Sildin kann enda í kvørnini

Í tveir mánaðir skulu 125.597 tons av sild fiskast, landast og virkast. Men, fer tað at bera til, nú Varðin Pelagic liggur í øsku?

Tað hevur gingið væl at fiskað makrel í ár, og nú vit nærkast endanum av september, er lítið eftir at fiska av føroysku makrelkvotuni. Væntandi er, at skipini verða liðug við makrelin um eina viku ella so.

 

Makrelur og sild eru lutfalsliga dýr fiskasløg, og almenni hugburðurin er, at hesi fiskasløg skulu ikki landast til annað enn mannaføði. Tað er eingin fiskimaður, ei heldur nakað reiðarí, sum ynskir hesi fiskasløg til annað enn fyrsta floks matvøru.

 

Tað var eisini tann tíð, tá sildin var høgt í metum og varð rópt ”gylta silvurið” í havinum. Nakað øðrvísi er við svartkjaftinum, sum er eitt bíligari fiskaslag, og sum er væl egnaður til framleiðslu av eitt nú laksafóðuri.

 

Men, eisini við svartkjaftinum hevur vinnan gjøgnum fleiri ár roynt at fingið meira burtur úr, og í uppsjóvarflotanum er eingin ivi um, at eisini svartkjafturin eigur at gagnnýtast betri og prísmetast hægri.

 

Nýggjasta royndin at gagnnýta svartkjaftin betri var eisini komin undir land hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, men hin 9. juni í ár gjørdi herviligur eldur feigdina um og oyðilegði stóran part av virkinum.

 

Higartil í ár er eingin sild fiskað av kvotuni á 125.597 tons, og nú makrelkvotan skjótt er uppfiskað, fara skipini at leggja seg eftir norðhavssildini.

 

Onkur skip hava verið úti og leitað eftir sild, men higartil hava tey einki fingið. Undanfarin ár hevur tað heldur ikki verið vanligt, at sildin tekur seg upp í føroyskum sjógvi, fyrr enn vit eru komin út í oktober.

 

Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, sigur, at tað er ein stórur spurningur, hvussu tað fer at eydnast við sildini í heyst. Trupulleikin er ikki, at skipini ikki vænta at fáa sild, men nú virkið á Tvøroyri ikki er at taka ímóti, kann roknast við, at trýstið á tey bæði virkini, ið eftir eru, kann gerast rættiliga stórt.

 

- Vanligt er, at sildin í størstan mun verður fiskað í oktober og november, og síðan fara skipini aftur á svartkjaft í desember. Men, sildin skal ikki bara fiskast. Hon skal eisini landast og virkast, og her kann veruliga koma at standa á, nú Føroyar hava eitt uppsjóvarvirki minni.

 

Høvuðstrupulleikin kann gerast, sigur hann, at skipini koma at liggja og bíða so leingi eftir landingartørni, at dygdin á fiskinum verður vánalig. Í øðrum lagi kann henda, at skip noyðast at bíða við at loysa ella bíða á feltinum, tí útlit ikki eru til at sleppa av við lastina teir næstu dagarnar.

 

Bogi Jacobsen, sum blaðungur sigldi sum skipari við Finni Fríða, men sum seinni gjørdist stjóri á Varðanum Pelagic, hevur altíð havt tann hugburð, at uppsjóvarfiskur skal landast so feskur sum gjørligt og skal í størst møguligan mun skal landast til matna.

 

- Men, í dag, nú umstøðurnar eru so serstakar við stórari sildakvotu, sum skal fiskast eftir tveimum mánaðum, samstundis sum Varðin Pelagic onga móttøku hevur, stúri eg fyri, at ein partur av sildakvotuni kann enda í kvørnini hjá Havsbrún fyri ein nógv lægri prís, enn prísurin hevði verið á sildini sum matfiski.

 

Stjórin og fyrrverandi skiparin vísir á, at bæði manningar, reiðarí og samfelagið alt fara at missa stór virðir, um ein partur av sildakvotuni endar sum fiskaføði heldur enn sum mannaføði.

 

- Vit kunnu taka eitt ítøkiligt dømi um, hvussu gongdin kann fara at verða við sildini, nú móttøkumøguleikarnir eru skerdir. Jupiter kom aftur av makreltúri við 750 tonsum hin 22. september. Teir noyddust at bíða eftir landingartørni, og hin 24. september vóru teir lidnir at landa.

 

Bogi Jacobsen vísir á, at tá teir høvdu landað, fingu teir boð frá móttøkuvirkinum um, at teir máttu bíða í einar 10 dagar, áðrenn teir kundu fara aftur til fiskiskap. Annars fór kuril at koma í við landingartørni.

 

Hann vísir á, at tá skipið aftur kann loysa, er ikki vist, at teir raka við fisk aftur beinanvegin. Tí veit heldur eingin, hvussu tingini fara at laga seg, og hvussu alt fer at passa við landingartørni, tá skipið aftur hevur fingið fisk.

 

Stjórin á Varðanum Pelagic dugir at ímynda sær, at tað kann fara at gerast rættiliga trupult, nú øll sildakvotan skal fiskast eftir so stuttari tíð við skerdum móttøkumøguleikum.

 

- Tað fer at taka nógvar dagar at fiska sildakvotuna, um fleiri skip skulu bíða eftir landingartørni og síðan skulu bíða, áðrenn tey kunnu loysa aftur – fyri at passa inni í landingarskipanina hjá móttøkuvirkinum, sigur Bogi Jacobsen.