ið Pól Johannessen úr Hvannasundi var 26 ára gamal, skuldi hann gera eitt val. Hann var júst liðugur við maskinskúlan og hevði møguleikan at fara út at sigla. Út har tað ber til at fáa nógvar pengar við [...] seinastu fimm árini, og hann er glaður fyri tíðina. ? Eg kendi tað sum eitt kall at fara í hetta starvið, og eg havi ongantíð angrað tað. Tað man verða trupult at finna eitt arbeiði við slíkum innihaldi [...] einsamøll. ? Eg helt, at tað var bara uttanlands, at fólk sótu einsamøll, men soleiðis er sanniliga eisini í Føroyum. Fólk hava so nógv at gera, at tey hava ikki so góða tíð til gomlu. Tað er ikki tí, at tey
Hesi vístu, at tað ikki vóru komin so nógv arbeiðspláss aftrat í USA, sum væntað ella vónað var. Teir høvdu væntað eini 175.000 arbeiðspláss aftrat, men har komu næstan 20.000 færri. Skuldi tað takast sum [...] sum at vøksturin í búskapinum var um at steðga upp? Ja, so lítið kann fáa ávirkan á valutakursin. USA-rentan er avgerandi Uppá nakað longri sikt er tað kanska heldur rentan í USA, sum ávirkar gongdina í [...] størri ferð. Tað kann ikki skaða føroyska búskapin, sjálvt um hesin gongur eftir serligum reglum ella ongum reglum kanska. "Small is dangerous", sum ein høvundur skrivaði einaferð, og kanska er tað nakað í
høvuðsstaðin Damaskus. Sambært ísraelsku myndugleikunum var hetta ein venjingarlega hjá yvirgangsmonnum, men tað avsanna sýrar. Teir siga, at talan var um eina flóttafólkalegu, men at eingin búði har longur [...] at valið mátti útsetast. Høvuðsorsøkin til at útseta valið var kortini óvissan um, hvørt tann forbodni írski republikanski herurin, IRA, var sinnaður at gevast við sínum harðliga virksemi. Hesin spurningur [...] bræði Forsetin í Sýrialandi, Bashar al-Assad, væntar ikki, at tað verður friður í Miðeystri í bræði. Tvørturímóti heldur hann, at friðurin er longri burturi nú enn nakrantíð. Assad finst hvassliga at ísraelsku
ikki vant tað stóra, tað hevur bara verið, tá tíðin hevur loyvt hesum. Tað hevur ikki verið so stór kapping um plássini, og tað hevur verið rættiliga greitt, at Andras Gango hevur byrjað inni, greiðir Jens [...] fyrenn ímóti dystarenda, var tað ein lætti hjá Heðini Askham, venjara hjá EB/Streymi at sleppa undan tí stóra nervaspælinum. – Vit høvdu á orði á beinkinum hvussu deiligt tað var at kunna sita púra róligur [...] hevði mist bóltin í uppspælinum. 4-0 málið hjá Gert Hansen var framúr gott. Talan var um eitt gott langskot úr 20 metra fjarstøðu. Tá 38. minuttir var Jens Joensen í verjuni hjá NSÍ rikin av vølli, og beint
Vestmanna er Jógvan Durhuus, sum var tingmaður tað mesta av tíðini frá 1970 og fram til síðsta valskeið, tá ið hann viðhvørt var inni fyri Niklaa Petersen, ikki á listanum. Tað hevur onkra ferðina víst seg [...] næstsíðsta valskeiðið var tað Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum. Møguleiki tykist vera fyri, at tað aftur eftir valið týsdagin verður ein eykavaldur tingmaður úr Norðstreymi. Tað kann eitt nú gerast [...] fleiri viðurskifti og umstøður, sum mugu roknast at gera tað uppaftur torførari at meta um gongdina í Norðstreymi, enn tað plagar at vera. Eitt er, at tað fyri tveimum árum síðani fyri fyrstu ferð í rættuliga
