herfólki at hava virksemi hjá teimum, so fer Russland at gera seg enn betur út um hesar leiðir. Finski serfrøðingurin vísir á, at ein trupulleiki hjá Russlandi kann vera, at landið ikki hevur nóg mikið av [...] Vladimir Putin, hevur enn eingi stig tikið, sum avleiðing av, at Finnland nú er vorðið limur í verjusamgonguni, Nato. Ein finskur serfrøðingur og professari, sum starvast við Aleksanteri-stovnin í Helsingfors [...] slíkar hóttanir úr Russlandi. Hon heldur, at Russland er ein óútrokniligur granni. - So, tað týdningarmesta er at ræða russar. Tað er hetta, sum skapar stabilitet. Men, Russland veit, hvar landið hevur
Belti: Tað er ein ikki sørt stoltur reiðari, sum er við nýggju Norrønu á veg heim til Føroya. Óli Hammer kann av røttum kallast veteranurin í føroyskari ferðafólkasigling: Hann var við sum fyrsti stýrimaður [...] uppat, so er ikki gott at vita, hvussu endin hevði verið. Hóast stigið er sera stórt fyrst frá Smyrli, síðani gomlu Norrønu og so til hesa stásiligu nýggju Norrønu, so merkist tað ikki so ógvusligt [...] førdi hetta so eisini til, at vit skundaðu okkum enn meira, sigur Óli Hammer. Tað vóru íslendsku reiðaríini, Eimskip og Havskip, sum stovnaðu hetta felagið, og tey leigaðu eitt polskt skip, sum fekk navnið
an eisini kann vera samanhald, og ikki bert eitt pep-talk eina ferð um vikuna. ##med5## Frá barnsbeini Sum ein góður endi til hesar báðar greinarnar um bønhúsið í Søldarfirði, eigur at vera nevnt, at húsið [...] sunnumorgun, og onkutíð eisini ein barnavinarlig gudstænasta, eins og høvuðsmyndin gevur eina greiða mynd av, og sjómanskvinnuringur mánakvøld, eins og missiónsvika verður hildin, eins og greitt var frá í fyrru [...] 1966, sum var 1. sunnudagur í advent, var føroysk kirkjusøga skrivað, tá Bønhúsið í Øravík varð vígt. Umframt tað at hetta var tað fyrsta av sínum slagi, so er hetta haraftrat einasta bønhúsið, sum er bygt
og børn við syndromi, sum hevur ført við sær málsligan, kropsligan og/ella kognitivan skerdan førleika. Tá ið so tosað verður um, at hetta er brot á lógina, so er tað tíverri ikki so. Sjálvt um børn við [...] boðnum og taluvenjing, so er tað ikki lógartryggjað. Tí gerst tað upp aftur meiri hugvekjandi, um nøkur fáa eina tænastu, sum onnur, sum ynskja sær hana, ikki fáa. Her eigur ein fastur leistur at liggja [...] lógum ella kunngerðum. Sambært sáttmálanum er persónlig rættartrygd í grundini ikki bara ein møguleiki - tað skal vera ein lógarbundin rættur. Av somu orsøk eigur lóggávan í Føroyum at verða ment soleiðis
kveikjast og mennast sum menniskju ígjøgnum filmin. Áðrenn vit fingu fyrstu filmframsýningarnar í Føroyum var tað sjónleikurin, ið setti dagskránna og var hann eins og hann framvegis er ein týðandi mentanarberi [...] fólki at skyna á, hvat var veruleiki og hvat var fiksión. Sjálv eri eg uppvaksin í Vági, har vit sum ein av fáu bygdunum í Føroyum hevði biograf. Eg havi verið um 5-6 ára aldur tá eg fyrstu ferð varð í [...] – hugtakandi og fangandi og fantastiskt. Ì dag er filmurin ikki bert uppliving, men eisini ein vinna, vit sum land kunnu njóta gott av. Hagstovan hevur gjørt eitt fínt yvirlit yvir filmar í Føroyum, í
