teimum, sum hugdu at, sigur Bogi Andreasen. Eingin ivi er um, at Slaktið er komið fyri at vera og næsta ár hevur Bogi Andreasen vónir um at fáa enn fleiri veitarar við. - Vit vita jú, at tað er ein ørgrynna [...] Fólk vístu á, at tað var óheppið, at seyðurin stóð millum fólk so leingi og tað sá kanska heldur harðligt út, tá menn tóku seyðin og leiddu hann til at blíva stungin. Í ár valdu vit tí at halda seyðin, [...] fólkinum, líka inntil hann bleiv leiddur inn at flettast. Vit fluttu eisini sláturstaðið oman í Vágsbotn fyri at fáa størri frástøðu millum matin og flettingina og fyri at gera umstøðurnar betri, bæði hjá teimum
heiðraður sum ein hetja, og hann tjenar milliónir uppá at gera tað, hann elskar mest – at spæla teldu. Hann hevur spælt spøl, síðan hann dugdi at ganga og kann í dag kalla seg heimsmeistara saman við liði [...] kring allan heimin. - Eg skulkaði kanska av og á frá skúlanum fyri at fara oman á lokalu net-kaféina at spæla, viðgongur Jóhan Sundstein, tá hann fortelur um byrjanina til sermerktu yrkisleið sína. He [...] - Eg havi kempað fram ímóti hesum í fleiri ár. At vera undirmettur og so vinna alt, var ein øgiliga feit uppliving, sum orð slett ikki kunnu lýsa, sigur nýklækti heimsmeistarin Jóhan Sundstein, sum hevur
siglingina at kenna, soleiðis at vit kundu avloysa hvønn annan umborð á flaggskipinum, Norrönu. Petur av Vollanum vísir á, at tað var ikki hissini uppgáva, hann hevði sagt ja til og ikki at tala um stødd [...] nøkulunda at klára at koma upp á hálvan skógv av Henriki. - Eg kundi ugga meg við, at sjálvt um uppgávan var stór, so hevði eg fingið tann besta lærumeistaran, ið til var. Skiparin sigur, at tá lærutíðin [...] hevði frítúr, kom tú javnan oman á bryggjuna, tá vit løgdu at. Vit gjørdust bestu starvsfelagar og góðir vinmenn, ið hildu nógv av hvørjum øðrum. Petur av Vollanum sigur, at Smyril Line stóð hjartanum hjá
havnirnar og ikki minst siglingina at kenna, soleiðis at vit kundu avloysa hvønn annan umborð á flaggskipinum, Norrönu. Tað var ikki hissini uppgáva, eg hevði sagt ja til, og ikki at tala um stødd av skóm, sum [...] sum eg skuldi traðka í fyri bara so nøkulunda at klára at koma uppá hálvan skógv hjá tær. Eg kundi ugga meg við, at sjálvt um uppgávan var stór, so hevði eg fingið tann besta lærumeistaran, ið til var. Tá [...] bóru tær alsk. Serliga vil eg leggja dent á, hvussu avbera væl tú dugdi at vera vertur fyri ferðafólkini umborð. Tær dámdi væl at bjóða ferðafólki, tú kendi, og ferðafólki, ið høvdu týdning fyri felagið, á
tað seg eisini um at hjálpast at við at gera súkklur í stand. - Ætlanin er, at hetta skal vera ein hugnaligur og døllutur súkklutúrur ígjøgnum Havnina. Vit fara at yvirtaka vegin við at fylla hann við súkklum [...] tiltakinum er at varpa ljós á bleytu ferðsluna og vísa á, at súkklan er eitt gott flutningstól, sum nógv fleiri kundu brúkt í gerandisdegnum. Tað er umhvørvisvinarligt, sunt og stuttligt at súkkla saman [...] 15:25 við at hita upp við Fólkaheilsuráðnum og Mariann Hansen, og stutt aftaná verður súkklað hógliga út eftir vegunum og oman ímóti býnum. Endastøðin er Posthúskjallarin, har suppa verður at fáa. Áðrenn