at skiparin var dottin úr stólinum. Hann hevði fingið hurðina á seg. Borið var skjótt at við at forða fyri at meira sjógvur kom í skipið og skiparin varð fingin í koyggjuna, har roynt var at fáa hann til [...] og var verjuskipið hjá Ågot umleið klokkan 19 sunnukvøldið. Hóast øll tann nautiska útgerðin umborð á Ågot var farin av sjógvinum, megnaði manningin tó sjálv at sigla skipið til Føroya. Hetta var eisini [...] eisini frægasta loysnin, tí illveður var á leiðini, har Ågot var, og tí varð tað ikki ráðiligt hjá Hvidbjørnen at leggja upp at síðuni á Ågot. Avgjørt varð, at Hvidbjørnen skuldi sigla framman fyri Ågot við
Finansiel Stabilitet var stovnað við fólkatingslóg sum partafelag, ið var undantikið skattskyldu, og sum harvið heldur ikki hevði rætt til skattafrádrátt ella avskrivingar. Seinni var Finansiel Stabilitet [...] slept tveimum milliardum inn í føroyska bankaheimin, og so var tað annars uppgávan hjá nýggja Eik Banka at arbeiða víðari eftir galdandi reglum. Og tað hevur sanniliga verið arbeitt sambært galdandi reglum [...] í vitjanini hjá Fíggjareftirlitinum í september 2010, var minkað 500 milliónir krónur niður í 10,5 milliardir krónur í nýggja bankanum, og tað var tískil ikki 11 milliardir krónur, sum hevði verið grundarlagið
áðrenn Petsi fór av landinum, men tað var ikki fyrr enn Petsi var farin, at Eivør og Arnfríð funnu hvørja aðru. Tær luttóku millum annað báðar í Ársins Songrødd. Tað varð Eivør, ið vann kappingina, men [...] flutti til Klaksvíkar, tá hon var 15 ára gomul, men áðrenn tað búðu tey í grannalagnum hjá ommu Petsi, og soleiðis bar tað til at Petsi og Arnfríð blivu vinkonur. Arnfríð var kanska minni framfør enn hinar [...] ?? Sum smágentur plagdi Petsi, Eivør og Arnfríð javnan at verða inni hjá ommu Petsi, Óluvu Tvørfoss, í Norðragøtu, og tað er eisini inni hjá ommuni at tær hittast aftur í dag fyri fyrstu ferð í 12 ár.
møguleikanum, at tað bar til at vinna eitt stig. Vit vistu, at tað fór at vera tungt, men vit dugdu væl at verja í smáum økjum í verjuspælinum, og tað eydnaðist fyri tað mesta. Tí var tað so harmuligt, at [...] Kekkia. Úrslitið var, at Kekkia vann 1-0. Tað man vera langt síðani, at føroyska liðið hevur verið undir sovornum trýsti, sum tað støðugt var undir í øllum 1. hálvleiki. Føroyska verjuspælið var sera væl skipað [...] Færø var, sum hann hevur verið í bæði landsdystum, og tá ið KÍ hevur verið í Europa, stóri skansin. Fyrstu trý korterini var bólturin mest sum støðugt í og kring føroyska brotsteigin, men tað var sjáldan
innast á landgrunninum, meinast her við sjógvin innan fyri umleið 100 metra dýpi, men tó ikki við sjógv inni á firðum o.líkn., skrivar Havstovan á sínari heimasíðu. Teir báðir hitamátararnir eru sjálvvirkandi [...] Havstovuni vísa, at hitin í sjónum í Skopum broytist javnari (meiri líðandi) enn hitin við Oyrargjógv, og tað bendir á, at sjógvurin í Skopunarfirði er betur blandaður enn í Vestmannasundi, sigur Havstovan. [...] 1969. Tann fyrra serian er tó ikki umboðandi fyri hitan á landgrunninum, av tí at mátistaðið ikki var í nóg væl blandaðum sjógvi. Hitamátingarnar við Mykineshólm eru dagligar hitamátingar í streymasjógvi