- Vit hava sæð málingina á vegginum í nógv harrans ár. Hetta er vegurin, tað hava vit sæð leingi. Sjálvandi er tað løgið, at tað verður einki lokal val komandi ár, men eg haldi tað verður nógv betri.
Tað sigur Magni Garðalíð, seinasti borgarstjóri í Húsar kommunu, tá in.fo møtti hann beint aftaná, at hann hevði undirskrivað skjalið, ið staðfestir at Húsar kommuna leggur saman við Klaksvíkar kommunu 1. januar 2017.
Hóast íbúgvarnir í Húsum og Syðradali einans eru ein lítil partur av nýggju kommununi, so óttast borgarstjórin ikki fyri, at tey ikki verða hoyrd framyvir.
- Eg vænti at onkur stillar upp úr hesi kommununi. Trupulleikin er, at tað verður stillað upp politiskt, ið eg haldi ikki átti at verið í kommunuvalum, men soleiðis er tað bara. Men onkur fer at stilla upp, og annars vænti eg, at kommunan fer at lurta eftir borgarunum her.
Tað eru fleiri aðrar smærri kommunur í Norðoyggjum, ið ikki hava lagt saman við Klaksvíkar kommunu. Spurdur um hann metir, at aðrar kommunur í økinum áttu at fylt leistinum hjá Húsar kommunu, er borgarstjórin heldur varin við at svara.
- Eg kann ikki svara fyri aðrar kommunur. Men eg meti, at fyri kommunur í okkara stødd, so er tað ikki nakað annar vegur.

Magni Garðalíð, seinasti borgarstjóri í Húsa kommunu.
- Eingin annar vegur