Eingin grund er til panikk, hóast euro-kursurin fellir

Rolf Guttesen
??????????

Føroyska vinnulívið følir eisini at amerikanski dollarin skiftir virði í mun til euro, tí krónan er bundin at euro. Mánadagin noteraði Europeiski CentralBankin ECB, at nú fekst 1,31 dollar fyri euro. Seinast í farna ári gav ein euro nakað meir, ella 1,36 dollars.
Á TV-støðini CNBC hevur amerikanski fíggjarmálaráðharrin John Snow boðað frá, at stjórnin har vesturi roynir at minka um hallið á gjaldsjavnvágini, fyri á tann hátt at styrkja dollaran.Fríggjadagin í seinastu viku var annars ivi um hvønn vegin dollarin mundi fara at ganga, sum eisini sæst á strikumyndini. Dollarin "ivaðist" eina løtu, tí beint tá hevði amerikanska hagstovan kunngjørt tøl nýggj tøl. Hesi vístu, at tað ikki vóru komin so nógv arbeiðspláss aftrat í USA, sum væntað ella vónað var. Teir høvdu væntað eini 175.000 arbeiðspláss aftrat, men har komu næstan 20.000 færri. Skuldi tað takast sum at vøksturin í búskapinum var um at steðga upp? Ja, so lítið kann fáa ávirkan á valutakursin.
USA-rentan er avgerandi
Uppá nakað longri sikt er tað kanska heldur rentan í USA, sum ávirkar gongdina í dollar-kursinum. Hesum viðvíkjandi sigur danska vinnulívsblaðið Børsen 7. januar, at tann bólkurin hjá Amerikanska CentralBankanum, sum kallast FOMC, stúrir fyri, at inflatiónin í landinum er ein hóttan móti búskaparligum vøkstri. Tá FOMC sigur so, vænta spekulantar beinanvegin, at ein rentuhækkan er konandi í næstum, sum skal mótvirka in-flatión..
Og hægri renta í USA ger tað meiri lokkandi at eiga dollars, og tí fer kursurin á dollars í løtuni skjótt uppeftir. Soleiðis sum vit hava valt av avmynda gongdina í myndini, so bendir hetta kurvuna niðureftir. So fyribils er profetið, um at dollarin mundi fara at krasja, sum umrøtt var í hesum teigi í seinastu viku, útsett fyribils.
Fyrimunir við sterkari dollar
Ein sterkari dollar skuldi givið euro- og krónulondum fyrimunir at útflyta til USA, og kanska harvið eitt trýst á spidaran, so búskaparligi vøksturin í Europa kundi fingið størri ferð. Tað kann ikki skaða føroyska búskapin, sjálvt um hesin gongur eftir serligum reglum ella ongum reglum kanska. "Small is dangerous", sum ein høvundur skrivaði einaferð, og kanska er tað nakað í hesum eisini, sjálvt um tað ikki ljóðar gott.
Aðrar metingar av gongdini
Dagblaðið Politiken úr København hevur eina analysu av støðuni, har J.F. Kirkegaard, sum arbeiðir í Washington DC á Institute for International Economics. Han sigur, at hallið á amerikanska gjaldsjavnan-um krevur at USA hvønn gerðandisdag skal draga 2,5 mia. dollars av út-lendskum kapitali til sín fyri at fíggja hetta hall. Soleiðis kann USA drena ein stóran part, 60-65 %, av tí kapitali sum annars kundi farið til íløgur áðrastaðni, um dollarin skal halda sítt virði. Men seinastu 3 árini er hann so eisini fallin við umleið 35%. Hetta falið kann sigast at fíggja ein part av nevnda halli á gjaldsjavnanum. Sambært Kirkegaard kann dollarin komandi 2-3 árini falla enn meir, so dollarin fæst fyri 4 til 4,50 danskar krónur (í dag kostar hann 5,68 kr). So, kanska er tann seinasta styrking av dollara bert ein ein lítil afturundirgerð, áðrenn fallið heldur fram. Vit fáa at síggja.