Má skikka mær væl um eg skal smakka wiskey

– Eg má skikka mær væl, um eg skal smakka 20 ára gamla wiskey okkara, tí eg eri júst fyltur 70 ár

– Eg má skikka mær væl, um eg skal smakka 20 ára gamla wiskey okkara, tí eg eri júst fyltur 70 ár.

 

Tað sigur Einar Waag, skemtandi, tá vit spyrja hann um nýggja brennaríið hjá Føroya Bjór, sum í gjár kom á marknaðin við tveimum sløgum, Einar's Akvavitt og Einar's Vodka.

 

Einar’s Distillery hjá Føroya Bjór í Klaksvík er fyrsta og einasta góðkenda føroyska distillaríið, og vørurnar eru føroysk framleiðsla.

 

Og tá Einar skal greiða okkum frá um nýggju drykkirnar, so sigur hann soleiðis:

 

»Einar’s Akvavitt er kryddað við kumman, føroyskum urtum og distillerað við føroyskum vatni. Smakkurin er mildur og frískur. Hóskar væl til føroyskan mat og sum durasnapsur.

 

Einar’s Vodka er framleitt úr natúrligum rávørum og distillerað við føroyskum vatni. Smakkurin er mildur og frískur.«

 

Einar Waag sigur, at tey hava síðani 2011 arbeitt við hesari verkætlanini.

 

– Vit eru tí fegin um at kunna bjóða føroyingum føroyskt akvavitt og vodka, meðan vit bíða eftir whisky, ið liggur og lagrar, sigur hann.

 

– Vit eru byrjað við wiskey, sum  tekur nógv ár at framleiða. Um tú skal hava 20 ára wiskey, so er leingi at bíða.

 

Føroya Bjór hugsar um førosyka marknaðin, sum er nokso stórur sambært Einar Waag. Tølini hjá teimum siga, at seldir verða eini 90.000 litrar av vodka um árið og eini 30.000 litrar av akvavitti.

 

– Har er ein marknaður, so hví ikki fara í holt við tað? Tað eru ikki so ræðuliga stórar íløgur, men sjálvandi nakað, sigur Einar Waag.

 

Bryggjarin í Klaksvík sigur, at tú bryggjar wiskey næstan upp á sama máta, sum tú bryggja øl.

 

– Tá tað so er útgerað, so inniheldur tað millum 8 og 10 prosent alkohol, og so verður tað brent. Men so skal tað liggja í minst trý ár. Helst upp í eini 5-7 ár, sigur hann.

 

Tað veldst sjálvadi um, hvussu gott tað blívur og hvussu skjótt, sigur hann.

 

– 20 ár er einki óvanligt, men so verður leingi at biða – og so má eg skikka mær væl, tí eg eri júst fyltur 70, sigur Einar Waag smílandi at enda.