ringasta fígginda, so ert tú ikki fyri frælsi yvirhøvur. Demokrati er tað, vit hava brúkt, og demokrati er tað, vit hava fingið. Fjøldin er spurd, hvønn hon vil hava at stýra landinum næstu fýra árini, og [...] taka amerikumenn til, og tað er tað eg ætli mær at gera. Eg ynski ikki flokk mín úr samgonguni, tí samgongan hevur líka nógv vald við, sum uttan okkum. Tað vit gera har, er at taka vald, sum annars hevði [...] hesum døgum er eitt ávíst bólkatrýst um at vera við í mótmælsrørsluni. Eri eg fyri flatfólka-skattinum? Nei. Eri eg fyri blokk prístalsviðgerð? Nei. Ja, so átti eg mótmælt, ha? Eg haldi ikki tað er so einfalt
sparast tí tað skal sparast, og sum oftast er ikki so frægt sum tíð til at hava ordiligar hoyringar. Hetta er óansæð hvør samgongan er. Eg veit ikki hví hetta er so. Er tað tí at vit, sum verða rakt, bera brek [...] fokus. Tað er rættvíst, at bilar verða viðgjørdir undir somu reglum sum onnur hjálpartól. Sum blind er tað ein stór hjálp hjá mær, at hava eina fartelefon, ið kann lesa upp fyri mær hvat er á skerminum [...] fólk hava eina fartelefon, og tí er tað ikki órímiligt, at eg má brúka mínar pengar at keypa eina. Tað er øðrvísi um talan er um eitt annað hjálpartól, ið ikki er vanlig ogn hjá fólki. Ein talandi køksvekt
ódámligt fyribrigdi, ið er vorðið vanligt aðrastaðni, er við at taka seg upp eisini hjá okkum. Tað er tann nógvi peningurin, ið er komin inn í valstríðið. Hvør rindar, og hvat goldið verður afturfyri, [...] uppundir val og verða uppstillaður. Hetta er vorðið so vanligt, at tú mást spyrja, hvar politiska sannføringin hjá flokki og valevnum er í tílíkum førum? – So er tað tann ójavna umboðanin av kynunum, ið [...] á mangan hátt er størrri enn munurin.(Her hugsi eg kortini ikki um mentanaravrikini, har vit eru eftirbátar so tað forslær). Men í aðrar mátar: Fólkatalið er reiðiliga líkt, ið hvussu er tá hugsað verður
ásetingunum í Kyoto avtaluni og m.a. avmarka okkara CO2 útlát. Tað er, sum ikki eina ferð Fólkaflokkurin, ið er forðingin. Óli Breckmann er væl ávegis at nýta Kyoto málið sum eitt av fremstu málum sínum í [...] Tjóðveldi er ímóti, at vit taka fult og heilt undir við Kyoto. Løgmaður sigur, at Javnaðarflokkurin er einasta veruliga trygd fyri verjuni av umhvørvi okkara, og at Tjóðveldi samstundis er størsta forðingin [...] bæði løgið og óskiljandi, at løgmaður ber seg soleiðis at, og er tað vorðin sum sosialdemokratiskur løgmaður. Umhvørvið er taparin Tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um ein sigur at løgmaður spælir
ímóti lógini og kunngerðunum fyri Bústaðir – og hvat hevur hon gjørt við hesar ákærur? Um so er, at ákærurnar eru rættar, hvørjar avleiðingar fær tað? Um so er ákærurnar eru falskar, hvørjar avleiðingar fær [...] sterkastu pengakreftirnar og Danmark eiga avgerðirnar. Nýggjasta álopið er niðurbrótingin av Húsalánsgrunninum – nú Bústaðir. Hetta er hjartabarnið hjá Tjóðveldisflokkinum, sum flokkurin fekk stovnað í 1964 [...] sum almennur stuðul til íbúðarspekulantar og avkast teirra. Nevndin er broytt, og samgongufólk hava valt “síni” fólk í nevndina. Alt er longu farið í fullkomnan ruðuleika, har roynt verður at roykja stjóran
