- Í løtuni situr ein tingmanning og viðgerð eitt mál, sum eingin hevur innlit í, og tískil mugu vit fara eftir rótini í málinum, sigur ein avgjørdur Poul Michelsen, sum mikudagin tók orðið undir orðaskiftinum í tinginum um nógv umtalaðu útlendingarnar.
Poul Michelsen heldur, at avgerðin hjá Jógvani við Keldu um, at ítróttarfeløgini skulu gjalda 60% av lønini til útlendsk ítróttafólk, er tikin ov skundisliga.
- Semja tykist eisini vera í samgonguni um, at avgerðin um útlendingar í øllum førum eigur at bíða, til málið er viðgjørt frá grundini, heldur Poul Michelsen.
Grein 25 nevnd
Uppskotið hjá tingliminum í Fólkaflokkinum er, at ein serstøk grein 25 nevnd við umboðum úr øllum flokkum burturav skuldi verðið sett at orða ein breiðan, føroyskan útlendingapolitikk, sum í løtuni hongur í leysum lofti.
- So kundi semja verið fingin um sjálvan yvirornaða útlendingapolitikkin, áðrenn viðgerðin av einum serstøkum og avmarkaðum máli fór í gongd, sum málið um útlendsk ítróttafólk er, heldur Poul Michelsen.
Tingmaðurin úr Fólkaflokkinum heldur, at hetta skuldi verðið gjørt fyri langari tíð síðani, tí so hevði sloppist undan hesum háfloykta kjakinum um útlendsku ítróttafólkini, sum nú skulu hava minst 60% av lønini frá feløgunum.
- Eg veit satt at siga ikki, hvaðani Jógvan við Keldu hevur hatta talið, og júst hendan vantandi vitanini og innlitið er eitt høvuðseyðkenni í øllum kjakinum, sigur Poul Michelsen, sum tí mælir til eitt bakka og taka málið frá grundini, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.
Snýr seg ikki bert um ítrótt
Poul Michelsen heldur, at málið um útlendingar á snæðurskygdan hátt bert er vent ímóti ítróttarfólkunum og ítróttini.
- Tað er rætt, at avgerð landsstýrismansins í stóran mun ávirkar ítróttin, men eg hugsi eins nógv um teir 650 útlendingarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum ikki íðka ítrótt, sigur Poul Michelsen.
Hann leggur dent á, at vit hava við menniskju og mannalagnur at gera, og tískil skal málið við virðing og varðsemi viðgerast á borðbaran hátt, sum talan ikki hevur verið um enn.
- Higartil er ein yvirlýsing kroyst yvir øll, uttan at nøkur viðgerð og nøkur semja er funnin, eins og hon á mótsættan hátt varð í undanfarnu samgongu, tá fleiri útlendingar vórðu tiknir inn í landið vegna vantandi arbeiðsmegi, heldur Poul Michelsen.
Hann skjýtur sostatt upp at seta ein tingnevnd við umboðum úr øllum flokkum, sum frá grundini skal geva tinginum innlit í málið, og ikki fyrrenn tá kann nøkur avgerð takast á økinum.
- Eg trúgvi uppá eina semju millum flokkarnar um nýggjan, føroyskan útlendingapolitikk, sum í veruleikanum skuldi verið føroyskt málsøkið, og tá kann Jógvan við Keldu í samráð við onnur meta um, hvat er best at gera, heldur Poul Michelsen at enda.










