Leygardagurin er stórur dagur í handilssøguni í Vági, og kanska allari Suðuroynni. Tá letur nýggjur handil upp, ella rættari er at siga, at fleiri handlar lata upp. Nýggjur og stásiligur handilsbygningur er reistur við høvuiðsvegin í Vági, og í sær sjálvum er tað rár hending, at handilsbygningar, ið eru bygdir til endamálið, síggja dagsins ljós í útjaðaranum.
Byggja
Søgan byrjar 1. desember í 2005, tá Rakul Borg og Arni Brattaberg keypa Handilin í Toftum, ið er á ovara veg í Vági.
- Vit fingu góða byrjan og fólk tóku sera væl undir, sigur Arni, tá vit hitta hann í nýggja handilsbygninginum, har hann og hjálparfólk stákast við at fáa síðstu snøklarnar uppá pláss, innan latast skal upp leygardagin.
- Skjótt tóktust hølini ov lítil, og vit umhugsaðu at byggja. Vit umhugsaðu fleiri møguleikar, t.d. vestanfyri Suðuroyar Sparikassa og tekning og ætlan vóru gjørd. Síðani umhugsaðu vit at byggja Vesturi í Bø (í Vági, blðm.), men ymiskt kom í vegin fyri ætlanunum. Men so var ognin hjá Thorstein Vilhelm til sølu og vit bjóðaðu. Vit keyptu, uttan at hava tekningar ella ætlan klára, tí økið liggur væl fyri mitt í Vági, greiðir Arni frá.
- Tann 7/7-07 varð felagið Torgið stovnað. Stovnarar vóru Arni Brattaberg, Rakul Borg, Kveiking, ið er grunnur hjá Suðuroyar Sparikassa, og ein Bygdagrunnur frá 1994, ið er ein stuðulsgrunnur, sigur Arni Brattaberg.
- So varð farið at gera tekningar og søkja um byggiloyvi og fígging. Føroya Banki var við uppá hugskotið, og byrjað varð at gravað út og planerað sum skjótast. Stoypiarbeiðið byrjaði í oktober í fjør. Í januar í ár varð húsið reist, sigur Arni Brattaberg.
- Byggiarbeiðið hevur gingið stak væl og alt er gjørt av hondverkarum her á staðnum, og á odda hevur Suðursmíð við Hjalmar Magnusen staðið, og tað er væla hondverk, sigur ein fegin Arni Brattaberg, sum hóast strævnar dagar, fegnast, nú stóri dagurin nærkast.
Fleiri handlar
Hølini eru stór og í tveimum hæddum. Ætlanin var at leiga út í ovaru hæddini.
- Fleiri áhugað vendu sær til okkara, men ongin sáttmáli fekst í lag, so vit fóru sjálvi at hyggja okkum um, og tað endaði so við, at vit nú hava gávuhandilin, ið umboðar merkið Zone. Hesin heldur til á ovarau hæddini, sigur Arni, ið er spentur uppá hetta, tí hann metir hetta vanta í oynni, og hartil er talan um handil, ið hevur breitt úrvæl innan brúkslutir og steintoy, og so er tað eisini í nýmótans sniði.
- Tá alt fall á pláss, vísti onnur áhuga, og ein handil við mótaklæðum til ung verður eisini í húsinum; Klædnabúðin. Sirri er umboðað í húsinum, og er hetta handil, ið er samansettur við umboðan av klædnamerkinum Kansas. Teir tríggir handlarnir á ovaru hæddini hava 300 fermetrar at ráða yvir, sigur Arni.
Hann leggur afturat, at seinni í ár er møguleiki fyri einum leigumáli afturat í húsinum.
- Á 1. hædd er stórur matvøruhandil, ið er einar 300 fermetrar til støddar, og vit eru limir í Samkeyp. Eisini er kiosk, ið eisini selur bakstur. Her hava vit roynt at hava innbúgvið í høgari góðsku, so tað svarar til líknandi sølubúðir norðanfjørðs, sigur Arni.
- Opið torg er so eisini partur av 1, hædd, og torgið er einar 160 fermetrar, Her skulu borð og stólar standa, so talan verður um eitt slag av café-øki. Torgið skal eisini brúkast til serlig tiltøk, um handlar hava brúk fyri tí. Onnur, tað vil siga handlar og stovnar, eru eisini vælkomin at nýta torgið, sigur Arni Brattaberg.
Góðir møguleikar og stórur áhugi
- Vit hava roynt at hava viðurskiftini uttanfyri á sama høga støði, sum viðurskiftini innan. Í samráð við grannan, Føroya Banka, hava vit gjørt parkeringsøki á teirra øki, so í alt eru eini 25 parkeringspláss, sigur Arni.
Arni fegnast um, at stórur áhugi hevur verið millum manna, meðan húsini hava staðið í gerð.
- Og nógv hava hjálpt til, og tað eru vit takksom fyri, sigur Arni.
Vit vóna at kunna liva upp til høgu vónirnar, ið fólk hava. Men vert er at leggja sær í geyma, at hetta er ikki bert handilsmiðstøð fyri Vágbingar, men fyri alla Suðuroynna, sigur Arni Brattaberg.
Lata upp leygardgain
Leygardagin 14 juni letur Torgið so upp. Dyrnar fara upp klokkan 10:00 og ymiskt er á skránni hendan stóra dagin. Enn er alt ikki endaliga fastlagt, men stór mótasýning við klæðum frá Sirri og Kansas verður á skránni.
- Vit vóna at kunna skipa fyri tiltøkum javnan, sigur Arni Brattaberg.
Hann játtar, at tað er við góðum treysti, at hann og Rakul fara undir hesa ætlanina.
- Tað er altíð so, at ein byggir í góðum tíðum, men so koma aldudalar. Men vit halda, at tørvur er á hesum, og tað er eisini tað, ið vit hoyra frá fólki. Vit trúgva uppá tað, hóast íløgan er stór, sigur Arni, sum sigur, at tað hevur verið ein strævin tíð, og at hann stundum hevur havt tekningar og ætlanir við til songar, men hann fegnast um góðu hjálpina, sum familja og vinir og fólk annars, hava sýnt.
Nú eru snøklarnir eftir at fáa á pláss, innan stóra dagin leygardagin, tá Torgið letur upp.










