Hví eg ikki luttaki í mótmælisrørsluni

Dávur í Dali, Formaður í Unga Sjálvstýri
-------

Eg kenni tað sum, at tað í hesum døgum er eitt ávíst bólkatrýst um at vera við í mótmælsrørsluni. Eri eg fyri flatfólka-skattinum? Nei. Eri eg fyri blokk prístalsviðgerð? Nei. Ja, so átti eg mótmælt, ha?
Eg haldi ikki tað er so einfalt.
Eg havi sett mær sjálvum nógvar spurningar. Hvat er tað, eg skal mótmæla? Skal eg mótmæla tað at Sambands- og Fólkaflokkurin tilsamans fingu helvtina av atkvøðunum? Vil eg mótmæla úrslitinum av einari demokratiskari skipan? Veit eg nakra alternativa skipan, sum vit áttu at nýtt í staðin?
Svarini til hasar spurningarnar eru, so vítt eg dugi at síggja, nei. Eg haldi løgtingsvalið var gyldugt. Eg haldi persónliga, at eg heldur átti at verið valdur enn t. d. Jørgen ella Kaj. Eg vil tó verja til deyðan teirra rætt at blíva valdir á jøvnum føti við meg, tí eg trúgvi, at um tú ikki ert fyri frælsi hjá sjálvt tínum ringasta fígginda, so ert tú ikki fyri frælsi yvirhøvur.
Demokrati er tað, vit hava brúkt, og demokrati er tað, vit hava fingið. Fjøldin er spurd, hvønn hon vil hava at stýra landinum næstu fýra árini, og fjøldin hevur valt ein krút sterkan Sambandsflokk, og ein líka sterkan Fólkaflokk, og vald teirra er har eftir. Vit eru nøkur, sum ynskja tað øðrvísi, men onki mótmæli eigur at kunna spenna bein fyri einum demokratiskt valdum løgtingi, líka mikið, hvussu stórur minnilutin er. Hvør rópar harðast hevur onki at siga, og eg haldi ikki, man kann uppnáa nakað við at mótmæla at fólk, sum dáma Sambands- ella Fólkaflokkin, geva teimum teirra atkvøður.
Hinvegin forði eg ongum at mótmæla. Tað er eisini ein rættur. Eg vil tó heita á tykkum ungu, ið mótmæla, um at hava í huga, at tað eisini fer at vera tøvur á tykkara orku, tá val verður aftur. Gloymið ikki, brúkið ikki alla luftina í ballónini óneyðugt, farið upp í politisk ungmannafeløg og herjið á, so vit kunnu fáa eitt val vit eru nøgd við.
"When life hands you lemons, make lemonade" taka amerikumenn til, og tað er tað eg ætli mær at gera. Eg ynski ikki flokk mín úr samgonguni, tí samgongan hevur líka nógv vald við, sum uttan okkum. Tað vit gera har, er at taka vald, sum annars hevði ligið hjá A ella B. Vit vilja altíð gera, hvat vit demokratiskt kunna, fyri at tryggja Føroya framtíð. Sluppu vit at bestemma einsamøll, so var ongin jørgenskattur ella kajblokkur, og eg veit, at tað at vit eru við í samgonguni, flytur ábyrgd yvir á okkum, men vit umbera okkum ikki úr nøkrum. Minst bara til, at tað gongur sjálvan so illa sum dómadagsrøddir spáa. Um nakað, so styrkir hetta tjóðskaparrørsluna, sum til farna val var ómetaliga veik og bara hevur gott av at fáa eitt sindur av mótspæli. At síggja at fólk aftur brenna fyri politikki, gevur mær góðar vónir um framtíðina.