fekk íblástur og hugskotið til at stovna sítt virkið. Steinur inn- og útflytur steinar og flísar, og størsti parturin av arbeiðinum hjá Hansinu er at samskifta og skipa fyri umvegis internet og telefon. At [...] Útoyggjafelagið fyri skeiðnum Ung og nýskapan á Gjáargarði við Gjógv. 20 ungfólk úr Hattarvík, Kirkju, Hesti, Trøllanesi, Mikladali, Húsum og Skúgvi tóku lut á skeiðnum. Og hugskotini til felags evnið: [...] um kvøldið. Millum annað undirvístu genturnar av Húsum og Mikladali í Line-dansi, og dansað varð bæði væl og leingi. Meginøki og útoyggj Leygardagin vitjaðu luttakarnir á skeiðinum virkið Glarlist á Eiði
En stil mund og en ren hånd priser man i alle land.? Tað er ein dygd, ikki at leypa framav. Tú kanst hava tína meining og vera støðufastur uttan nakað hóvasták og fara avstað í sátt og semju - bera fram [...] ikki so nógvir, men Poul Martin var har. Hann livdi við í bygdini, og tú sást hann til fjals og fjøru. Hann stóð á Brúnni og vrakaði og var røktingamaður í Innandals saman við Alfred Klein í mong ár. Her [...] ein gotiskur katedralur. Her er høgt til lofta og vítt til veggja og súlurnar røkka til skýggja, ei dáni í at Várharra býr ímillum Rustakamb og Róvina, og satt at siga ert tú honum næst, tá ið tú ert staddur
hjá Vilhelminu, og ofta í stovuni. Børn leita sær inn, har tey onkursvegna trívast. Hon hevði keypt sær el-orgul. Og har sótu vit og trallaðu, spældu og sungu. Vilhelmina kundi koma og siga við meg: Jógvan [...] bæði á dekkinum og sum kokki. Hann og Vittus laðaðu millum annað, rundan um Norðurlandahúsið, og stendur tað, sum ein varði har. Jørgen Emil segði mær, at hann arbeiddi saman við teimum, og fortaldi, hvussu [...] Presturin Jákup Reinert, og Kjartan stóðu við kistuna. Ja, segði Jákup, hon ynskti tað soleiðis. Heiðursmedalja frá dronningi lá á kistulokinum. Hettar var ein so sjáldsom og góð mynd og løta inni í stovuni
einans 7 ára gamal, og tey eru tí uppvaksin hjá fastrunum Siggu Mariu og Martinu, ið báðar vóru ógiftar. Pápi var tó nógv í húsinum hjá Eliesari og Stranda-Nicolinu, ið helt hús hjá honum og børnum hansara [...] Sigvaldi og Ludvíki. Hetta var mestsum hansara barnaheim, og mangan góðan bita fekk pápi har í húsinum, og ofta hava vit hoyrt um, tá hann slapp at súpa róman oman av mjólkini hjá Gummu. Sum ung genta var [...] Men hvussu var og ikki, so giftust tey 13.november í 1955 , og settu búgv Norði í Forunum tey kalla, skamt frá kirkjuni. Tey fingu tríggjar synir, Osvald og Egon, sum búgva í Havn og Jónsvein í Svendborg
Søga og bakgrund Føstulávintshaldið verður útint eins og áður, men hevur ment seg við undirhaldi og orkestrum. Endamálið er tað sama – at halda føstulávint og sláa tunnu. Búnin, føroyski dansurin og sangirnir [...] silkiband og rósu, kaskett og myrkar buksur. Øll velja eitt nummar, sum ásetur eina ávísa raðfylgju undir tunnusláingini, og síðani verður marsjerað oman til tunnurnar í røttu raðfylgjuni. Menn og kvinnur [...] tiltakið, og nógv fólk, bæði yngri og eldri, vilja fegin hjálpa til. Atgongumerki til tunnusláing, borðhald og dans verða seld tvær vikur undan tiltakinum. Luttøkan er avmarkað til 180 fólk, og aldursmarkið