bøta um støðu teirra veiku og sjúku? Er tað ikki etikkur? Og hví ikki, tá andstøðan kemur við skilagóðum uppskoti, sum er umhvørvinum og komandi ættarliði at gagni? Er tað ikki etikkur? Ella skilagóð uppskot [...] Tá samgongan varð skipað fyri tveimum árum síðan, koma m.a. at standa í samgonguskjalinum, at ” í politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar” Nú kjak [...] teirra sannføring – tá talan er um sokallaði etisk mál. Við atliti til aktuella málið, harmast formaður sambandsfloksins um orðingina í samgonguskjalinum,sum, eftir hansara tykki, er ein forðing fyri at tingmenn
Fiskivinnan veit ongantíð hvat bíðar fyri framman. Tað er sera trupult at planleggja nakað sum helst fram í tíðina. Nógvir spruningar hópa seg upp, t.d. Far man meira kvotu?, hvat kostar kvotan?, hvussu verður [...] altíð upp og niður innan fiskivinnu, eisin hvat kvotum viðvíkur. Ongin skuldi gjalda fyrr enn fiska var bleiv sagt av Samgonguni Tað bleiv sagt tá Samgongan tosaði um uppboðssølu, at eingin skuldi gjalda [...] aftaná at fiska var. Nú sigur sama Samgongan at bankatrygd skal stillast fyri at kunna bjóða. Bert boð, sum hava bankatrygd fyri rindan, verða góðtikin Fær Samgongan ongantíð nokk av inntøkum frá høðusvinnuni
Samgongan fer at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár, hóast fakfeløgini, ið umboða lønmóttakaran, staðiliga mæla frá at gera hetta. Men hvat merkir tað fyri fólk, at tey skulu arbeiða, til tey eru 70 ár [...] hækka pensjónsaldurin. Orðstýrari verður Beinta Løwe. Tað er Fakfelagssamstarvið, ið skipar fyri, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis og verður í Smæruni í Tórshavn í kvøld 8.apríl klokkan [...] ár? Hvat fer tað at kosta lønmóttakarunum, at pensjónin verður útsett í trý ár? Og ber ikki til at finna aðrar loysnir fyri at tryggja haldførið? Hvussu við okkara rættindum til okkara pensjón, ein pensjón
stjórnast, tað ið eftir er av hesum valskeiðnum. Skal hava roynt at ávirka til eitt skifti frá ABC til eina fullveldissamgongu við Jørgen sjálvum sum løgmanni. Undarligt kyn hendan ABC-samgongan hevur, fyrst skuldi [...] seg í tinginum. Hvørjum Kaj og Jóannes hava eitrað hann við, er ikki gott at vita. Løgmanssessin og leiðslu landsins fekk hann í hvussu er ikki. Eftir at hava mótt hvønn annan niður í samfullar 30 tímar [...] Nielsen sum løgtingsformanni, maðurin hevur tríati ára royndir í politisku skipanini, og tíanbetur er tingskipanin soleiðis samanskrúvað, at tilvildarlig slysálop frá Fólkaflokkinum onki muna. Heldur ikki
mentan? ? Er tað í lagi, at onki granskingarumhvørvi finnst í Føroyum? ? Er tað í lagi, at fólkið knógvar undir skattabyrðum? ? Er tað í lagi, at høvuðsvinnutólið er gamalt og niðurslitið? ? Er tað í lagi [...] Hvat í allari víðu verð skal øll henda øsingin um fullveldi, evsta rætt, og hvat tað annars alt eitur til? Í mínari verð - hon er kanska ikki so sofistikerað, sum hjá teim útvaldu - kann tað einans enda [...] fólk í heiminum. ? Vit eru ein tjóð, og vit eiga eitt land. Tað einasta, sum er til hindurs fyri at reksa alt fleiri fyrimunir er hugflog og plásstrot. Tað skal einans polittiskt hugflog til at gera hesa