stendur, at í Føroyum halda vit, at í Íslandi er ferðavinnan miseydnað. Og so darrar henda samanberingin eisini onkustaðni - at ferðavinnan í Føroyum er farin at líkjast henni í Íslandi. Í øðrum lagi eru [...] sum fleiri í tali, men vøksturin er ikki ovurstórur. Tíðindaflutningurin hevur eisini lagt stóran dent á ferðafólkini í Íslandi. Í fyrsta lagi eru søgurnar neiligar. Eingin søga um, hvussu ferðavinnan [...] er umráðandi. Úti í Mykinesi vitja nógv fleiri nú enn fyri bara fáum árum síðani. Summarmánaðirnar frá mai til august hava í miðal verið beint oman fyri 170 fólk í oynni um dagin. Í juli mánaði, tá ið
veikastu í hesum samfelagnum absolut onga verju skulu hava í verkfalsstøðu? Er tað í lagi, at ein sum hevur brúk fyri hjálp frá starvsfólki at passa andingartól sítt alt samdøgrið, skal ivast í um hann [...] at anda, bara tí at verkfall er? Er tað í lagi, at óhjálpin liggja heima í sínum egna skarni, bara tí verkfall er? Er tað í lagi at ótti, ivi og óstabilitetur skal verða avleiðingin fyri okkara veikastu [...] og klandur á almenna arbeiðsmarknaðinum. So leingi sum verandi skipan er galdandi, verður hon brúkt í stríðnum um mammon. Er tað í lagi? Í dag eru vit ikki í nærheit av at kunna kalla okkum eitt framkomin
foykt burtur í euforiini? Framleiðslan í einum landi stendur stútt og støðugt í harðari kapping við somu framleiðslu í einum øðrum landi, tí verður nógv kjakað um hendan spurningin, m.a. í grannalondum [...] Russlands. Henni hava vit lukrerað av í stórum máti, bæði táið tað snýr seg um uppsjóvar- og alifisk. Hvussu leingi hon bara verður opin fyri okkum afturat, ja, tað veit í grundini ongin annar ein tey, sum [...] orsøkin vera til, at flakakvinnan við skeriborðið hjá Faroe Origin í Runavík ella á Kósini í Klakksvík skal hava ein lakari vøkstur í lønarútgjaldingini enn sjúkrasysturin á B6? Og hvar endaði hugtakið
so skal tað liggja í minst trý ár. Helst upp í eini 5-7 ár, sigur hann. Tað veldst sjálvadi um, hvussu gott tað blívur og hvussu skjótt, sigur hann. – 20 ár er einki óvanligt, men so verður leingi at biða [...] skikka mær væl, um eg skal smakka 20 ára gamla wiskey okkara, tí eg eri júst fyltur 70 ár. Tað sigur Einar Waag, skemtandi, tá vit spyrja hann um nýggja brennaríið hjá Føroya Bjór, sum í gjár kom á marknaðin [...] Vodka. Einar’s Distillery hjá Føroya Bjór í Klaksvík er fyrsta og einasta góðkenda føroyska distillaríið, og vørurnar eru føroysk framleiðsla. Og tá Einar skal greiða okkum frá um nýggju drykkirnar, so
uppsjóvarfiskur skal landast so feskur sum gjørligt og skal í størst møguligan mun skal landast til matna. - Men, í dag, nú umstøðurnar eru so serstakar við stórari sildakvotu, sum skal fiskast eftir tveimum [...] tekur seg upp í føroyskum sjógvi, fyrr enn vit eru komin út í oktober. Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, sigur, at tað er ein stórur spurningur, hvussu tað fer at eydnast við sildini í heyst. Trupulleikin [...] - Vanligt er, at sildin í størstan mun verður fiskað í oktober og november, og síðan fara skipini aftur á svartkjaft í desember. Men, sildin skal ikki bara fiskast. Hon skal eisini landast og virkast
