týdningarmest fyri at fáa eitt gott tilknýtið til síni foreldur. Harvið høvdu øll børn eisini verið javnsett, soleiðis at ikki bert tey børnini, har foreldrini hava møguleika ella hug at bíða við at fara út á [...] soleiðis koyrir retorikkurin. Ei undur í at foreldur kenna seg illa og vilja leita sær aðrar møguleikar at tilrættisleggja sær arbeiðslívið, soleiðis at tey kunnu vera saman við børnunum sum longst. Ikki [...] vandamikið at reika runt tey støð, ið fyrr vóru savningarstað fyri børnini. Tí er ein størri tørvur á “professionellar” stovnar. Har børnini fyrr fóru út í garðin, í tún ella á vegin at spæla - fara tey í dag
ferðin, at Føroyar og Liktinstein hittust í landsdysti, og hetta var fjórða ferðin, at Føroyar vunnu fulla úrtøku. Hinar ferðirnar vóru úrslitini 1-0, 1-0 og 3-1. Eina løtu var tað nógv, sum bendi á, at talan [...] gula kortið eftir at hava gjørt fríspark. Tað er ikki frítt av illstøðu millum spælararnar, eftir at dómarin hevur bríkslað. 06) 0-1 Tað var eftir innlegg frá Bárði J. Hansen í høgru, at Brandur H. Olsen [...] við Trónd Arge, ítróttarredaktør í Miðlahúsinum, í Marbella í gjár, at ætlanin er, at nógvir av teimum, sum eru á beinkinum fara at verða skiftir inn í seinna hálvleiki.
Føðingardagsbarnið vónar sjálvandi, at hópur av gestum koma á gátt, so talan verður um stuttligan og gevandi føðingardag. Tað var longu í 1930, at menn byrjaðu at tosa um at stovna annað felag enn HB, sum tá [...] millum fleiri av limunum í skotfelagnum og Bóndafelagnum, og ein dagin helt Eidesgaard fyri, at teir bara áttu at stovna sítt egna felag. Hóast felagið ikki varð stovnað formliga fyrr enn í 1936, so var tað [...] opið hús í Gundadali frá klokkan 14. Og einum góðum føðingardegi líkt, so verður ein køkubiti at fáa, umframt at nøkur góð orð helst eisini kunnu hoyrast. Undirhald til børnini er eisini partur av skránni
hugt verður eftir hvønn tjóðskap tey ferðandi hava, ið gistu í Føroyum í 2015, sæst, at tað serliga eru danir, ið vitja í Føroyum. Hagstova Føroyar upplýsir nevniliga, at 33 prosent av øllum gistingum vóru [...] er tað bólkurin, ið Hagstovan nevnir fyri fólk úr øðrum europeiskum londum uttan fyri Norðurlond. Tey áttu 19 prosent av gistingunum, meðan 17% koma úr øðrum Norðurlondum enn Danmark og Føroyum.
Javnaðarflokkinum frá 1973 til 1987. Hann var giftur við Ingrid Kvist Pedersen, sum doyði í 1997. Tey áttu børnini Peter, Lars, Mette og Kirsten. Anker Jørgensen sovnaði stillisliga í deyðin við sínum [...] tuberklum, og sum fimm ára gamal var Anker Jørgensen foreldraleysur. Hann flutti tá til fastur sína at búgva. Politiska yrkisleiðin hjá Anker Jørgensen byrjaði, tá hann sum 28 ára gamal varð valdur til [...] forsætisráðharri, tá Jens Otto Krag brádliga legði frá sær sum forsætisráðharri dagin eftir fólkaatkvøðuna um EF limaskapin, 3. oktober í 1972.
málið”, skrivar Jógvan Arge. Hvítanesfólk fingu ein hvøkk, tá tey frættu, at vegurin til Eysturoyartunnilin skuldi leggjast nær bygdini, uttan at tey vóru so mikið sum kunnað, áðrenn arbeiðið fór í gongd. Staðbundna [...] eftir, at arbeiðið byrjaði. - Borgararnir á Hvítanesi vóru sera harmir um innkomuvegin; serliga at hann liggur so nær bygdini, sum hann ger. - Fyri mong var hetta fyrstu ferð, at nakað ítøkiligt var at hoyra [...] Heðin Mortensen um at fáa mótmælið frá staðbundnu nevndini á Hvítanesi fyri á býráðsfundi hóskvøldið. Hann hevur í dag sent borgarstjóranum og kommunustjóranum hesa áheitan: Vit áttu at tikið skrivið frá
sigur Amnesty. Amnesty vísir á, at vit hava samtykt, og staðfest, at samkynd hava sama virði sum øll onnur í samfelagnum. - Vit hava eisini viðurkent, at fólk eiga ikki at vera fyri mismuni vegna kynsliga [...] Amnesty International er at stríðast ímóti mismuni. Og tí nýtir felagsskapurin høvi at minna á, at eftir ST sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi, hava Føroyar bundið seg til at halda grein 26 í sáttmálanum [...] hugsanir. Vit áttu øll at verið viðfarin á sama hátt." Soleiðis byrjar Heimsyvirlýsingin um mannarættindi frá 1948, og uppgávan hjá okkum er at endurskapa endamálið við hesum orðum, so tey hóska til skiftandi
førd í varðhaldið í Klaksvík at sova rúsin av sær. Annars hevur løgreglan aftur kannað skeinkistøð ymsastaðni í nátt at vita, um øll viðirskifti vóru sum tey áttu, og tað vóru tey. [...] fær bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tá ið hann var so ólátaður og ágangandi í sínum atburði, at tey ringdu eftir løgregluni. Løgreglan tók eisini eina kvinnu upp, sum so var so drukkin, at hon kláraði [...] Kollafjørð, og táið løgreglan máldi ferðina, hann hevði, vísti tað seg, at hann koyrdi 111 kilometrar um tíman, har tað annars bara er loyvt at koyra 50. So hann misti koyrikortið á staðnum, sigur løgreglan. Annars
Sørvági. Gamaní vóru tey komin inn í grindaøkið, men einans tí at tangenturin rakti eitt sindur ov langt inn í sirkulin, ikki tí at tey sigldu tvørtur um. - Tað er láturligt, at tey skulu fáa 60.000 krónur [...] grind at snara. Sea Shepherd hevur ongantíð bjargað nøkrum hvali á hendan hátt, sigur hann. Hann heldur, at um ikki rætturin avvísir alt málið, so eiga bøturnar at vera nógv lækkaðar. Hann vísir á, at tey [...] er sannførdur um, at tað hevur als onga ávirkan á eina grind, sum verður rikin av 50 bátum, at ein persónur rennur út í sjóvarmálan framman fyri grindina. - Tað er tað reina møsn, at ein einsamallur maður
Eg vænti at onkur stillar upp úr hesi kommununi. Trupulleikin er, at tað verður stillað upp politiskt, ið eg haldi ikki átti at verið í kommunuvalum, men soleiðis er tað bara. Men onkur fer at stilla upp [...] kommunur í økinum áttu at fylt leistinum hjá Húsar kommunu, er borgarstjórin heldur varin við at svara. - Eg kann ikki svara fyri aðrar kommunur. Men eg meti, at fyri kommunur í okkara stødd, so er tað ikki nakað [...] annars vænti eg, at kommunan fer at lurta eftir borgarunum her. Tað eru fleiri aðrar smærri kommunur í Norðoyggjum, ið ikki hava lagt saman við Klaksvíkar kommunu. Spurdur um hann metir, at aðrar kommunur