Daniel Johansen spældi allan dystin, og Heini F. Sørensen var á vøllinum seinastu 10 minuttirnar, tá teir og liðfelagarnir í Thisted í dysti í triðbestu donsku fótbóltsdeildini spældu á útivølli í Skive.
Heimaliðið, Skive vann dystin 2-0. Leingi sá tað út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 0-0, men í 88 minutti legði heimaliðið seg á odda 1-0, og teir øktu til 2-0 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Thisted er nummar átta í deildini við 14 stigum. Thisted hevur fýra stig upp til liðið hjá Hørði H. Askham, AB sum hevur 18 stig á sætta plássinum. Tað krevur at enda millum seks tey ovastu í grundspælinum fyri at vinna seg í ovara endaspælið.
Átta dystir eru tó eftir at leika í grundspælinum, so Thisted kann væl og virðaliga røkka tí málinum.
Í morgin klokkan 18 taka Hørður H. Askham og liðfelagarnir í AB móti Roskilde á heimavølli.
Leygardagin 11. november hevur Thisted dyst á útivølli móti Nykøbing.