NORÐSTREYMOYAR VALDØMI
Eingin ivi er um tað. Sambandsflokkurin, sum burtursæð frá valskeiðnum 1998-2002 hevur átt umboðan í Norðstreymi, er sambært kanningini hóskvøldið so nógv stinnastur, at tað ikki ber til at ímynda sær, at hann ikki fer at fáa fyrra mannin.
Tað er so mikið tætt í kappingini um seinna mannin í Norðstreymi, at tað als ikki ber til at rokna við, hvør fer at verða valdur. Javnaðarflokkurin við 21,3% liggur sambært kanningini hóskvøldið best fyri, men tað er heilt stutt aftur til Tjóðveldisflokkin við 20,4 og Fólkaflokkin við 20,0%. Seinastu tvey árini hevur Tjóðveldisflokkurin átt umboð í Norðstreymi saman við Sambandsflokkinum.
Tað eru fleiri viðurskifti og umstøður, sum mugu roknast at gera tað uppaftur torførari at meta um gongdina í Norðstreymi, enn tað plagar at vera. Eitt er, at tað fyri tveimum árum síðani fyri fyrstu ferð í rættuliga nógv ár eydnaðist bygdunum í Sundalagnum at vinna tingmann. Tað eydnaðist, tá ið Heðin Zachariasen vann eykavalda sessin hjá Fólkaflokkinum. Spurningurin er nú, í hvønn mun tað, at tað eydnaðist seinast, fer at hava við sær, at Heðin fer at fáa størri undirtøku. Tað kann roknast við, at Heðin Zachariasen fer at fáa dygga kapping frá vestmenningum. Fyri tveimum árum síðani vóru tveir vestmenningar á fólkaflokslistanum. Nú er Ingi Olsen, sum seinast var næstfremstur, einsamallur úr Vestmanna á fólkaflokslistanum.
Ein annar spurningur er, hvussu Tjóðveldisflokkurin fer at standa seg í Vestmanna og í Kollafirði. Í Vestmanna er Jógvan Durhuus, sum var tingmaður tað mesta av tíðini frá 1970 og fram til síðsta valskeið, tá ið hann viðhvørt var inni fyri Niklaa Petersen, ikki á listanum. Tað hevur onkra ferðina víst seg, at veljarar ikki bara skifta persón, men eisini kunnu finna upp á at skifta flokk, tá ið tey ikki kunnu atkvøða fyri tí, sum tey annars hava atkvøtt fyri.
Kollfirðingar hava nógvu tær seinastu ferðirnar skift nógv millum flokkar. Teir settu fleiri ferðir Thomas Arabo úr Javnaðarflokkinum á ting, teir hava tikið undir við bæði Terja Davidsen úr Sambandsflokkinum og Jákup Suna Joensen úr Fólkaflokkinum, og seinast settu teir Nikláa Petersen á ting.
Einki er at ivast í, at um tað eydnast Javnaðarflokkinum at varðveita næstfremsta plássið, sum kanningin hóskvøldið legði upp til, at teir hava møguleika at vinna, so verður tað Hans Pauli Strøm, ið fer at verða valdur. Hans Pauli var eykavaldur 1998-2002. Bæði Javnaðarflokkurin í Norðstreymi og Hans Pauli Strøm persónliga høvdu framgongd á valinum fyri tveimum árum síðani, men tað var ikki nóg mikið til at vinna valdømisvaldan tingsess, og eykamaðurin hjá Javnaðarflokkinum flutti í Suðurstreymoy.
Tvær tær seinastu ferðirnar hevur ein eykavaldur tingmaður verið úr Norðstreymi. Síðsta valskeiðið hevur hann, sum sagt, verið Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum og næstsíðsta valskeiðið var tað Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum. Møguleiki tykist vera fyri, at tað aftur eftir valið týsdagin verður ein eykavaldur tingmaður úr Norðstreymi. Tað kann eitt nú gerast veruleiki, um Tjóðveldisflokkurin missir valdømisvalda tingmannin, og um atkvøðubýtið kring landið verður umleið soleiðis, sum tað var í kanningini hóskvøldið.