- Russiska krígsførslan í Ukraina snýr seg ikki um Nato, men um imperialistisku ambitiónirnar í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sigur finskur serfrøðingur og professari, Veli-Pekka Tynkkynen.

Professari: - Russiskar hóttanir eru tóm orð

- Russland er ein óútrokniligur granni. So, tað týdningarmesta er at ræða russar. Tað er hetta, sum skapar stabilitet, sigur norski uttanríkisráðharrin.

- Russiska krígsførslan í Ukraina snýr seg ikki um Nato, men um imperialistisku ambitiónirnar í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sigur finskur serfrøðingur og professari, Veli-Pekka Tynkkynen.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur enn eingi stig tikið, sum avleiðing av, at Finnland nú er vorðið limur í verjusamgonguni, Nato.

 

Ein finskur serfrøðingur og professari, sum starvast við Aleksanteri-stovnin í Helsingfors, nevndur Veli-Pekka Tynkkynen, sigur við Verdens Gang, at Moskva reagerar við stórum orðum.

 

- Men, vit síggja, at her eru ongar gerðir aftanfyri orðini, og vit hava ikki sæð nakað av týdningi frá russiskari síðu, síðan Finnland gjørdist limur í Nato.

 

Russland hevur sagt, at landið fer at útbyggja hernaðarliga partin á markinum til Finnlands, men serfrøðingurin og professarin heldur, at hetta bara eru tóm orð úr Moskva.

 

Varauttanríkisráðharrin í Russlandi, Aleksandr Grusjko, hevur sagt, at Russland fer at gera seg meira út hernaðarliga í vestara parti og útnyrðingspartinum av landinum, sum svar upp á Nato-limaskapin hjá Finnlandi.

 

Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, hevur eisini sagt, at Russland fer at gera tað, sum er neyðugt fyri sín egna tryggleika. 

 

- Hetta sigur okkum, at russiska krígsførslan í Ukraina ikki snýr seg um Nato, men um imperialistisku ambitiónirnar í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sigur finski serfrøðingurin og professarin.

 

Fyrrverandi amerikanski sendimaðurin í Moskva, Michael McFaul, er samdur við finska professaran.

 

- Russar hava við jøvnum millumbilum endurtikið, at um Finnland og Svøríki gerast limir í Nato, og um londini loyva amerikanskum herfólki at hava virksemi hjá teimum, so fer Russland at gera seg enn betur út um hesar leiðir.

 

Finski serfrøðingurin vísir á, at ein trupulleiki hjá Russlandi kann vera, at landið ikki hevur nóg mikið av herfólki - ella, at landið ikki hevur fíggjarliga orku til at gera seg betur út í økinum.

 

Veli-Pekka Tynkkynen heldur tó, at høvuðsorsøkin til, at russar higartil einki hava gjørt, er, at landið í langar tíðir hevur sæð Svøríki og Finnland sum sameindar hjá Nato.

 

- Londini hava leingi lagað seg eftir aðalmálunum hjá Nato, tá ræður um verju, og Russland hevur leingi roknað við, at bæði Svøríki og Finnland høvdu verið í parti við Nato í einum møguligum kríggi móti Russlandi í Eystursjónum.

 

Serfrøðingurin og professarin vísir á, at finski forsetin ringdi til Vladimir Putin, forseta, í mai í 2022 og kunnaði hann um, at Finnland fór at søkja um limaskap í Nato-verjusamgonguni.

 

Danin, Peter Viggo Jakobsen, sum starvast við danska Verjuakademiið, sigur, at russiski forsetin góðtók útsøgnina hjá finska forsetanum um ætlaninar at søkja um limaskap í Nato. 

 

Danin vísir eisini á, at Finnland sum heild hevur havt góð viðurskifti við Russland.

 

- Finnland hevur alla tíðina roynt at havt eitt gott grannalag við Russland - í mun til Baltisku londini og Pólland, sum í nógv størri mun hava funnist at Russlandi, sigur Peter Viggo Jakobsen.

 

##med2##

 

Norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, segði í vikuni við Verdens Gang, at Noreg eftirhondini hevur vant seg við slíkar hóttanir úr Russlandi.

 

Hon heldur, at Russland er ein óútrokniligur granni.

 

- So, tað týdningarmesta er at ræða russar. Tað er hetta, sum skapar stabilitet. Men, Russland veit, hvar landið hevur Nato, tí verjusamgongan hevur ongantíð verið nøkur hóttan móti Russlandi, sigur Anniken Huitfeldt.

 

 

 

- Russiska krígsførslan í Ukraina snýr seg ikki um Nato, men um imperialistisku ambitiónirnar í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sigur finskur serfrøðingur og professari, Veli-Pekka Tynkkynen.

Peter Viggo Jakobsen starvast við danska Verjuakademiið.