”Einasti heilivágur fyri sjúkur í demokratinum er meira demokrati”
Jane Addams (1860 – 1935)
”Í flestu stórmálum, vit hava havt við at gera tey seinastu 50 árini, vísti tað seg, dømt í søgunnar ljósi, at fólkið hevði rætt og ikki lóggávuvaldið ella Kongressin”
George Gallup, Sr. (1901 – 84)
Eg havi valt ikki at skriva um politikk í vanligari, heldur trongari, merking, men heldur royna at seta fram nakrar tankar um demokrati – fólkastýri - , sum, hóast teir hava sín uppruna í tí fólkastýri, ið var galdandi í Athen fyri 2,500 árum síðani, kanska kundu verið við til at birt uppundir eitt orðaskifti um okkara egnu politisku skipan, ið óivað kundi trongt til onkrar ábøtur.
Tørvar føroysku samfelagsskipanini ábøtur?
Vit hava júst verið vitni til, hvussu ein samgonga, ið hevur havt ræðið í landinum í skjótt fýra ár, er farin meira og meira í upploysn seinasta hálva árið ella so. Meðan andstøðan neyvan sleppur upp í part, hava samgongumenn ligið í innanhýsis stríði um líkt og ólíkt. Hetta er tó einki eindømi fyri hesa samgonguna. Soleiðis plagar at vera uppundir val, um samgongan annars klárar at halda saman so leingi.
Tað eru nøkur grundleggjandi viðurskifti, ið eg haldi misprýða eina skipan, ið metir seg at vera – og eisini grundleggjandi er- eitt fólkastýri.
– Fyrst er tað sjálv floksskipanin. Hvussu umboðandi eru flokkarnir, og hvønn umboða teir veruliga, tá lága limatalið og tær víðopnu dyrnar vera havd í huga? Her kann hvør, sum vil og heldur ein kjans vera at sleppa inn á ting, gleiva flokk úr flokki beint uppundir val og verða uppstillaður. Hetta er vorðið so vanligt, at tú mást spyrja, hvar politiska sannføringin hjá flokki og valevnum er í tílíkum førum?
– So er tað tann ójavna umboðanin av kynunum, ið júst nú tykist at vera so umráðandi, at flokkarnir nærmast veiða konufólk sum haru á vetri.
– Tá so teir (tey?) 32 – nú 33 – eydnuríku eru innkomin, verða samgongusamráðingar. Úrslitið er vanliga, at eini 17, í besta føri eini tvey fleiri, finna saman um eitt samgonguskjal, ið sum oftast er ein samankókaður rættur, ið tryggjar at fáir veljarar fáa tað, ið lovað varð. Hini 15 ella so verða síðan sum andstøða slept upp á fjall uttan nakra veruliga ávirkan, og kundu eins væl farið til húsa tey næstu fýra árini.
– So byrjar sami leikur aftur, inntil tað nærkast næsta vali o.sfr.
– Eitt reiðiliga ódámligt fyribrigdi, ið er vorðið vanligt aðrastaðni, er við at taka seg upp eisini hjá okkum. Tað er tann nógvi peningurin, ið er komin inn í valstríðið. Hvør rindar, og hvat goldið verður afturfyri, fáa veljararnir alt ov lítið at vita um.
Hetta vóru bert nøkur dømi. Hvør kann í sínum lagi leggja fleiri afturat.
Athenska demokratiið
Sjálvt orðið fólkastýri ella fólkaræði hevur sín uppruna í grikskum: demos (fólk) og kratía (ræði/vald). Grikkar sjálvir, ið hvussu er teir, sum tóku undir við hesum stjórnarlagnum, brúktu kortini einsvæl navnið isonomia, ið merkir javnstøða í politiskum rættindum.
