Flestu ferðafólkini eru donsk

Tá hugt verður eftir hvønn tjóðskap tey ferðandi hava, ið gistu í Føroyum í 2015, sæst, at tað serliga eru danir, ið vitja í Føroyum.


Hagstova Føroyar upplýsir nevniliga, at 33 prosent av øllum gistingum vóru frá fólki við bústaði í Danmark, meðan føroyingar vóru á øðrum plássi við 27 prosent av gistingunum.


Síðani er tað bólkurin, ið Hagstovan nevnir fyri fólk úr øðrum europeiskum londum uttan fyri Norðurlond. Tey áttu 19 prosent av gistingunum, meðan 17% koma úr øðrum Norðurlondum enn Danmark og Føroyum.