Latið tey skotnu í Sydney tendra eitt ljós í Føroyum

Vit skulu ikki lata eitt Svøríki víðari til okkara eftirkomarar

Vit skulu lata Føroyar víðari. Tí mugu vit verja okkum mótiislamismuni.

 

Í dag er triði sunnudagur í advent, og vit tendra triðja ljósið í adventskransinum. 

 

Tað er ein traditión, sum minnir um ta jødisku Hannukah-traditiónina. 

 

Í átta dagar verða átta ljós tendrað – eitt afturat fyri hvønn dag. Súmbolikkurin er m.a. at login verður borin víðari frá ljósi til ljós. 

 

Jødar savnast tá tað er Hannukah. Tað gjørdu teir eisini í Sydney Australia í dag. Men islamistiskir terroristar sóu hetta sum eitthøvi til at drepa jødar, og tí endaði tað í einum blóðbaði. 

 

Dagsins álop leiðir tankarnar aftur á eina upptøku úrterrortunlunum undir Gaza, sum stutt síðani kom undan kavi. 

 

Nú tann ísraelski herurin hevur gnagað seg longur og longur inn í hetta stóra, ræðuliga bygningsverkið – sum m.a. børn blivutvungin at byggja – er ymiskt áhugavert komið fram. 

 

Eitt er masterplanurin fyri, hvussu Ísrael hesaferð skuldi knúsastog jødarnir drepast. 

 

Men tað eru eisini komnar áhugaverdar videoupptøkur undankavi. 

 

Ein er av seks gíslum, sum halda jødisku høgtíðina Hanukkah.Hetta er í desember 2023, bara fáar vikur eftir 7. oktober, sofólkini eru ikki so úthungrað, sum tey seinni blivu. (Tú kanskgoogla upptøkuna). 

 

Umleið átta mánaðir seinni blivu øll hesi seks nakkaskotin av Hamas, tí ísraelskir hermenn vóru um at koma fram á, hvar teyvóru.  Tá vóru tey útsvøltað, og sótu í nógv verri umstøðum enn á hesum myndunum. 

 

Á upptøkuni hava tey fingið útlutað ljós og tendrara, so Hamas kann filma meðan tey fremja sítt jødiska ritual. 

 

Hetta er ein súmbolskur sigur hjá terroristunum. Her eru seks jødar, sum halda fast í sínum menniskjasýni og síni siðvenju – men fremja ritualini sum ímynda hetta, sum gíslar. 

 

Inneftir ímyndar ritualið í hesum føri tað, tað altíð ger – men úteftir ímyndar tað, at jødadómurin er fangaður. Innibyrgdur. Kúgaður. Og at hann gongur móti sínum deyða. 

 

Politiskt sæð hevði eksistensurin hjá teimum seks bara eittendamál: Tey vóru eitt amboð hjá Hamas. 

 

Tey seks livdu sjálv í angist og desperatión og sorg – og tey vórðubrúkt av Hamas til at skapa angist og desperatión og sorg í teirrafamiljum og øllum ísraelska samfelagnum, sum á tann hátt eisiniblivu gíslar. 

 

Hetta er jú genialt. Politiskt sæð ímyndar hetta Hannukah-ritualiðá upptøkuni, at islamisman hevur vunnið, og jødiskamenniskjasýnið er innilæst og hevur tapt. 

 

 

 

Globalize the Intifada 

 

Vit mugu eisini ásannað, at Hamas enn vinnur hvønn dag. Massakran og gíslatøkan framprovokeraði eitt kríggj í Gaza, sum aftur framprovokeraði eitt ideologiskt kríggj um allan heimin undir herrópum sum Globalize the Intidafa. 

 

Tað, sum hendi í Sydney í dag, er eitt ítøkiligt úrslit av tí: Intifada’in er globaliserað. Islamisman hevur vunnið ideologiskt. 

 

Og tað viðkemur ikki bara jødum. Tað snýr seg ikki bara umHannukah – tað snýr seg eisini um jól. 