Athen var ein av nógvu býarstatunum á griksku hálvoynni og verður javnan mett at vera vøggan hjá fólkastýrinum. Tað vóru tó nógvir, ið funnust at hesum stýrislag, teirra millum Platon og Aristoteles. Hildið verður, at í 4. øld f.Kr. mundu búgva eini 250,000 fólk tilsamans í Athen. Av hesum høvdu tó hvørki børn, konufólk, trælir ella fremmand borgarættindi. Tað høvdu bert tilkomin mannfólk, sum helst hava verið eini 30,000. Tað vóru sostatt hesir menn, ið tóku lut í landsins stýri. Ført verður javnan fram, at tá so fá høvdu borgarættindi, ber ikki til at tosa um fólkastýri, og í okkara eygum er tað rætt. Hinvegin skerst ikki burtur, at fyri hesi 30,000 var veruliga talan um demokrati av tí radikala slagnum. Hjá okkum hava børn og fremmand heldur ikki politisk rættindi. Trælir hava vit ongar, og tað var seint í tíðini, at konufólk fingu valrætt.
Politiska skipanin í Athen
Høvuðsstovnarnir í athenska demokratinum vóru hesir:
Fólkaráðið
Fólkaráðið (ekklesia), ið nærmast svarar til okkara løgting. Her vórðu lógir viðgjørdar og samtyktar og aðrar týðandi avgerðir tiknar. Allir tilkomnir menn, tvs eldri enn 20, høvdu rætt at møta, hava orðið og atkvøða. Avgerðir vórðu tiknar við vanligum meiriluta. Hildið verður, at eini 5 – 6,000 menn javnan møttu í ráðnum. Teir, ið møttu, fingu samsýning í peningi.
Við teimum avmarkingum, sum vóru í skipanini, ber sostatt til at siga, at her var talan um beinleiðis demokrati, har fólkið (les mannfólkið) tók beinleiðis lut í landsins stýri, og ikki gjøgnum nakrar millumgongumenn, sum hjá okkum.
Dómstólurin
At kunna virka sum dómari mátti tú vera 30 ára gamal, við lutakasti vera tikin út sum dómaraevni millum 6000 borgarar, haðan dómarar vórðu tiknir til hvørt mál sær, og hava svorið heliastiska eiðin. Dómarar vórðu tiknir út við lutakasti at virka fyri ein dag ísenn.
Dómstólurin hevði stórar heimildir og kundi viðgera mál, ið høvdu verið viðgjørd í ráðnum, hevði eftirlit við embætismonnunum og døma í politiskum málum. Vanliga tóku fleiri hundrað dómarar lut í málunum, oftast 501, og í størri politiskum málum eru dømi um, at 2501 dómarar tóku lut og dømdu. Avgerðir vórðu tiknar við vanligum meiriluta. Dómararnir fingu samsýning í peningi.
Embætisverkið
Allar týðandi avgerðir vórðu tiknar av ráðnum og dómstólinum, meðan málini vórðu fyrireikað av embætismonnum, ið eisini høvdu til uppgávu at seta tiknar avgerðir í verk.
Teir allarflestu embætismenninir vórðu valdir við lutakasti. Aldursmarkið var, eins og við dómarunum, 30 ár. Embætisskeiðið var eitt ár og eingin kundi verða valdur meira enn einaferð.
Teir fáu, ið ikki vórðu tiknir út við lutakasti, teirra millum herførararnir, vórðu valdir av ráðnum. Embætismenninir virkaðu vanliga í nevndum, og fekst ikki semja vórðu avgerðir tiknar við vanligum meiriluta. Strangt eftirlit var við embætismonnunum, sum við embætislok stóðu dómstólinum til svars fyri embætisførsluna, og herundir serstakliga umsitingina av almennum pengum. Embætismenninir vóru løntir.
Ráð teirra fimmhundrað
Nógv tað týdningarmesta embætisráðið var Ráð teirra fimmhundrað, ið varð valt við lutakasti á tann hátt, at hvør av teimum tíggju landspørtunum, sum Attika var býtt sundur í, fekk tíggju limir í hesum ráðnum.
Ráðið kom saman hvønn yrkadag, einar 250 ferðir um árið, og fyrireikaði øll málini, ið skuldu fyri fólkaráðið, hevði eftirlit við embætismannaverkinum og landsins fíggjarmálum og stóð fyri verju- og uttanríkispolitikkinum. Ráðslimirnir vóru løntir.
Beinleiðis ella óbeinleiðis fólkastýri?
