Eingin kommuna hevur gjørt meiri burtur úr at skapa eina fólkaveitslu enn Sunda kommuna.
Á bryggjuni í Hvalvík hevði kommunan sett eitt tjald til borgararnar at kroka í, um illfýsið var. Har bjóðaði kommunan eisini kaffi og køkur, børninin kundu gera sína egnu krúnu og taka eina mynd til minnis um dagin.
Fríðrikur, krúnprinsur, og Mary, krúnprinsessa, komu til Hvalvíkar, har Heðin Zachariasen, borgarstjóri, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tóku ímóti. Síðani gekk leiðin umborð á Silju Star, sum sigldi fylgið undir brúnna um Streymin, steðgaði við Fossá og við aliringarnar hjá Marine Harvest, áðrenn Silja Star legði at í Haldórsvík.
Eisini í Haldórsvík var fitt av fólki komið saman og fygldi krúnprinsparinum gjøgnum bygdina, áðrenn leiðin gekk til Tjørnuvíkar.
Har var nógv gjørt burtur úr, men vónbrotið mundi vera stórt, tá krúnprinsabørnini ikki komu við.
Inni í bygdini bleiv tó borðreitt við øllum góðum, millum annað skerpikjøti úr bygdini og nýbakaðum vaflum, sum fylgið og bygdafólkið kundi fáa sær av.
Fríðrikur, krúnprinsur, fór síðani við tyrlu upp á Stakkin, meðan Mary, krúnprinsessa, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, spákaðu gjøgnum bygdina, hoyrdu Kingo-sang í kirkjuni og fóru síðani ein túr oman á sandin.
Í kvøld verður so døgurði umborð á Dannebrog og í morgin fer krúnprinsfamiljan fyrst í kirkju í Sandavági og síðani til eina máltíð í Bø, sum biskupur er vertur fyri. Seinnapartin í morgun fer krúnprinsfamiljan av landinum aftur.