partroli og ættarskifti, sum verið hevur, eisini hevur gjørt sítt til, at partrol er ein púrasta náttúrligur veiðiháttur undir Føroyum í dag. - Einki er at ivast í, at tað hevur lætt nógv um raksturin av skipunum [...] sonevndum "Start Up" trolpakka, har felagið bæði veitir trolútgerð og vitan. Nógvir fyrimunir Sosialurin hevur skift orð við mannin, sum stendur aftanfyri fyri hesa verkætlan hjá Vónini, Rógva Joensen, ið serliga [...] ikki helmingin av tí, sum partrolararnir fáa. Ættarliðsskifti Rógvi Joensen sigur, at tað neyvan hevur verið so lætt hjá føroyskum trolaraskiparum at samstarva tey fyrstu árini við partroli. - Menn førdu
vanbýti, antin tað er kyn, húðalitur, trúgv, etniskur uppruni o.s.fr., ið hevur verið grundarlagið fyri, at ein samfelagsbólkur hevur verið kúgaður. Onga staðni gerast hesir bólkar javnsettir við onnur, bert [...] um javnrættindi og demokrati, men tað er ein misskiljing. Tá eitt samfelag hevur so stóra valdsslagsíðu, sum tað føroyska hevur, er neyðugt at rætta tað upp við tiltøkum, og ikki lata standa til og halda [...] lógirnar eina standa fyri mismunum ella kúgan. Tað er tíverri nógv fløktari enn so, og tá mismunur hevur verið framdur leingi, kann hann í óteljandi frábrigdum verða ein partur av gerandislívinum, sum kann
Virkið á Tvøroyri hevur í summar arbeitt gulllaks og ætlanin er, at tað í framtíðini skal vera gulllaksavirki burturav. Men tað merkir eisini, at nógv útgerð á virkinum á Tvøroyri, hevur ikki verið í brúki [...] brúki, men hevur staðið óvirkin. Tí hevur Fiskavirking nú verið í holt við at flyta útgerð av Tvøroyri suður á virkið í Vági og at fáa virksemi í gongd har, so at vit fáa sum mest burturúr báðum virkjunum [...] hereftir skal høvuðsframleiðslan á virkinum á Tvøroyri vera gulllaksur, akkurát sum tað hevur verið tað í ár. Í ár hevur virkið á Tvøroyri virkað 4000 tons av gulllaksi og tilsamans hava eini 80 fólk arbeitt
meturvørur av góðum slagi. Hetta hevur verið eitt stað, har nógv fólk er komið á gátt hvønn einasta dag. - Ja, eg havi havt nógvar góðar og trúfastar kundar øll hesi árini. Alt hevur gingið sera væl, sigur Herfríð [...] fyri einki, sigur Herfríð. Aðrastaðni á síðuni er nevnt, at hon hevur rikið handilin hjá Kal síðani hon var 38 ára gomul Øll hesi árini hevur handilin verið hennara eitt og alt. Spurningurin er, hvat ein [...] Herfríð. Nú er henda tíðin komin at enda, og Herfríð hevur valt at selja allar vørurnar, sum vóru í handlinum fyri hálvan prís. Á henda hátt vildi hon takkað teimum mongu kundunum, samstundis sum hon ynskti
og í tíðarneyðini, og vann loksins trygt. Martin hevur nú 3,5 stig av 4, meðan Rødgaard hevur higartil ognað sær 1,5 stig. Jákup á Rógvu Andreasen hevur roynst avbera væl fyri vestmenningar seinastu tvey [...] Tað sum ikki kann standa má falla. Hetta mugu kollfirðingar og vit onnur sanna. Seinastu 2-3 árini hevur ikki staðið væl til í sigursvanda talvfelagnum. Bæði viðvíkjandi manning og úrslitum. Stutt undan [...] góða sigurin leygardagin ímóti Martini Brekká (sum nú saman við Finnbjørn Zachariassen umboðar HT) hevur hann 3 av 3. Lekur millum teori og praksis… Talvið á 2. borði millum Carl Eli Nolsøe Samuelsen og
