matematiskt geni ella teldufrøðingur. Hann er 28 ára gamal, úr Runavík og lesur stjórnmálafrøði í Århus. Hann er fótbóltsáhugaður. Heldur við NSÍ og stuðlar føroyska fótbóltslandsliðnum. Eftir sigurin á Estlandi [...] sett omanfyri Føroyar, og tað undraði Jákup Emil Hansen, sum síðani fór undir at rokna upp á úrslitini, júst á sama hátt sum FIFA ger tað. Jákup Emil hugdi eisini eftir heimasíðuni football-rankings.info [...] fagnaðist hann sum øll onnur. Men Jákup Emil hugsaði eisini um, hvussu hetta fór at ávirka støðu okkara á styrkislistanum hjá FIFA. Beinanvegin gjørdist honum greitt, at hetta fór at vera ómetaliga spennandi
at hann ikki enn hevur verið á besta liðnum í ár. Tóki á Lofti er ivasamur, tí hann er skaddur í lærkrikanum. Rói Zachariasen var millum stólparnar frá fyrsta bríksli á Eiði, men hann noyddist at gevast [...] Landsliðið verður úttikið í morgin. Teitur hevur ikki verið á vøllinum síðani 25. juni, og tí er lítið, sum bendir á, at hann nú verður førur fyri at spæla á landsliðnum. Samuel Johansen Chukwudi er vøddaskaddur [...] stig síðani í ólavsøkuumfarinum, tá ið tað endaði við 3-1 heimasigri ímóti B68. Fyrr í ár hevur HB á heimavølli vunnið 4-0 og 5-0 ímóti AB.
ostaskorpan á lofti fyri fyrstu ferð í ár. At vágamenn í ein hálvan tíma vóru undirmannaðir vísti seg at vera ógvuliga kostnaðarmikið. Heimaliðið var frammanfyri 1-0, tá ið reyða kortið var á lofti. Longu í [...] vongverji í vinstru. Í triðja umfari fer HB leygardagin 30. mars at spæla á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og tá fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti Víkingi. [...] HB er á veg úr Vágum við trimum stigum. Úrslitið ímóti 07 Vestur var 2-1 til HB. Harvið hevur HB fulla úrtøku eftir tvey umfør, og harvið hevur 07 Vestur framvegis einki stig vunnið. Tá ið ein tími var
øðini, tá teir fingu 1-0 málið: ? Linjuverjin hevði flaggið á lofti og tók tað so niður aftur. Eg royndi at vísa bæði dómaranum og linjuverjanum á hetta, men teir lótu sum luft. Hatta var ikki rætt, segði [...] verjan at byrgja uppfyri, so eingin skaði stóðst av, segði málverjin og mintist aftur á dystin móti Grikkalandi á Kreta 15. november 1995, tá eitt mál kom av einum kiksaðum málsparki. Bíligt mál Skaðin [...] fyri seg, tá teir skoraðu fyrra málið? ? Bæði John Petersen og eg steðgaðu eitt sindur á, tí tveir bóltar vóru á vøllinum. Tað var maðurin hjá John, sum skoraði, og nú iðri eg meg um, at eg ikki sparkaði
at valdsharrarnir tóku lívið av yrkjaranum. Í einum saltílati á Kuba Í partinum við heitinum ”Topp Tíggju Listin” verður Gud havdur á lofti í ymiskum samanhangi. Jødiskir rithøvundar gjørdu hann kendan [...] góða ella ringa, sum er gjørt í Guds navni verður havt á lofti, men loksins endar Gud sum í einum ævintýri úr ”Túsund nætur og ein” í einum saltílati á Kuba! Yrkingarnar í ”Dagar við óútrokniligum ljómi” [...] honum allan sigarettpakkan hjá sær, hann sigur frá átjan minuttum av holdsins kærleika inni á wc’num umborð á skipi í Nuuk, spyr um tað finst eitt loyniligt skjal, sum er undirskrivað av Gudi, ið gevur