 

Fyri nøkrum árum síðani var ein islamistisk terroratsókn mótieinum jólamarknað í Berlin. 13 doyðu og góð 200 blivu særd. 

 

Í ár eru jólamarknaðir um alt Europa vardir við stórumbetongblokkum, so terroristar ikki skulu sleppa framat við bilum. Men orðið er frítt, og almenn jólahald eru nógvaðstaðni saboteraðav palestinaótangum, sum hava prædikað islam og róptantizionistisk slagorð. 

 

Tað hendir eisini í tí ríki, vit eru partur av. Í Danmark hevurforsætisráðharrin fyri fyrstu ferð í søguni fingið loyniligan bústað. Ikki orsakað av vanda uttaneftir, men tí hús hennara konstant vóruumgyrd av aggressivum palestinaótangum. 

 

Danskir jødar hava leingi hava livað undir militerari verju. Sjálvurkenni eg tveir persónar, sum hava búð í Danmark, men nú búgva í Ísrael. Orsøkin kann sigast í trimum orðum: Globalize the Intifada. Tað bleiv ov óunnuligt í Danmark, har antizionistisk slagorð síggjast, hvar tú so vendir tær.

 

 

 

Moralski sigurin

 

Men hóast islamisman hevur vunnið, so kunnu tey dripnu og tað, tey stóðu fyri, kanska kortini fáa onkran lítlan sigur burturúrhesum. 

 

Lat okkum hyggja aftur at Hannukah-haldinum hjá gíslunum í Gaza. Tey tendraðu ljós við øðrum ljósum. 

 

Kunnu vit ikki siga, at tey sjálv vóru ljós – og at teirra søga kannkynda ljósini í okkara stakum? 

 

Eg haldi tað. 

 

Teirra søga kann lýsa fyri okkum, so vit síggja veruleikan. Ikkibara teirra veruleika, men eisini okkara veruleika. Og tað kannminna okkum á, at vit mugu verja okkum. 

 

Fyri fáum árum síðani var Svøríki fyrimyndin hjá øllumheiminum. ”Folkhemmet Sverige” var trygt, stabilt, ríkt, javnt. Eitt sosialdemokratiskt mynstursamfelag. 

 

So er ikki nú. Tilflytingin úr serliga muslimskum londum hevurbroytt Svøríki. Tað er rekordnógvur harðskapur, skotbardagar, parallelsamfeløg, bandakríggj, nógv øki, har løgreglan als ikkihættar sær inn, og ein rúgva av fólki – svenskum borgarum – sum ikki taka undir við fólkaræðinum. 

 

Eftir mínum tykki hava svenskir politikarar framt einki minni enneitt brotsverk móti sínum egna fólki. 

 

Men sviar kunnu illa gera nakað við tað nú. Skaðin er hendur. Taðer hann eisini í Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi. Tað ber illa til hjá teimum at koyra islamistar úr landinum, tí teir eru landsinsborgarar. Og tað ber heldur ikki til at lóggeva móti islamistumuttan eisini at raka lóglýdnar muslimskar medborgarar. 

 

Men støðan er ein onnur í Føroyum. 

 

Her er eingin Moska. Eingin, sum brúkar Burkha ella Nikab. Eingin, sum vil demokratinum ann. 

 

Høvdu vit bannað hesum, hevði tað ikki rakt eitt einastamenniskja. Vit kunnu binda um heilan fingur. 

 

Onnur høvdu vilja givið øgiliga nógv fyri at verið í somu støðu. 

 

Vit eru ikki skilagóð, um vit ikki brúka møguleikan. 

 

(Eg veit, at summi fara at kalla hetta ”islamofobi”. Men tað er ikkiein fobi at óttast islamismuna og vilja verja seg móti henni. Taðsnýr seg um at verja okkara arv. Okkara mentan. Okkarafólkaræði. At verja vunnin rættindi hjá kvinnum og minnilutum. At gera tað er bæði okkara rættur og okkara skylda).