vera í viku 28 í stødd, tí tað hevði fingið ov lítla føðslu. Tveir dagar eftir at hon var komin á ríkissjúkrahúsið versnaði støðan, og Guðrun átti dóttrina við keisaraskurði, hetta var í viku 30 í viðg [...] varin tá fólk komu at vitja. - Øll gleða seg til at vísa barn sítt fram, men í okkara støðu bleiv tað so, at vit noyddust at biða fólk um ikki at koma ov nær, og ikki røra við. Merkti einki lív í búkinum [...] allan vegin ígjøgnum. Hon var tvey ár tá hon fór í vøggustovu, fýra tá hon fór í barnagarð, og for eitt ár seinni enn javnaldrarnir í skúla. Katrina bardist í móðurlívi, og hon stríðist enn. - Hon er eitt
tí munurin millum lítla skúlan og stóra skúlan er ikki smávegis í stødd, næmingatali og í øðrum lutum. At fara frá eitt nú 7 børnum í tínum árgangi til 70 er ikki smávegis lop. Royndirnar hjá Undirví [...] Tíðargrein, Sosialurin 21. august 2026: Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum skrivar: Hvør bygd sín skúla. Hetta er gomul siðvenja í Føroyum, og hóast samfelagið og samferðslan er munandi broytt seinastu [...] meg, um vit eru fleiri saman. Í smærru skúlunum er vanligt, at 2 -3 árgangir eru í sama flokshøli, tí næmingagrundarlagið er so lágt. Tað verður mangan sagt vera avbjóðandi. Í størri skúla eru fleiri starvsfólk
Norðurlandaráðsins í Helsinki. Teir seks tilnevndu filmarnir verða í heyst sýndir á filmsstevnum og serligum tiltøkum kring Norðurlond. Í Føroyum verða sýningar í Norðurlandahúsinum 7.–10. oktober. [...] Í kappingini eru ein heimildarfilmur og fimm spælifilmar, ið hvør í sínum lagi viðgera familjubond, kærleika, sjúku, list og leitanina eftir fótafesti í lívinum. Tilnevningarnar til Filmsvirðisløn Nor [...] Føroyar, Ísland, Noreg og Svøríki hava hvør sín film við í kappingini. Filmarnir verða lagdir fram á altjóða filmsfestivalinum í Haugesund í Noregi í dag. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober. Føroyar:
og hvønn vit raka. Vita vit, hvønn vit raka? Í 2024 vóru góð 1.200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Knøpp 660 vóru bert tøk av og á, og fastbúgvandi fólk vóru skrásett á adressunum. Hini 541 vóru tøk [...] Einki landsumfatandi dagamark er ásett fyri stutttíðarleigu. Útleiga verður í staðin regulerað eftir øðrum reglum, millum annað eftir bústaðarslagi og nýtslu. Samanberingin vísir, at Danmark, Ísland og Svøríki [...] og gjørt stórar íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað
Lunnar húsast á Heiðavegi 27 í Saltangará, har 11 fólk starvast, og í løtuni verður leitað eftir tveimum fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar [...] at innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í sniðið, nýtsluna og upplivingina, sigur stjórin í Lunnar, Signar Nielsen. Síðan 2021 hevur Lunnar sett millum eitt og tvey fólk í starv um árið, og fyritøkan [...] hevur í dag fleiri hentleikar. – Í dag kann kundin avgreiða fleiri tænastur skjótari og smidligari. Tað kann til dømis vera bilvask, løðing, kaffi, mat og brennievni, sigur hann. Stjórin vísir á, at í Mítt
senda eina kærleiksávaring til fólk okkara um at taka við ávaring. Tað, sum vit velja her í lívinum, fer at avgera, hvar vit verða í ævinleikanum – heima í Himli ella í fortapilsinum. Gud hevur gjørt alt [...] eisini um tað, sum kom at búgva í menniskjanum eftir fallið í Edens urtagarði – slíkt sum ger, at vit eru útistongd frá ríki Guds. Skulu ikki arva ríki Guds Paulus sigur í 1. Kor. 6,9-10: ”Vita tit ikki [...] at Gud skapti okkum við øllum hesum áðurnevnda, sum býr í okkum í dag? Nei, tá ið Gud skapti menniskjuna, búði einki slíkt í henni, tí vit lesa í 1. Mós. 1,31: ”Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt –
at talið av virknum bátum í bólki 5 B er vaksið úr 238 í 2023 upp í 339 í fyrra hálvári 2026. Samstundis er miðalprísurin fyri fiskin hækkaður úr 18,86 krónum fyri kilo upp í 33,18 krónur. Sambært felagnum [...] ar í sjófeingislógini. Útróðrarfelagið vísir á, at bólkur 5 er skerdur um 70 prosent í fiskidøgum, síðani fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996, uttan at bólkurin hevur fingið onnur fiskirættindi í staðin [...] Sambært felagnum hava 342 bátar í bólki 5 B verið til útróðrar í 2026. Teir hava tilsamans avreitt 1.432,7 tons eftir 3.250 veiðitúrar. Við sama miðalveiðitrýsti fara teir 750 eyka fiskidagarnir at geva