Í dag eru 75 ár síðani heimastýrislógin kom í gildi

At lógin er sum ein harmonika, ið kann toyggjast eftir tørvi, kann vera orsøkin til, at hon hevur livað so leingi

Heimastýrislógin ella Lóg um Føroya heimastýri ella Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31. Marts 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre er lóg, ella millumlandasáttmáli, sum í høvuðsheitum staðfestir politisku viðurskiftini millum Føroya og Danmark.

 

Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948 eftir, at Danmark hevði verið hersett av Týsklandi og Føroyar høvdu verið hersettar av Bretlandi. 14. september í 1946 var fólkaatkvøðu, har ein meirilutin atkvøddi fyri loysing millum Føroyar og Danmark. Men ósemja varð um úrlitið, og endin var at kongur skrivaði út nýal at vera 8. november í 1946. Samríkisflokkarnir vunnu valið, og síðani fóru samráðingar framvið donsku stjórnina, sum endaðu við heimastýrislógini, sum kom í gildið 1. apríl í 1946.

 

##med2##

 

Heimastýrislógin ásetur hvørji málsøki verða umsitin í Føroyum, og hvørji verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar. Mál og málsøki, ið verða umsitin í Føroyum verða nevnd føroysk sermál meðan mál og málsøki, ið verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar verða nevnd felagsmál.Lógin hevur ásetingar um, hvussu donsk lóggáva skal fremjast í Føroyum. Hon sigur okkurt um, hvussu uttanríkispolitikkur kann verða samskipaður soleiðis, at hann samsvarar við føroysk áhugamál.

 

Í henni verður ásett, at orðini »føroyingur« og »Føroyar« skulu standa í serligum føroyskum passi. Eisini staðfestir heimastýrislógin hvat ein føroyingur er.

 

Føroyskt mál er »høvuðsmál« samstundis sum danskt »skal lærast væl og virðiliga«, umframt at kann nýtast í almennum viðurskiftum.

 

Føroyska tjóðarflaggið, Merkið, verður viðurkent samstundis sum danskir myndugleikar verða álagdir bara at nýta danska flaggið Dannebrog á landi og sjógvi.

 

Nógv stríð er staðist av orðingunum í Heimastýrislógini, og orðingunum í henni. Serliga er tað fyrsti setningur í fyrstu grein, sum hevur skapt trupulleikar:

 

##med3##

 

Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum samsvarandi hesi lóg.Í donsku útgávuni verður orðið »folkesamfund« nýtt í staðin fyri føroyska orðið tjóð. Hetta hava føroyskir og danskir myndugleikar tulkað ymiskt við ymiskum avleiðingum.

 

Í sama andadrátti, sum sagt verður, at Føroyar eru í danska ríkinum, verður sagt at Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð. Hetta kann tykjast eitt sindur tvørvent.

 

Orðini »í danska ríkinum« kunnu bæði merkja at vera undir donsku grundlógini og at vera í kongsfelagsskapi við Danmark. Somuleiðis kunnu orðini Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð bæði tulkast sum at Føroyar hava okkurt slag av sjálvræði undir donsku grundlógini og at Føroyar eru sjálvstøðugt fullveldisríki.

 

##med4##

 

Víst hevur, í kritikki, verið á, hvussu Heimastýrislógin er blivin til. Fyrst var fólkaatkvøða hildin 14. september 1946 um eina heimastýrisskipan ella loysing, og loysingin vann. Síðani fóru samráðingar fram millum føroyskar og danskar myndugleikar og ein semja funnin, Heimastýrislógin. Hon varð síðani samtykt í Føroyum og í Danmark í hvør sínum lagi eftir hvør sínari mannagongd. Og føroysku orðingina, við føroyska orðinum tjóð, undirskrivaði amtmaður og kunngjørdi hana, uttan so mikið sum eina viðmerking.

 

Øll, ið lesa heimastýrislógina, tykjast tulka hana upp á sín egna máta. Og júst hesin eginleikin, at hon kann tulkast so ymiskt – og sum sagt verður, at heimastýrislógin er sum ein harmonika, sum toyggjast eftir tørvi, og eyðvitað er tað orsøkin til, at hon hevur hildið so leingi.

 

Føroyska samráðingarnevndin tók lut í eini sending hjá Danmarks Radio. Frá vinstru sita Petur Mohr Dam, Heine Heinesen, Johan M. Fr. Poulsen, Rikard Long, Jákup Fr. Øregaard, Kristian Djurhuus og Poul Petersen. Heine Heinesen, sum var ættaður úr Bø og fosturpápi Knud Heinesen, skipaði fyri sendingini, sum nevndist „Et samfund i støbeskeen“.

Úrslitið av fólkatkvøðuni kløkkaði onkran. Hesa myndina teknaði William Heinesen í ólavsøkuteitið 1948. Menninir eru Andras Samuelsen og Petur Mohr Dam.

Føroyska samráðingarnevndin tók lut í eini sending hjá Danmarks Radio. Frá vinstru sita Petur Mohr Dam, Heine Heinesen, Johan M. Fr. Poulsen, Rikard Long, Jákup Fr. Øregaard, Kristian Djurhuus og Poul Petersen. Heine Heinesen, sum var ættaður úr Bø og fosturpápi Knud Heinesen, skipaði fyri sendingini, sum nevndist „Et samfund i støbeskeen“.

Knud Kristensen, fremst til vinstru, var forsætisráðharri, tá fólkaatkvøða var í Føroyum 14. september 1946.