Jól í Túgvuni

Í Barnagarðinum á Konmansmýru eru tey veruliga komin í jólahýr. Børnini klippa jólapynt og gera klárt til jóla. Jólaveitslan hevur longu verið, men enn bíðar jóladøgurðin, har børnini eisini hava ein leiklut

Hóast veðrið als ikki bendir á, at jólini eru í hondum, so hevur hetta ikki ávirkað tey í Barnagarðinum á Konmansmýru í Havn. Inni í Túgvuni, sum er ein av teimum trimum stovunum í barnagarðinum, er pyntað frá lofti til gólv, og eru tað børnini, sum hava staðið fyri meginpartinum.
Í vindeyganum eru perur og ljós, og runt alla stovuna hanga einglar, jólastjørnur, kramarhúsar, nissur og annað, sum bendir á, at jólini nærkast við stórum fetum.
Nógvur gangur er inni, og nøkur børn sita rundan um eitt borð og klippa jólapynt. Onnur spæla í stóra spælihúsinum, sum eisini er pyntað við nissum, jólaperum og øðrum.
Loyniligar jólagávur
? Nú til jóla hava vit klipt stjørnur, nissuhúgvur, kramarhúsar, jólatrø og so víðari, sigur Emi, sum er ein av teimum, sum starvast í Túgvuni.
? Vit hava eisini gjørt jólagávur til foreldrini, men vit kunnu ikki fortelja tykkum, hvat tað er, tí tað er loyniligt.
Í vindeygakarminum standa í dag 11 ljós. Hetta er ársins jólakalendari. Hvønn dag verður eitt nýtt ljós tendrað.
Í Túgvuni eru 18 børn frá 3 ? 6 ár. Fitt eru tey. Tey fjeppast uppi í fotografinum og spyrja, um hann tímur at taka mynd av teimum. Ósmæðin barnahjørtu.
Við borðið sita tey við saksi, lími, glitur og nógvum pappíri og klippa. Millum hesi situr Rani, sum eisini hevur klipt sær eitt jólatræ. Hann er fimm ár.
? Eg gleði meg til jólar, sigur hann smílandi.
? Eg veit ikki ordiliga, hvat eg ynski mær, men eg fari at hyggja í BR-blaðið, so veit eg, hvat eg ynski mær í jólagávu.
Tá spurt verður, hvat hann plagar at fáa, svarar hann bara, at tað er alt møguligt.
Í eini skál standa mandarinir. Angurin av mandarinum ger tað bara uppaftur jólaligari inni í stovuni.
Túgvan hevur longu havt jólaveitslu. Tá vóru foreldrini eisini við, og dansað varð jólatræ og jólamaðurin var eisini á vitjan.
Vár, sum er trý ár, situr við ein enda á borðinum. Hon hevur klipt sær ein jólamann, og nú situr hon hugagóð og litar hann við blýanti.
? Tá eg var lítil, hevði eg ein grønan saks, sum er til lám, sigur hon.
Jólamaðurin er nú næstan svartur av allari litingini. Men buksurnar eru hvítar.
- Glitur at líma upp á pyntið dámar børnunum ógvuliga væl, siga Emi og Maria. Og um hugt varð runt um borðið, so sótu mín sann næstan øll og límaðu glitur á jólamenninar og trøini.
Um ikki so leingi verður jóladøgurði. Til hetta høvið hava børnini klipt okkurt serligt til gløsini sum tey skulu drekka úr. Eisini hava tey klipt eina kurv í part, tí tey hava eisini gjørt bomm, sum tey skulu leggja í hana.
Millummáli nærkast, og børnini byrja at gerast ótolin. Tey fara út í gongina at renna, men koma skjótt innaftur. Vit takka fyri okkum, og fara útaftur. Sólin hevur hug at kaga fram, og meðan vit ganga, rópa børnini bei eftir okkum.