Daniel og Heini vunnu týdningarmiklan sigur

Thisted vann ein sera kærkomnan sigur á heimavølli

Daniel Johansen og Heini Fossdalsá vóru við frá dystarbyrjan tá lið teirra, Thisted vann á heimavølli ein sera týðandi sigur í niðurflytingarstríðnum í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Thisted vann 1-0 á HIK. Norski, Oliver Thomassen skoraði sigursmálið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Thisted er næstaftast í niðara endaspælinum við 24 stigum. Fýra stig er upp til liðini sum eru røttumegin niðurflytingarstrikuna, Hellerup og FA 2000, ið hava 28 stig hvør.

 

Thisted hevur fýra dystir eftir at spæla hetta kappingarárið, og tí má liðið helst vinna tríggjar av hesum. Samstundis mugu úrslitini hjá hinum liðunum fella teirra veg.

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Thisted á útivølli móti gamla føroyingaliðnum, Fremad Amager.