Vit hava nú í ógviliga stórum drøgum lýst athenska fólkastýrið og tess bygnað. Hetta eigur á ongan hátt at verða tikið sum ein nøktandi frágreiðing um hesa túsundára gomlu skipan, ið hevur havt, og helst altíð fer at hava ómetaligan týdning í søguni.
Endamálið hevur verið at lýsa ta fyrstu kendu stýrisskipan í søguni, ið var skipað sum beinleiðis demokrati, har fólkið í nógv størri mun, enn kent nakra aðra staðni, stýrdi sær sjálvum uttan millummenn. Eitt annað áhugavert, sum er reiðiliga ókent aðrastaðni, er, at í allarflestu førum vóru álitisstørv sett við lutakasti.
Hví lutakast?
Grikkar vóru mangan radikalir í hugsunarhátti. Tað varð hildið at vera í betri samsvari við demokratisku skipanina at brúka lutakast at kjósa álitismenn, heldur enn við vali, tí tá vórðu øll umboðað á jøvnum fóti. Við vali vórðu einans teir bestu valdir (hildu grikkar!), meðan hini ikki sluppu upp í part. Úrslitið av lutakasti kundi heldur ikki verða ávirkað á sama hátt sum av vali, eitt nú við mutri av ymiskum slagi. Aristoteles segði, at útveljing við lutakasti er náttúrligt fyri demokrati, meðan val hóskar betri í einum fámannaveldi.
At gudarnir kundu hava eina hond við í spælinum, tá ráddi um lutakast, kann helst eisini hava havt týdning, meðan teir ikki á sama hátt tóku lut í vali.
Óbeinleiðis fólkastýri
Klassiska fólkastýrið doyði út í 322 f. Kr., tá Athen misti sína valdsstøðu, og tá tankar um fólkastýri tóku seg uppaftur eftir meira enn tveytúsund ár, var ikki talan um beinleiðis fólkastýri, sum í gamla Athen, har fólkið stýrdi sær sjálvum. Nú vóru tað í flestu førum ”tað frægara fólkið”, ið kravdi lut í landsins stjórnum afturfyri at gjalda hægri skattir til kongar og aðrar valdsharrar, ið høvdu oytt landsins ríkidømi í óteljandi kríggjum. At loyva meiniga fólkinum framat, eins og í gamla Athen, kom ikki upp á tal.
James Madison í Amerika og John Stuart Mill í Onglandi vóru millum talsmenninar fyri tí umboðandi fólkastýrinum. Høvuðsargumentini vóru at tað kravdi útbúgving og mentan at taka lut í landsins stýri. Harafturat kom, at lond nú vóru ov stór og fjølment til at fólkið kundi taka beinleiðis lut í stjórnarmálum. Tey máttu lata sær lynda at velja umboð at stýra.
Øll vóru tó ikki samd. T. d. tann millum summar føroyskar løgfrøðingar so hámetti franskmaðurin Montesquieu helt at ”í einum fólkaræði er lutakast tann nattúrligi útveljingarhátturin, meðan val hóskar betri í fámannaveldi”.
Ein annar ikki ókendur franskmaður, Rousseau, segði um ensku valskipanina, at ”enska fólkið fer skeivt, tá tað heldur seg vera fræls; tey eru bert fræls, tá tey velja limir í parlamentið. Tá teir eru valdir, verður fólkið trælkað”.
Nevnt kann verða at enda, at lutakast heldur ikki er heilt ókent í okkara tíð. Stendur á jøvnum í einum vali, er reiðiliga vanligt at avgerðin verður tikin við lutakasti millum tey bæði valevnini, ið hava sama atkvøðutal. Somuleiðis verða nevningar at døma í ávísum máli tiknir út við lutakasti av einum nevningalista.
Heimaftur á klettarnar
Vit hava nú ferðast víða í tíð og rúmi, og spurt kann verða, hvat endamálið hevur verið.
