Arbeiðspláss
Enn er ikki heilt greitt, nær Fiskavirking í Suðuroy fer at lata tað stóra flakavirkið í Vági upp.
Fyri einum mánaða síðani kundi Sosialurin ber at tey tíðindi, at Fiskavirking í Suðuroy nú eisini fer at lata tað stóra flakavirkið upp, sum felagið eigur í Vági.
Tá varð mett, at tað fór at taka nakrar vikur at seta útgerð upp og annars gera tað klárt at taka ímóti fiski.
Síðani hava suðuroyingar, og serliga vágbingar, bíðað í spenningi eftir at arbeiðið skal vera á virkinum, men enn røkist ikki fyri nøkrum, hóast ein mánaði er farin.
Og John Nielsen, virkisleiðari hjá Fiskavirking í Suðuroy, sigur, at framvegis er ikki heilt greitt, nær virkið í Vági verður latið upp.
Men ætlanin er í øllum førum ikki, at tað skal verða jólatrøll, leggur hann afturat.
Hann sigur, at dagurin, tá ið virkið í Vági tekur ímóti teirri fyrstu lastini, nærkast alsamt.
-Vit arbeiða framvegis við at gera virkið klárt og er tað ikki latið upp um ein mánað verður tað eitt vónbrot, sigur hann.
Og tá fer Fiskavirking av álvara at undir framleiðslu í Vági, tí ætlanin er at seta fulla ferð á virkið har.
John Nielsen sigur, at hetta er eitt lið í eini ætlan hjá Fiskavirking at umskipa virksemið í Suðuroy.
Hann sigur, at endamálið er at fáa sum mest burturúr báðum virkjunum hjá Fiskavirking í Suðuroy við teirri útgerð, sum er til taks.
So fer tíðin at vísa um møguleiki sum frálíður er fyri at økja um virksemið í Suðuroy.
Virkið á Tvøroyri hevur í summar arbeitt gulllaks og ætlanin er, at tað í framtíðini skal vera gulllaksavirki burturav.
Men tað merkir eisini, at nógv útgerð á virkinum á Tvøroyri, hevur ikki verið í brúki, men hevur staðið óvirkin.
Tí hevur Fiskavirking nú verið í holt við at flyta útgerð av Tvøroyri suður á virkið í Vági og at fáa virksemi í gongd har, so at vit fáa sum mest burturúr báðum virkjunum.
- Virkið í Vági skal vera eitt vanligt flakavirki til botnfisk og ætlanin er at hava so nógv arbeiði har sum gjørligt.
Virkisleiðarin hjá Fiskavirking í Suðuroy heldur at tað er sannlíkt, at virkið í Vági fer at taka ímóti eini 6000-8000 tonsum um árið. Men tað veldst alt um, hvussu tað fer at liggja fyri at fáa rávøru og ongantíð betri um rávørunøgdin kemur upp á 10.000 tons um árið, sigur virkisleiðarin hjá Fiskavirking í Suðuroy.
Hann sigur, at sostatt skuldi helst verið brúk fyri einum 100 arbeiðsfólkum á virkinum í Vági.
Hann staðfestir, at virkið í Vági er eitt tað besta í landinum og tað er í sera góðum standi og tað einasta, sum manglar, er útgerðin. Og so leingi, tað stendur tómt, er talan um deyðan pening og tað fær ongin nakað burturúr.
Ein partur av, at Fiskavirking leggur virksemið í Suðuroy um, er, at hereftir skal høvuðsframleiðslan á virkinum á Tvøroyri vera gulllaksur, akkurát sum tað hevur verið tað í ár.
Í ár hevur virkið á Tvøroyri virkað 4000 tons av gulllaksi og tilsamans hava eini 80 fólk arbeitt á virkinum í vaktum. Ætlanin er at virka eini 4000-5000 tons av gulllaksi á virkinum hvørja vertíð.
Vertíðin til gulllaks er frá um summarið frá í apríl til nú fyrst í oktober.
- Og tann stóra avbjóðingin verður at útvega fólkinum á virkinum á Tvøroyri arbeiði um veturin eisini, uttanfyri gulllaksa-vertíðina.
- Spurningurin er bara, hvussu tað kann gerast. Tað kann gerast við at royna at útvega teimum fólkunum aðra rávøru at virka um veturin. Tað kann eisini gerast við at lata tey - ella ein part av teimum - fylgja við suður til Vágs at arbeiða. Ella tað kann vera ein samanblandingur av báðum.
- Alt hetta er eitt sindur óvist enn, tí tað veldst um umstøðurnar og útlitini, sigur virkisleiðarin hjá Fiskavirking í Suðuroy.