Seinastu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki setti EB/Streymur tingini uppá pláss ímóti NSÍ í dystinum við Margáir leygardagin. Ta løtuna skoraðu Daniel Udsen, Pætur Dam Jacobsen og Gert Hansen hvør sítt mál. Tá stóð 4-0 til EB/Streym, tí Leif Niclasen hevði longu stungið sigurskósina út í kortið, tá bert átta minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki.
Fyrsta málið fall aftaná, at NSÍ hevði mist bóltin í uppspælinum. 4-0 málið hjá Gert Hansen var framúr gott. Talan var um eitt gott langskot úr 20 metra fjarstøðu. Tá 38. minuttir var Jens Joensen í verjuni hjá NSÍ rikin av vølli, og beint eftir punkteraðu sundalagsmenn spenningin, sjálvt um Árni Frederiksberg hegnisliga lyfti bóltin uppum landsliðsmálverjan, Réne Tórgarð til støðuna 4-1, sum eisini ,var hálvleiksstøðan.
Comeback
Fasti málverjin hjá NSÍ, Andras Gango var darvaður av einum samanbresti hann fekk við tað fyrsta málið hjá EB/Streymi, og bað um at verða tikin av vøllinum í steðginum. Inn í hansara stað kom tann legendariski Jens Martin Knudsen, sum er vorðin 44 ára gamal.
Áðrenn Jens Martin yvirhøvur kom á vøllin megnaði hann at fáa eitt gult kort, tá hann segði sína hjartans meining við dómaran, Eiler Rasmussen. Jens Martin stóð væl í NSÍ-málinum, og hevði fleiri góðar bjargingar. Hann kundi tó ikki forða Levi Hanssen í at staðfesta sigurin fyri EB/Streym, tá fimm korter vóru farin av dystinum.
Hevur ikki vant nógv
Um sítt brádliga comeback ímóti EB/Streymi leygardagin sigur Jens Martin Knudsen:
– Eg havi síðani Kristian Joensen fór til 07 Vestur játtað at verða back-up málverji hjá NSÍ. Eg havi tó ikki vant tað stóra, tað hevur bara verið, tá tíðin hevur loyvt hesum. Tað hevur ikki verið so stór kapping um plássini, og tað hevur verið rættiliga greitt, at Andras Gango hevur byrjað inni, greiðir Jens Martin Knudsen frá.
– Vit vóru aftanfyri 1-4 við einum manni minni ímóti einum liði, sum liggur væl fyri í kappingini, so tað bleiv ein møtimikil uppgáva. Tað bleiv tosað við stórum stavum í steðginum, har vit settu okkum sum mál at fáa eitt líkinda úrslit. Àðrenn teir koma uppá 5-1 hava vit eisini nakrar góðar málmøguleikar, har Réne Tórgarð bjargar væl.
Í góðari tíð
Aftaná tríggjar 2-1 sigrar á B71, B36 og 07 Vestur, har avgerðin ikki er fallin fyrenn ímóti dystarenda, var tað ein lætti hjá Heðini Askham, venjara hjá EB/Streymi at sleppa undan tí stóra nervaspælinum.
– Vit høvdu á orði á beinkinum hvussu deiligt tað var at kunna sita púra róligur og njóta dystin. Um gongdina annars segði Heðin Askham:
– Hetta var ógvuliga kærkomið. Vit eru í tí støðu, at vit mugu vinna allar dystirnar, sum vit hava eftir, fyri yvirhøvur at kunna gera okkum galdandi. At vinna á NSÍ er ikki lætt, men hesaferð vóru teir eitt sindur skerdir, tí Christian Høgni Jacobsen var ikki við, staðfesti ein fegin Heðin Askham leygarkvøldið.