Düsseldorf í Týsklandi inn í heimsins byltingarhjarta – París. Í 21 skiftum, um dalar og fjøll og fram eftir sløttum, endurvann Christopher Froome franska túrin. Hann er barnvaksin í Nairobi í Kenya, flutti [...] Nú mentanardagar eru í Sunda kommunu var heitt á borgarstjóran í Runavíkar kommunu um at siga nøkur orð í sambandi við bókaframløgu í Tjørnuvík leygarkvøldið. Høgni Mohr legði bókina Fractura nasi fram [...] hund á einum betonggólvi í einum skúri í La Higuera dagin eftir. Høvundurin stendur harvið í eini byltingarglæmu, føddur undir tí stjørnuni, og tað er ein øgilig bylging og bylting í hesi sálini, sum súkklaði
lógin áleggur teimum, hvussu tað skal gerast. Hetta inniber, at lógin skal ikki siga, hvørjir reiðskapir skulu brúkast, hvussu tað skal fiskast og við hvørjum fiskiførum. Tað skal vera upp til vinnuna sjálva [...] fiskiríkidømi skal koma øllum borgarunum til góðar. Tað merkir, at fiskurin í størst møguligan mun skal virkast í Føroyum, soleiðis at virksemi verður skapt í samfelagnum. Tað merkir eisini, at alt skal førast [...] gera av, hvussu hon ynskir at skipa sín fiskiskap, hvørji fiskifør hon ynskir at brúka og hvør reiðskapur skal brúkast. Í dag áleggur lógin, hvørji skip skulu brúkast og hvør reiðskapur skal brúkast. Lógin
aftur í sólarglæmuni. Kom at hugsa um eina hending fyrst í hesari øldini. Var limur í fíggjarnevnd løgtingsins fyri 15 árum síðani, tað var Kristina Háfoss eisini, og tá høvdu centralistarnir í Kvíggjartúni [...] nipin samkoma, sum var samankomin í gula kommunuskansanum í R.C. Effersøsgøtu hendan dagin. Eggið hjá FMR og KF hevði umsíðir ligið nóg leingi í reiðrinum, nú brast fyri nevi, og skelkurin var øgiligur [...] tingborði. Skipanin í dag er ivaleysa góð. Ongin kann seta seg í størri skuld enn tað sum svarar til eina álíkning við 23% í skatti. Hetta er ein vælvirkandi skipan, og alra flestu kommunur liggja langt niðanfyri
løgd fram í 2010. Í § 1 í uppskotinum til stjórnarskipan verður sagt m.a. ”at alt vald í landinum er hjá Føroya fólki”. Sum nevnt frammanfyri er hetta ikki rætt, so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi [...] stýrisskipanarlóg er eitt slag av fløkju komin í. Hettar hevur í rættarmálum havt sum avleiðing, at dómstólarnir í dómum, eftir at stýrisskipanarlógin varð sett í gildi, sitera bæði grundlógina og stýrissk [...] løgmaður skal so staðfesta hesar, áðrenn løgtingslógir kunnu setast í gildi. Henda áseting verður heldur ikki yvirhildin, tí ”stjórnarskipanin” verður sambært uppskotinum sett í gildi ”tá ið formaðurin í valnevndini
ger herverk í ikki týdningarleysan mun. Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum sigur, at í ávísum førum er neyðugt at halda fólk fastspent í longri tíð. - Vit síggja, at í mun til onnur [...] spent fast, so liggja tey ikki í songini alt døgnið. Tey sleppa út á vesi ella at ganga ein túr, men skulu so í songina aftur. - Vit royna so av og á at loysa tey, fyri at vita, hvussu gongur. Vísir tað [...] Løgtingsins umboðsmanni nevnir, at fyrstu átta mánaðirnar í fjør vóru fólk fastspent 16 ferðir, úr fimm tímum upp í 43 dagar. Umboðsmaðurin skrivar, at í øllum førunum var tann grundgeving nýtt, at vandi var