Daniel og Birita ársins verjuleikarar

Daniel Johansen og Birita Ryan eru ársins verjuleikarar í føroyskum fótbólti.

Á ársins-tiltakinum í føroyskum fótbólti, sum Miðlahúsið og FSF skipa fyri í kvøld, eru ársins verjuleikarar nú heiðraðir.

Hjá monnunum var tað Daniel Johansen hjá HB, sum fekk heiðurin frammanfyri hinar báðar tilnevndu, HB-liðfelagan Bartal Wardum og Odmar Færø úr KÍ.

Í kvinnudeildini er Birita Ryan úr KÍ kosin ársins verjuleikari. Hinar báðar tilnevndu vóru Monika Sumberg Samuelsen úr NSÍ og Ragna Patawary úr KÍ.