgv úti á Bø. Hesa [...] frammanundan, og tað kom teimum ikki til hugs at ákæra hin Hægsta fyri tað, sum var lagt á tey. Tuberklarnir Sum tað sæst á niðanfyri standandi, so vóru tað fleiri av teimum, sum her eru umrødd, ið plágaðust
við Tað kom væl við hjá mongum, tá Jákup á Dul mitt í 1950-árunum vegna nøkur týsk reiðarí søkti eftir monnum at fara sum flekjarar við týskum trolarum.Ikki stóð á at fáa fólk, tí her var einki arbeiði at [...] Saltangará, og hann var í 10 ár á rað við týskum trolarum. Tað byrjaði ikki av álvara fyrr enn í 1956, men í 1954 var Meinhardt Højgaard tó sjálvur annar við einum týskum báti. Jákup á Dul bað teir fara, tað var [...] umborð á sluppunum. Átta føroyingar vóru við og nakrir og tjúgu týskarar. Meinhardt var formaður umborð øll árini men ikki fyrsta árið. Teir fiskaðu í Grønlandi. Meinhardt minnist, at tá skipið kom á Havnina
standa ovast á dagsskránni til eitt komandi valstríð, segði Jóannes Eidesgaard m. a. tá hann setti eykalandsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri fríggjakvøldið. Tað var á landsstevnu á Tvøroyri í 1981 [...] seta hol á málið. ? Lat meg heinanvegin siga, at okkara sjónarmið skal vera, at politiska frælsið er treytað av búskaparligum frælsi. ? Harnæst er tað okkara málsetningur, at tey stig, sum vit taka á sjál [...] vanliga føroyinginum. »Vælferðin hjá føroyingum skal ikki offrast á sjálvstýrins altari«, segði formaður Javnaðarfloksins. Hann legði eisini dent á, at støðan hjá Javnaðarflokkinum enn er tann sama, sum hon altíð
m at verða við undirlutan? - Tá vit tosa um stødd á londunum báðum, so hugsa danir als ikki um, at Føroyar eru so fámentar. Fyri teimum eru londini á somu stødd. Tá donsk bløð og fjølmiðlar viðgera føroysk [...] bági, men kann eins væl verða eitt virði í sjálvm sær. - Eg hugsi eisini, at hetta kann førast yvir á politisku skipaninar í londunum báðum, um tú vilt, sigur Vibeke Larsen. Spurd, um tað hevur nakað virði [...] svaraðu tey flestu, at ríkisfelagsskapurin skuldi varðveitast. Danir hugsa ikki um Føroyar sum lítið land - Tað hava verið dagar, tá danir avgjørt ikki vildu vita av Føroyum? - Tað er rætt, men tað var ein
almennu umsitingina, men hann vísir á, at skipanin fer at flyta størv úr meginøkinum út á lokalu økini. ? Hetta er eisini sum liður í arbeiðnum fyri at fáa hægri størv út á lokalu økini. Tað er heilt nátúrligt [...] sum í verandi skipan eru samantvinnað í bæði lands- og kommunuuppgávur. Javnaðarfloksins avgjørda støað er, at greiður skilnaður skal vera ímillum lands- og kommunuuppgávur, og hevur flokkurin tí tikið [...] vikuskiftið. Javnaðarflokkurin setti í fjør ein arbeiðsbólk at gera uppskot um framtíðar ætlan floksins á kommunuøkinum, og samtykti landsstevnan uppskotið, sum lagt varð fyri stevnuna fríggjakvøldið. ? Galdandi
Miðað eigur at verða eftir, at sum mest av fiskatilfeinginum kemur upp á land og verður virkað her á landi. Landsstevnan leggur dent á at bøta um livikorini hog vinnumøguleikarnar í útjaðaraøkinum, so øll [...] Javnaðarflokkurin hevur á eykalandsstevnu viðgjørt støðu landsins og støðuna hjá føroysku kommununum. Landsstevnan tekur undir við uppskotinum til kommunuskipan, sum floksins kommunubólkur hevur latið [...] Flokkurin ásannar, at eldrarøkt eigur at verða styrkt og fleiri sambýli verða útvegað, so tørvurin á røktartilboðum minkar. Korini hjá barnafamiljum verða bøtt, og barnsburðargrunnurin skal eisini fevna