Hví sigur løgmaður medvitað ósatt

Finnur Helmsdal

løgtingsmaður

 

Løgmaður, landsstýrið og harvið samgongan eru komin illa fyri av gongdini í Kyoto málinum. Løgmað­ur klárar ikki at fáa semju í samgonguni um, at lands­stýrið skal senda umheimi­num, via donsku stjórnina, fráboðan um, at Føroyar vilja fylgja ásetingunum í Kyoto avtaluni og m.a. avmarka okkara CO2 útlát. Tað er, sum ikki eina ferð Fólkaflokkurin, ið er forð­ingin. Óli Breckmann er væl ávegis at nýta Kyoto málið sum eitt av fremstu málum sínum í komandi valstríðnum. Nú eru tey, sum vilja staðfesta Kyoto, umhvørvisaktivistar og tað, sum verri er. Tað stendur tí púra greitt, at løgmaður torir ikki at senda fráboðan um Kyoto, tí hann ræðist fyri, at ein slík fer at hótta tætta og treytaleysa sam­starvið millum Javnaðar­flokkin og Fólkaflokkin.

 

Skyldar upp á Tjóðveldi

Løgmaðurin vil sjálvsagt ikki standa sum løgmað­ur­in, ið forðaði fyri, at før­oyingar fylgja áseting­un­um í Kyoto. Hann hevur tí roynt at villeiða fólk við at siga, at hann fær ikki fleir­tal í tinginum fyri, at Ky­oto fráboðanin verður send. Hann roynir at billa Føroya fólki inn, at Tjóð­veldi er ímóti, at vit taka fult og heilt undir við Kyoto. Løgmaður sigur, at Javnaðarflokkurin er ein­asta veruliga trygd fyri verjuni av umhvørvi okk­ara, og at Tjóðveldi sam­stundis er størsta forðingin. Hví velur løgmaður at siga slíkt, hví lýgur hann med­vitað upp á Tjóðveldi. Er hann veruliga so bangin fyri at missa tætta og heita sambandið við Fólkaflokkin?

 

Tjóðveldi gingið á odda

Við Hergeiri Nielsen í frem­stu røð, hevur Tjóð­veldi gingið á odda í stríð­num fyri at verja og varð­veita náttúru og umhvørvi okkara. Og tað var Tjóð­veldi sum, í februar í ár, legði uppskot fyri tingið, um at landsstýrið, beinan­vegin, skuldi boða umheim­i­num frá, at vit vildu ganga undir treytirnar í Kyoto. Og Tjóðveldi vildi ganga longur enn so. Men hvat gjørdi Javnaðarflokkurin tá, jú hann valdi saman við restini av samgonguni at fella uppskotið við vanligu orðingini: Landsstýrið arbeiðir við málinum. Trupul­leikin var bara, at løgmaðurin hevði hvørki skund, visiónir ella ambi­tiónir á hesum øki. Hann gjørdi tí einki. Hann læt málið upp í hendurnar á einum fólkafloks­lands­stýris­­manni, sum sjálvandi heldur einki gjørdi. Løg­maður læt í veruleika­num revin ansa gæsnum í hes­um føri. Komnir um hálvan september er tað onkur, sum teskar løgmanni í oyrað, at skulu Føroyar hava nakran møguleika at vera við í Kyoto, so skal danska stjórnin hava boð um hetta innan 24. sept­ember. Nú vaknar løgmað­ur. Hann sær fyri, at hann sleppur í søguna óansæð. Antin sum hann, ið slepti sær undan ábyrgdini, ella sum hann ið staðfesti, at føroyingar taka ábyrgdina á seg. Hann leggur eitt uppskot fyri tingið í skun­di, yvir skriftin er orðað, men innihaldið ikki skriv­að. Annars tættmeskaða ristin á løgtings­skrivstov­uni fekk bráliga víðar mesk­ur, og tóma uppskotið hjá løgmanni slapp ígjøgn­um. Er tú eitt sindur soleið­is, so vísur tú á, at somu menn, sum avtalaðu spælið um eitt valdømi, teir fingu eisini hetta málið minguler­að gjøgnum tingið. Tað fekk 1. viðgerð, nevndar­viðgerð og vups, so var tað samtykt. Øll glað, og sam­gongan fekk kanska ein hart tiltrongdan fjøður í hattin. Men so spilti Óli Breckmann spælið, hann og flokkur hansara løgdu veto móti at senda fráboð­anina til donsku stjórnina. Nú vildu fólkafloksmenn samráðast, langt, langt aftan á deadline. Og eingin fráboðan varð send. Hvat skuldi løgmaðu nú gera? Jú hann fann eina orðing í nevndarálitinum frá umboð­num hjá Tjóðveldinum í Uttanlandsnevndini. Eina orðing um, at flokkurin vil, at uttanríkispolitikkurin kemur á føroyskar hendur soleiðis, at vit sjálvi kunnu taka fulla ábyrgd av m.a. hesum økinum. Hóast Tjóð­veldi ikki við einum orði hevur sýtt fyri, at fráboðan­in kann verða send, so sigur løgmaður alment, at Tjóðveldi forðar honum at senda fráboðanina. Tjóð­veldi vil ikki rætt og slætt ikki, sigur hann.. Kola svørt lygn, men fólk, ið ikki skilja ella hava møgu­leikan fyri innliti, tey trúgva løgmanni. Hetta hóast Tjóðveldi uppruna­liga kom við uppskotinum fyri skjótt níggju mánaðum síðan, og hóast m.a. Vinnu­húsið sigur, at løgmaðurin skuldi havat vaknað tá. Spurdur um hví hann sigur slíkt um Tjóðveldi sigur løgmaður, nei, eg havi ikki álit á Tjóðveldinum. Eg taki ikki Tjóðveldi fyri fult. Tvs at hóast Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri tingið fyri 9 mánaðum síðan, og hóast Tjóðveldi hevur boðað frá, at tikið verður undir við at senda fráboðanina, so vil løg­maður ikki gera tað, tí hann sigur seg ikki hava álit á Tjóðveldinum. Ikki bara frekt og beinleiðis ódemokratiskt, slíkt er at meta sum grov makt­mis­nýtsla, ið átti at fingið álvarsligar fylgjur fyri løgmann. Løgmaður hevur ikki álit á einum flokki, sum vil verja og bjarga umhvørvinum, sum í veruleikanum er ávegis einari vanlukku. Sami løgmaður hevur fult og heilt álit á flokki, sum drálar við at taka stig til at verja umhvørvið, og sum kallar tey, ið eru sinnað at seta tiltøk í verk, fyri umhvørvisaktivistar. Tað kann tykjast bæði løgið og óskiljandi, at løgmaður ber seg soleiðis at, og er tað vorðin sum sosialdemo­kratiskur løgmaður.

 

Umhvørvið er taparin

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um ein sigur at løgmaður spælir hasard við umhvørvi okkara, bert fyri at tekkjast Óla Breckmann. Tað kann í hvussu er eingin iva vera um, at umhvørvið er stóri taparin í hesum politiska og taktiska skugga­spæli­num. Vit staðfesta, at Jóannes Eidesgaard tekur Fólkaflokkin fram um okkara hótta umhvørvi. Løgmaður vónar kanska, at óreiðiliga fram ferð hans­ara allíka væl bjargar hon­um og flokkinum nakrar atkvøður. Men hví undrast og øtast, Kyoto málið er ikki einasta, har løgmaður hevur spælt bæði skugga- og dupultspæl.