Tann spurningurin varð settur at byrja við, um gamla athenska fólkastýrið kundi geva íblástur til almenna viðgerð av politisku skipanina hjá okkum, og kanska enntá onkur uppskot til ábøtur. Nøkur dømi vórðu síðan nevnd um viðurskifti, ið kanska kundu trongt til broytingar. Millum hesi vóru sjálv floksskipanin, ójavna umboðanin, uppbýtið í meira- og minnilutar, har tann fyrri vanliga ”tekur alt”, og tann vaksandi peningaávirkanin á valini.
Mítt uppskot er, at møguleikin at taka siðin úr Athen, at lata fólkið sjálvt stýra uttan millumgongumenn, verður tikin til gjølliga umhugsan og viðgerð. Fyrsta svarið hjá teimum flestu verður sjálvandi: Er maðurin vorðin óður í høvdinum, tílíkt kann man ikki bjóða fólki, tað ber als ikki til.
Hví tað? Bera vit Føroyar saman við Athen fyri 2,500 árum síðani, hugsi eg at líkskapurin á mangan hátt er størrri enn munurin.(Her hugsi eg kortini ikki um mentanaravrikini, har vit eru eftirbátar so tað forslær). Men í aðrar mátar: Fólkatalið er reiðiliga líkt, ið hvussu er tá hugsað verður um tey, ið kunnu taka aktivt lut í politikki. Møguleikarnir at hittast á tingi eru góðir, og helst ómakaleysari hjá okkum enn grikkunum á sinni. Fólkið er rímiliga væl upplýst og hevur góðar møguleikar at fylgja við, alnótin er uppfunnin. At miðalføroyingurin ikki er líka væl førur fyri at hugsa og taka politiskar avgerðir, sum miðaltingmaðurin, trúgvi eg lítið uppá. Eg havi til stuttleikar nevnt hetta fyri fólki, sum eg havi prátað við gjøgnum árini um samfelagsviðurskifti. Í fyrstani flentu tey (og eg sjálvur) at hesum, men seinastu tíðina er alt vanligari at hoyra svarið ”ja, verri fær tað so ikki verið”.
Men, og tað er eitt stórt men. Fólk høvdu ikki tímað at møtt á tingi, og tey flestu høvdu heldur ikki havt tíð, upphongd sum øll eru av arbeiði og frítíðarrøkt. Tað hevði helst verið størsti trupulleikin, og hvussu kundi hann verið loystur?
Her havi eg hug at venda aftur til Athen, har loysnin er at finna. Vit minnast, at allir tilkomnir menn høvdu rætt at møta á tingi, og eisini gjørdu tað í túsundatal. Í flestøllum øðrum viðurskiftum, har álitismenn skuldu kjósast, varð hetta gjørt við lutakasti. Mítt uppskot er, at vit fara at kjósa okkara tingfólk á sama hátt. Tað er eyðsæð, at vit høvdu sloppið undan teimum trupulleikum, vit dragast við sum er, og helst fleiri afturat. Flokkunum var ikki brúk fyri, hvør tingmaður (m/k) atkvøddi eftir síni sannføring (sum teir longu sum er hava skyldu til, men eftir øllum at døma bara gera í sokallaðum etiskum málum, ið eru sum lundi á jólanátt á tingi). Kynini høvdu verið nøkulunda javnt umboðað (og vit kundu tikið jvanstøðunevnd og Demokratia av). Tað slapst undan fastlæstum uppbýtum í andstøðu og samgongu. Brúk var ikki fyri at ”keypa” veljarar, eitt nú við dýrum lýsingum og sjálvsmyndum.
Lutakastið kundi verið gjørt á teirri stóru skattatelduni hjá Elektron, har allir borgarar eru skrásettir frammanundan, tað var einans neyðugt at seta eitt niðara (og kanska eisini ovara?) aldursmark, áðrenn drigið varð. Átjan tingfólk høvdu helst verið nógmikið, og kanska eini seks eykafólk at taka til um neyðugt. Tey, sum luturin fall á, skuldu havt skyldu at møta og taka lut í tingstarvinum, sum skuldi verið fulltíðarstarv og rímiliga væl lønt, næstu fýra árini, og sluppu so til hús aftur.
Utopi? Helst, men tankar eru framvegis tollfríir.
Gott val, øll somul.