nøktandi hátt og hvør situr til borðs til samtalurnar. Vegurin, sum letur alla tínar dýr upp og gevur tær ein stóran vita innan eitt ávíst ella fleiri økið, eitt óavmarkað frælsi og ikki minst og fyri tey flestu [...] vegurin fram til lukku og nøgdsemi. Peningurin og prestigan dríva verkið og her hava okkara unga ættarlið tíverri eitt ótal av fyrimyndum at velja ímillum, bæði innan tad almenna verki og tann privata marknaðin [...] um at kunna polerað, vísa á eitt vakurt cv og skapa alsamt fleiri møguleikar á arbeiðisiplássinum, so er tað ein falliterklæring og eitt skrið í eina skeiva og vandamikla leið. Fremad, march ! Ný útklaknir
minni og dugdi sera væl at greiða frá. Prátingarsom var hon eisini, og dámdi væl at tosa um familjuviðurskiftir og ætt, og so var hon loysingarfólk um ein háls og havnarfólk við stóra H. Sum ung arbeidd [...] Celluni, red.), og seinni flutti hon niðan á Heygsbreyt. Í Rabarbukvarterinum var sum vera man gott at vaksa upp, og har vóru nógv børn og tí altíð lív í. Marius og Rhoda komu at kennast og gjørdust góð [...] so hyggja vit við takksemi aftur á tíðina, hon fekk náði og loyvi at liva, og vit hyggja við vón upp til himmals og biðja Guð um troyst og styrki í sorgini. Rhoda Rubeksen, fødd Árting, var borin í
starvsfólk. Kvinnur og menn, ung og eldri. Trivnaðurin okkara millum lá Ásmundi sterkt á sinni. Tí hava vit einar tríggjar ferðir um árið skipa fyri samverum lærarana millum, har skemt og hugni hava verið [...] vakra og lívsjáttandi í hesum heimi. Tey bæði fingu døturnar Dianu og Nicolinu, sum báðar eru væl undankomnar. Diana og Jákup, versonurin, høvdu júst givið Ásmundi abbasonin Odd. Nú í summar og í heyst [...] mangan áður frískur og ferðugur frá húsum á fjall Uttan fyri Gjógv í Lambalíð. Hann gekk ta somu ódnina, ið hann nú hevði gingið í eina hálva øld. Hann kendi hvønn stíggj og hvørt strik og tráddi kendar ræsur
út so hvørt, og tú málaði, tapetseraði og mangt annað, tú dugdi bara alt, var so røsk. Tú var ein góð kona og ikki minst ein super mamma, tey elskaðu teg, vit sóu hvussu nógv tey vitjaðu og stukku inn á [...] hvønn annan. Tú náddi at fáa 10 ommubørn og eitt langommubarn, tá tú fór. Vit høvdu mangt saman, og bæði Torben og eg føldu okkum altíð vælkomin í tykkara heim, og tað vil eg eiisni takka Dáva fyri. Tað [...] tíðina tú var hjá mær, og á tín stillføra hátt, hjálpti og stuðlaði og var til staðar. Túrurin vit fóru til Stord, at vitja familju, var eisini ógloymandi. Góða Oda, eg sakni teg, og allar tær góðu løturnar
upp á Stongunum í Klaksvík hjá Lisu og Eliseusi Jacobsen. Tey vuksu upp í sama grannalag og vóru ung, tá tey komu at kennast. Tey fingu eitt langt og gott hjúnalag, og man tað verða fáum unt at hava verið [...] Stongunum, og tey tóku mammu við sær og fostraðu hana upp saman við teimum trimum børnunum, tey seinni fingu. Mamma kom at hava tað sera gott hjá Marit og Reinhold. Hon kallaði tey bæði fyri mamma og babba [...] kallaði Ísak fyri pápi. Í Árnafirði átti mamma trý systkin Annu, Ingrid og Torleif, og í Klaksvík somuleiðis trý Davis, Gerdu og Bergur, og hava tey øll 6 verið henni líka kær. Í 1950 giftist mamma við babba