enntá inn til okkum. Kassin lat dyrnar upp á víðan vegg til mentunnarheim Jógvans og meðan tað fjaraði skjótt í løginum, vóru yrkingar havdar á lofti, við tárum á kinn. Platon varð vigaður upp móti lærum [...] bíta einaferð teir skuldu fara á fjall og yvirallsbuksurnar vóru sjónskari stoppaðar enn nakrantíð. Tá tók Esmar Dahl, bóndi, sáli til: »Jamen góðasti Jógvan, kemur tú á fjall við broderaðum gini.« Og [...] hevði vakt hansara áhuga fyri bókmentum. Hans Marius, sum kom nógv í barnaheimi á Grundlendi, var anna orðið, tá góða lag var á Jógvan Bónda. Í stovuni hjá Jógvan sá eg fyrsta bókasavnið í lívinum. Einir fýra
nir á arbeiðsmarknaðinum, sum ikki íðka ítrótt, sigur Poul Michelsen. Hann leggur dent á, at vit hava við menniskju og mannalagnur at gera, og tískil skal málið við virðing og varðsemi viðgerast á borðbaran [...] skuldi verðið sett at orða ein breiðan, føroyskan útlendingapolitikk, sum í løtuni hongur í leysum lofti. - So kundi semja verið fingin um sjálvan yvirornaða útlendingapolitikkin, áðrenn viðgerðin av einum [...] nøkur avgerð verður tikin. Snýr seg ikki bert um ítrótt Poul Michelsen heldur, at málið um útlendingar á snæðurskygdan hátt bert er vent ímóti ítróttarfólkunum og ítróttini. - Tað er rætt, at avgerð lands
sum lógu á loftinum í skúlanum í Saltnesi. Hetta kann hava skapt hugflogið hjá Jógvani. Tey vóru seks systkin, og av teimum fóru hesir tríggir til Klaksvíkar og komu teir at seta síni merki á nýggju h [...] verða greiddar á staðnum. Hetta minkaði um mistar útróðrardagar. Jógvan var til lands á sumri, og so arbeiddi hann í smiðjuni um veturin. Í 1901 giftist Jógvan við Magdalenu dóttir Poul á Dalinum í Uppsølum [...] íslendskir søgumenn hava váttað, at tað vóru føroyingar, ið komu til lands á Eysturlandinum, sum lærdu íslendingar á hesum leiðum at fiska og at virka fiskin. Men sjálvsagt hava føroyingar eisini
heilsa upp á føðingardagsbarnið, og blíður og prátingarsamur, sum Jóhannes altið er, gav hann sær góðar stundir at heilsa upp á gestirnar. Tá teir gott 400 gestirnir høvdu sett seg, trinu Páll á Lakjuni og [...] dagin á Hotel Føroyum, saman við familju, starvsfólkum, vinum og kenningum. Jóhannes lýsti í bløðunum at øll vóru vælkomin. Hetta er fyrstu ferð, at Jóhannes Berg velur at halda ein føðingardag á hesum [...] og Hjørleif Vang fram á pallin, sum vóru menninir, ið skuldu stýra kvøldinum, og tað gjørdu teir óføra gott. Hjørleif gav gestunum eina hylling av skránni, og Páll setti hol á kvøldið við tí fyrsta fe
bendir á, at jólini eru í hondum, so hevur hetta ikki ávirkað tey í Barnagarðinum á Konmansmýru í Havn. Inni í Túgvuni, sum er ein av teimum trimum stovunum í barnagarðinum, er pyntað frá lofti til gólv [...] vóru foreldrini eisini við, og dansað varð jólatræ og jólamaðurin var eisini á vitjan. Vár, sum er trý ár, situr við ein enda á borðinum. Hon hevur klipt sær ein jólamann, og nú situr hon hugagóð og litar [...] eru hvítar. - Glitur at líma upp á pyntið dámar børnunum ógvuliga væl, siga Emi og Maria. Og um hugt varð runt um borðið, so sótu mín sann næstan øll og límaðu glitur á jólamenninar og trøini. Um ikki so