metti kostnaðurin verður beint oman fyri 100 miljónir krónur. - Eg eri ómetaliga glaður fyri skúlaverkætlanina. Tað er fantastiskt at síggja, at nýggi skúlin nú byrjar at taka skap, soleiðis sum vit kenna [...] byggja skúlan, bendir alt á, at tíðarætlanin heldur. Tað var eisini Heildarverk, sum tók sær av at ríva gamla skúlabygningin frá 1936 niður, og fyritøkan hevur boðið sær til at gera alt betongarbeiðið liðugt [...] sera væl at tí arbeiði, sum higartil er gjørt. Tað er byggifyritøkan Heildarverk, sum hevur staðið fyri tí arbeiði, sum er gjørt, og hóast tað ikki bar á mál við ætlaða partalagssamstarvinum um at byggja
Eingin kommuna hevur gjørt meiri burtur úr at skapa eina fólkaveitslu enn Sunda kommuna. Á bryggjuni í Hvalvík hevði kommunan sett eitt tjald til borgararnar at kroka í, um illfýsið var. Har bjóðaði kommunan [...] brúnna um Streymin, steðgaði við Fossá og við aliringarnar hjá Marine Harvest, áðrenn Silja Star legði at í Haldórsvík. Eisini í Haldórsvík var fitt av fólki komið saman og fygldi krúnprinsparinum gjøgnum [...] gjøgnum bygdina, áðrenn leiðin gekk til Tjørnuvíkar. Har var nógv gjørt burtur úr, men vónbrotið mundi vera stórt, tá krúnprinsabørnini ikki komu við. Inni í bygdini bleiv tó borðreitt við øllum góðum, millum
um 9 tíðina legði Dannebrog at kei við Bakkafrost á Glvyrum. Har vórðu tey møtt eitt nú av Torbjørni Jacobsen, borgarstjóra, sum helt røðu fyri teimum. Síðani eru tey farin at vitja á Bakkafrost virkinum [...] har krúnprinshúskið fær høvi at skriva navnið á bróstið (Wall of Fame) og í gestabókina. Vitjað verður í kirkjuni, har kingokórið í Tjørnuvík syngur. Aftaná verður ymist at taka sær til, m.a verða epli [...] epli tikin upp, og farið verður oman á sandin. Verður veðrið til vildar, fara fólk at aka á brimfjøl á víkini. Krúnprinshúskið Kl.16.00 Fráferð við tyrlu úr Tjørnuvík til Havnar. Kristina Háfoss, landsstýriskvinnu
við hús uppi á Reyni, at »nú kemur kongaskipið«, fór pápi at skelva. – Tað er ikki fjáltur komin á tygum, pápi, spurdi eg. Tú ert so vanur við at halda røðu... – Tað er ikki so at halda røðu fyri kongi [...] vóru farin til Havnar fyri at síggja alla stákanina. Pápi, sum var kongstrúgvur maður, var ógvuliga hugtikin at vitjanini, sum stóð fyri framman. Tað var tikið sum sjálvsagt, at pápi, sum lærarin í Havn [...] á hann, og tá Finsen amtmaður at enda heitti á hann um at halda røðuna, so mátti hann geva seg. Ums íðir upprann 25. juli. Havnin hevði gjørt alt sum gerast kundi fyri at kongsmóttøkan kundi gerast so
Men vit skulu ikki vera so bláoygd, at vit halda, at vitjanin er tilvildarliga løgd – um eitt ár undan einum løgtingsvali í Føroyum. Henda ríka tjóðin í Norðuratlantshavi tykist ikki at gjøgnumskoða tað [...] Uttan eitt: at standa á egnum beinum. Tá ber ikki til. Tá skulu vit stuðlast við blokki og olmussugávum. Í hesum døgum vitja umboð fyri danska kongshúsið okkum, og tey síggja út at vera sera dámlig fólk [...] hana eftir øllum at døma ikki at grunda um egna lut sín í ríkisfelagsskapinum. Hjá hesi stoltu tjóð endaði alt í einum goragangi um, hvør ið skoytti um, og mest – hvør ið ikki skoytti um – at stíga um skipaborð