Daniel Johansen hevur í dag skift til Hillerød, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin verður sostatt liðfelagi við Adrian Justinussen, sum hann spældi saman við í fleiri [...] fleiri ár í HB. Daniel Johansen er 25 ára gamal og spælir á vinstra bakki. Hann hevur spælt við HB á besta liðnum síðani 2015. Hann skifti í 2022 í eitt stutt skifti til FC Fredericia, men tað skiftið riggaði [...] riggaði ikki so væl. Daniel Johansen skifti aftur til HB í summarferiuni í 2023, men fór sama sumarið til Thisted í triðjbestu deildini. Her hevur vinstri bakkurin vunnið fram og hevur nú skift til Hillerød
spældi liðið hjá Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen, Hillerød dyst á heimavølli í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Í Farum eydnaðist tað Hillerød, ið hevði Daniel og Adrian við [...] við frá dystarbyrjan at vinna 2-0 á Hobro. Daniel legði upp til bæði málini hjá Hillerød. Fyrst legði Daniel upp til Tobias Arndal, ið legði Hillerød á odda 1-0 í 33. minutti. Seinni hálvleikur var tríggjar [...] tríggjar minuttir gamal, tá Monday Etim økti til 2-0. Daniel spældi allan dystin, meðan Adrian var skiftur út aftaná 82 minuttir. Sigurin gagnaðist eyka væl, tí Hobro var nærmasta liðið at hótta fyrsta plássið
Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen vóru við frá dystarbyrjan, tá Hillerød í dag spældi dyst á útivølli í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Á útivølli í Køge eydnaðist tað Hillerød [...] Hillerød á odda í øðrum minuttin av seinna hálvleiki. Tá eitt stórt korter var eftir av dystinum átti Daniel næstseinasta fótin, tá Saman Jalaei staðfesti sigurin. Hillerød er greitt oddalið í niðara endaspælinum [...] 28 stig hvør. Hósdagin klokkan 14 kann Hillerød staðfesta oddasessin enn meira. Tá spæla Adrian, Daniel og liðfelagarnir dyst á útivølli móti B93.
Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen spældu allan dystin, tá teir og liðfelagarnir í Hillerød tóku móti botnliðnum, HB Køge í heimadysti í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Á [...] Longu í fimta minutti sendi Daniel eitt gott hornaspark inn í brotsteigin, ið William Glindtvad stútaði í netið. Fyrri hálvleikur var eitt sindur meir enn hálvrunnin, tá Daniel við einari góðar sending fann [...] sigurin við einum brotssparki hann setti í netið. Millum áskoðararnar i Farum at skoða avrikið hjá Daniel og Adrian var føroyski landsliðsvenjarin. Hillerød er greitt oddalið í niðara endaspælinum við 45
Í kvøld spældu Daniel Johansen, Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød seinasta dystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini undan vetrarsteðginum. Á útivølli hølvaði Hillerød HB Køge av. HB Køge
Fyrr í dag fingu Daniel Johansen, Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød eitt rimmar úrslit saman við liðfeløgunum í Hillerød. Tað eydnaðist Hillerød sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini [...] fótbóltsdeildini at vinna 3-1 á superligaliðnum, Sønderjyske í einum venjingardysti. Daniel legði Hillerød á odda longu í sjeynda minutti. Cornelius Allen økti til 2-0 í 42. minutti, og tríggjar minuttir seinni
Daniel Johansen, Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eru í holt við fyrireikingarnar til tað nýggja kappingarárið. Fyrsti dysturin hjá Hillerød í tí nýggja [...] hjá Daniel, Adrian og hinum í Hillerød. Dysturin verður móti fótbóltsrisanum, FCK sum hevur rættiliga nógvar føroyskar fjepparar. 10. juli spælir Hillerød venjingardyst móti Lyngby. Umframt Daniel og Adrian
Miðlahúsið og FSF skipa fyri í kvøld, eru ársins verjuleikarar nú heiðraðir. Hjá monnunum var tað Daniel Johansen hjá HB, sum fekk heiðurin frammanfyri hinar báðar tilnevndu, HB-liðfelagan Bartal Wardum og Odmar
Daniel Johansen spældi allan dystin, og Heini F. Sørensen var á vøllinum seinastu 10 minuttirnar, tá teir og liðfelagarnir í Thisted í dysti í triðbestu donsku fótbóltsdeildini spældu á útivølli í Skive
Daniel Johansen og Heini Fossdalsá vóru við frá dystarbyrjan tá lið teirra, Thisted vann á heimavølli ein sera týðandi sigur í niðurflytingarstríðnum í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini