Hann var ein partur av bygdini, í bøttum yviralls klæðum og alpuhúgvu, stórum svørtum eygnabrún og eitt sindur boygdur framá á ellisárum. Hann var ein provo í verumáta og eisini hvussu hann gekk ílatin gerandis. Hann legði ikki eitt plagg frá sær, uttan at tað var so útslitið, at ongin dugur var í tí longur. Tað gav at bíta einaferð teir skuldu fara á fjall og yvirallsbuksurnar vóru sjónskari stoppaðar enn nakrantíð. Tá tók Esmar Dahl, bóndi, sáli til: »Jamen góðasti Jógvan, kemur tú á fjall við broderaðum gini.« Og tað var ikki undarligt at Esmar undraðis, tí siður var í Oyndarfirði at fara í góðum, reinum og heilum klæðum á fjall.
Og hví so skriva um ein serling, ein gamlan drong, millum manna mangan eitt tvørball, sum næstan alt sítt lív hevði hildið seg innannesja í Oyndarfirði og sum púrasta einki helt um nýggju tíðina, íð eg eri eitt barn av.
Jú, tí Jógvan Bóndi fekk stóran týdning fyri meg og mín uppvøkstur. Hóast karmurin um verðsliga lívið var í Oyndarfirði, so ferð- aðist hugur hansara víða um, hann hevði stóran áhuga fyri heimspeki, søgu og bókmentum, og hann vakti ein neista í mær, við at oysa av tí hann hevði nomið sær av griskum heimsspekingum fyrst og síðan teimum sum fylgdu upp gjøgnum tíðina. Hann helt so øgiliga nógv av abbabeiggja mínum, Hans Marius Eidesgaard, skaldi, og hesin hevði vakt hansara áhuga fyri bókmentum. Hans Marius, sum kom nógv í barnaheimi á Grundlendi, var anna orðið, tá góða lag var á Jógvan Bónda.
Í stovuni hjá Jógvan sá eg fyrsta bókasavnið í lívinum. Einir fýra favnar av bókum og eg helt hetta var ein øgilig rúgva. Onkra bókina lænti eg, og aðrar hoyrdi eg hann oysa av. Eg skilti ikki so nógv av tí hann greiddi frá, men kendi tað aftur seinni í lívinum, tá mítt forvitni leitaði somu slóðir sum Jógvans.
Í allari almindiligheit, so varð tað ikki hildið so nógv um tað sum Jógvan læs, millum bygdarmenninar í Oyndarfirði. Her var toskur annað orðið, missión, seyður, jørð, pengar og vanlig neringssorg. Hvat skulu vit við hasum høgt flúgvandi tvætlinum. Tú lesir bara fyri gera teg klókari enn hini, at hevja teg upp um okkum, var vanlig hugsan. Men Jógvan legði sektin á, honum dámdi hugsaninar uttan úr heimi, og ein lítil rebellur var hann. Hann elskaði Zola og Goethe. Og hesin seinni er kendur fyri at siga, at kennir tú ikki søguna minst 3000 ár aftur í tíðina, so livir tú frá hondini til munnin.
Pápi mín Leivur, Frits og Jógvan Bóndi vóru vinmenn. Teir vóru ikki heilt javngamlir, pápi var yngst, Jógvan fylti á flaggdegnum hvørt ár og Frits tókst ikki við nakað so verðsligt sum føðingardagar, hóast hann eldist eitt ár hvør árið eins og øll onnur. Nú er tann seinasti farin av hesum vinmonnum og minnini reika. Og tað eru flógvir tankar eg havi um teir tríggjar, nú eg siti og skrivi og síggi teir fyri mær, fyrr á lívsleiðini.
Onkuntíð varð í allari hemmiligheit ein kassi bestiltur av vinmonnunum og so bleiv hann smuglaður av posthúsinum hjá Posta Lenu og antin niðan til Jógvan, heim til Frits og enntá inn til okkum. Kassin lat dyrnar upp á víðan vegg til mentunnarheim Jógvans og meðan tað fjaraði skjótt í løginum, vóru yrkingar havdar á lofti, við tárum á kinn. Platon varð vigaður upp móti lærumeistaranum Sokrates og Poul F bleiv lyftur himmal høgt sum geni og spottari alt eftir hvussu lagið var, og hvussu langt var ligið út á náttina. Dagarnar aftaná sást hann ikki. Tað segðist, at tungsinnið hvíldi yvir honum og nátt var í sál, har hann sat einsamallur í einbýli sínum, meðan hann ernerdi seg við niðursodnaðari frukt úr blikkum fyri at vinna heilsuna aftur Tá tú so hitti hann aftur, uppafturstadnan, og minti hann á onkra geniala poetiska útlegging, hann hevði snikkað til í verstskapinum, so svaraði hann smílandi. »Jæ, jæ, jæ, forstendur tú! Og so einki meira um tað. Lívið gekk víðari, ein dag í senn.
Og lívið gekk víðari hjá Jógvani í tí stilla gerningi at vera bóndi. Jógvan dámdi væl vísa Salomon í Halgu bók og lat okkum byrja hendan parti av lívi hans við einum av orðtøkum Salomons. »Lat ein annan rósa tær og ikki tín egna munn, ein fremmandan og ikki tínar egnu varrar.« Orðt. 27.2
Jógvan var bóndi og tann næstseinasti av røðini av Grundlendsbóndum í óbrotnari linju nógv ættarlið aftur í tíðina. Um Jógvan var bóndi, tí hann hevði hug, ella tí hann skuldi vera tað, havi ongantíð fingð rættuliga greiðu yvir. Men bóndi var hann burturav og hann bar ikki bara arvin víðari. Hann legði slett ikki so lítið eftir seg sum bóndi. Avrikini tala fyri seg, hóast tað hevur verið lítið mett, tað menn leggja í jørðina, síðan Føroyar broyttust frá at vera eitt bóndasamfelag til fiskiveiðusamfelag. Hetta eru skrivaðar heilar bøkur um.
Jógvan fór sum ungur á royndarstøðina í Hoyvík at nema sær kunnleika til nútímans jarðarbrúk. Og tú sær tað aftur í bønum, at hann lærdi í Hoyvík. Garðurin er fimm merkur og Jógvan velti hann, næstan allan, frá gomlum kornteigalendi til stórar samanlagdar teigar, sum maskinur kundu arbeiða á. Jógvan var av kvikastu veltarum. Ongin í Oyndarfirði velti so stórar bøkkar sum hann. Trý stikk við hvassa spakanum, síðan upp í luftina og har lá hann snøggur, svartur og blankur og passaði fullkomiliga millum hinar bøkkarnar, íð lógu við svørinum niður. Eg royndi, at gera honum kunstin eftir, Petur farbróður við, men ikki fingu vit teir so snøggar sum Jógvan. Har var einki gart og hann velti dupult so skjótt sum vit. Og so fekk hann ein traktor, eg var smádrongur tá. Framman fyri traktorin, ið eisini var sláimaskina, var ein vognur og tað var eitt satt rumsterilsi í bygdini, tá Jógvan fyrstu dagarnar koyrdi við traktorinum, við einum riðli av smádreingjum kring seg.
Jógvan var arbeiðssamur og lítið sást til hann. Hagin var tá, áðrenn vegurin kom í 1968, sera óhøgligur og hetta steðgaði ikki Jógvan at byggja ikki færri enn trý seyðhús av Fløðhamri og fram á Rust. Alt hetta er gjørt í mínari tíð og tilfarið borið á herðum Jógvans. Jógvan gjørdi mannsverk millum høg fjøll í einum tí herviligasta kavaplássi í landinum. Hann gjørdi mannsverk einsamallur, nógv legði hann eftir seg og lítið rós fekk hann fyri tað.
Jógvan skilti ongantíð landbúnaðin í Føroyum í dag. At alt græsið í Oyndarfirði varð koyrt niður í seyð. Hetta var heilt vitleyst í hansara verð, tí tað sum fekkst burtur úr øllum stríðnum av hoygging, at draga og leggja fyri, stóð slett ikki í mun til tað sum sást aftur á ásinum í hjallinum. Seyður í Oyndarfirði vigar vanliga millum 24-32 pund, um hann einki hoyggj fær. Gevur tú honum allan veturin inni, so hækkar vektin nøkur fá pund, men hetta stendur slett ikki mát við stríðið. Tá Jógvan var ungur, fór hoyggið niður í neyt, sum síðan góvu mjólk. Seyður var slett ikki tikin inn og fekk bara stutta tíð á árinum, ring ár. Tey flestu hoyggjhús í Oyndarfirði eru bygd í Jógvansa tíð og bara verðagjólvingar vórðu tiknir inn.
At so Jógvan var slóðbrótari, og gjørdist seyðabóndi seinastu árini, hann sat við festinum, kann man júst takka framskygninum fyri. Hann bygdi fjós inni í Prestbø og fór undir at geva súrhoyggj. Men vanlagna kom í og tey fýra neytini doyðu øll av spillu í súrhoygginum. Eg gloymi ongantíð aftur sum smádrongur, dagin, tá neytini vóru drigin eftir halanum oman í bygdina og vórðu koyrd burtur. Ein dyggur smeitur var hetta fyri Grundlendsbóndan.
Lívið er ein bíðirøð. Vit liva okkara avmáldu tíð og tá vit fara, koma onnur til. Pláss er ikki fyri øllum, flytir deyðin okkum ikki inn í ævinleikan, sum er absolutta hæddarpunktið í lívinum.
Jógvan bóndi er farin, hansara næstu fara at sakna hann, vit í grannalagnum fara eisini at sakna hann, bygdin fer at sakna hann. Eg minnist hann við einum smíli og takki honum fyri vinarlagið og fyri tann lærdóm eg nam, tí hann var akkurát sum hann var.
Friður verið við minninum og vit síggjast Jógvan Bóndi