Hóast sorg kann vera ein uppliving sum er intensari, sterkari, pínufullari og vara longur enn flestu aðrar kenslur, so søkkur hon ofta bara stillisliga niður í sinnið, uttan at orð yvirhøvur verða sett [...] meðan vit hava tað. Tað kann gera okkum minni kynisk og hugmóðig. Tað kann gera, at tey, sum fara ígjøgnum sorgina, kenna seg minni einsom. Og tað kann fyrireika tey – altso øll – sum fara at verða rakt, uppá [...] fólkini, sum í bestu meining royna at troysta: ”At onkur spurdi / um tær manglaði / nakað (…) Og eg svaraði / einki, sum tú fært / givið mær”. So kemur lívið sjálvt, sum til fánýtis roynir at minna ein á, at
hjá honum har norðuri var bara gott og væl í tíggju ár, men tá ið virkið verður umrøtt, so fyllir tað nógv. Eitt nú eru teir nógvir, sum lærdu har, og arbeiðini eru fleiri, sum virkið hevði ábyrgdina av [...] og Karin Kjølbro skrivar í heilsanini, at hon minnis so væl, at mamman legði børnunum eina við, at tey skuldu vera góð við børnini hjá Jóhonnu, tí pápi teirra var deyður. Karin Kjølbro skrivar eisini, at [...] tað er fragd at lesa journalirnar, sum Eyðun hevur skrivað. Tað vóru boð eftir Eyðuni so nógva staðni frá. Hann var í mong ár formaður í Filmseftirlitinum, og tey, sum í sjeyti árunum lærdu til sjúkrasystir
farin frá fyri aldur eftir 44 ár í donsku uttanríkistænastuni, so nú kann hann tosa frítt. »Vit hava ein trupulleika, tí ríkisfelagsskapurin, sum vit kenna hann, ikki megnar at rúma púra løgligum ynskjum hjá [...] ríkispartarnar kann skipast. Sama slag sum grundlógararbeiðið, ið er gjørt í Føroyum og í Grønlandi. »Grundlógin kann ógvuliga væl koma, áðrenn vit geva tí gætur. Tað verður ikki í morgin, men hon kann koma skjótari [...] grundlógini, so haldi eg faktiskt, at viðurskiftini høvdu verið styrkt heldur enn viknað,« sigur Mikaela Engell. Longri grein kann lesast í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu
kunngjørdi hana, uttan so mikið sum eina viðmerking. Øll, ið lesa heimastýrislógina, tykjast tulka hana upp á sín egna máta. Og júst hesin eginleikin, at hon kann tulkast so ymiskt – og sum sagt verður, at [...] heimastýrislógin er sum ein harmonika, sum toyggjast eftir tørvi, og eyðvitað er tað orsøkin til, at hon hevur hildið so leingi. [...] passi. Eisini staðfestir heimastýrislógin hvat ein føroyingur er. Føroyskt mál er »høvuðsmál« samstundis sum danskt »skal lærast væl og virðiliga«, umframt at kann nýtast í almennum viðurskiftum. Føroyska
men hugskotið vaks seg bara størri. – Vit vildu ikki bara gera okkurt. Tað skuldi vera ordiligt. Marianna Mørkøre og Rógvi Rasmussen komu upp í ætlanina, og so mentist hugskotið so líðandi til at gera film [...] vermamma mín, og tað hevur verið ein fyrimunur fyri filmin, at eg kenni hana so væl. Hinvegin hevur tað verið bæði gott og neyðugt, at Marianna, sum ikki kendi Sigrun eins væl at byrja við, kom við í ve [...] verkætlanina. Samstarvið hevur bara styrkt verkætlanina, sigur Beinta. – Vit meta Sigrun vera eina fyrimynd og síggja upp til hennara karrieru. Hon hevur verið kreativ, hevur fingið børn og hevur líkasum