fýra túrar um dagin. Tíverri hevur landsstýrismaðurin nú á hálvumøðrum ári ligið á møguleikunum fyri at sigla so mikið ein einasta túrin meira um dagin. Heldur ikki hevur hann fyri sýns sakir verið við [...] útgoldnu ferjum, sum hann hevur fingið upp í hendi at umsita. Á summmarmála 2007 kunnu vit tíverri staðfesta, at nýggja ferjan, sum kom á heysti 2005, als eingi framstig hevur veitt, hvørki teimum ferðandi [...] kostnaðin, serliga á tey gomlu og veiku. Hóast henda greiða vilja frá stórsta flokki í andstøðu, so hevur samgongan, og serliga landsstýrismaðurin, ligið á møguleikunum fyri at veita Suðuroynni bara líkinda
43 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur sitið á Fólkatingi síðani 2001 fyri Radikala flokkin og hevur verið virkin í samfelagskjakinum í mong ár. Hevur skrivað fleiri bøkur, eitt nú um islam og [...] fyrrverandi parlagi. Eftir móttøkuna á flogvøllinum við »nýggja« minibussinum hjá Sosialinum, sum hevur fingið navnið »Snoddi«, gekk leiðin til Hotel Tórshavn, har Naser Khader og familjan búgva undir ferðini [...] undir heitinum »Trúgv og fólkaræði.« Kona Khader, Bente Dalsbæk, ið er útbúgvin løgfrøðingur, og sum hevur starvast 10 ár í Fólkatinginum, heldur fyrilestur Skírisdag klokkan 15, har evni er »Millum tvær
heiðursmanninum Poul Mor. Um Gerðard Lognberg bara hevði avrikað ein promillupart av tí, ið Poul Mohr hevur avrikað, so hevði staðið væl til. Ongin átala frá formansskapinum - ikki eitt orð! Kjartan Joensen [...] hugs, at nakað eitur flekstíð og heldur ikki hugsar hann um, at hann sjálvur og hansara samgonga hevur gingið á odda at skerja almenna økið, bara fyri at halda okkurt vallyfti, við tíð úrsliti, at tey [...] ikki her lat formansskapurin við seg koma! Hetta man verða eindømi í løgtingssøguni. Hesin flokkur hevur stríðst fyri at hava rætt til at jagstra, háða og happa ein minniluta her í landinum, eisini av tingsins
verður tað fyrsta, teir 137.500 gestirnir hoyra, eitt suð av samiskum kavaflykrum. Joik-duoin Adjagas hevur fingið æruna at opna Glastonbury í ár. Og fáar vikur seinni standa lítillætnu sámarnir við framúr [...] joiksangurin kemur til fólk. Hann kemur sjálvur. Tað nyttar ikki at ætla sær at skriva ein joiksang. Tá hevur hann onga sál. Joikurin má koma, tá hann ætlar sær. Tí hava summir joiksangarar altíð fartelefonina [...] uppvaksin í Oslo. Sara er úr Kautokeino, úr norska partinum av Samalandi. Sjálvt um bólkurin bert hevur 3 ár á baki, hava tey longu sligið navn sítt fast sum ein hin gitnasti og størsti bólkurin, sum í
samstundis staðfestir hann, at tað er eina og aleina Sambandsflokkurin sjálvur, sum hevur skapt allan trupulleikan og hevur alla skyldina. Hann harmast eisini um, at alt gekk so skjótt fyri seg, at ongin fekk [...] sjálvur hevur skapt og eigur einsamallur og tí er tað skeivt at kasta alt yvir á løgmann. Tí er hetta eisini ein trupulleiki, sum Sambandsflokkurin eigur at loysa einsamallur. Løgmaður hevur bara eina [...] at flokkurin hevði fingið nýggjan landsstýrismann. Tað heldur hann ikki er ílagi. - Bárður Nielsen hevur allan rætt til at siga seg frá, so tað kunnu vit ikki finnast at. Men eg haldi, at øll floksleiðslan