avbjóðingum komandi árini. Føroyar skulu kappast við onnur lond um at menna vinnugrundarlagið út um tað vit liva við í dag. Ein møgulig komandi oljuvinna undir Føroyum kann elva til kollveltandi broytingar í [...] reiðar at samráðast um eina nýggja skipan á tí grundarlagi, at Føroyar gerast fullveldi. Harumframt eru stjórnin og landsstýrið samd um at samráðast um eina skiftisskipan, sum eisini fevnir um eina búskaparliga [...] fullveldi er hetta ein spurningur, sum Føroya fólk kann taka støðu til fyri seg. Gjaldoyraviðurskiftini eru eitt øki, sum hevur stóran týdning í búskapar- og fíggjarpolitikkinum og, sum krevur neyv stýringsamboð
og umframt tað musiska í málningunum er tað hárið og skjøldrarnir, ið eru listarliga skriftmálið hjá Frits. Tónarnir frá Verdi eru tagnaðir í fløguspælaranum. ? Skal eg spæla eina sonatu fyri tær? Frits [...] annars lívsjáttandi málningarnar. Tónleikurin er gjøgnumgangandi í myndlistini hjá Frits Johannesen, nú hann fyri fyrstu ferð í 30 ár og fyri aðru ferð í lívinum skal hava framsýning í Listaskálanum í Havn [...] pensli í hond í atelierinum. Flytir mørk Frits greiðir frá, at listin altíð avspeglar samfelagið, ið vit liva í. Mótin er felagsheitið fyri arkitekturin, myndlistina og tónleikin, ið fylgir tíðini. Til dømis
tí ólíkt t.d. ?Roman Catholic Requiem?. Nakrir partar eru bert fyri røddir, 3. og 6. partur eru fyri bariton og 5. partur fyri sopran. Til dømis eru eisini brot, har violinirnar ikki sleppa upp í part og [...] verður Willi Gohl, Berghild Poulsen syngur sopran, Lars Thodberg Bertelsen bariton, og í kórinum eru limir í Havnarkórinum og onnur. Ólavur Hátún venur kórið og Jóhannes Andreasen er repitør. Á konsertini [...] sær fastan bústað í Wien og viðurkendi, at til Hamburg var einki at fara eftir hjá sær. Brahms var nú ein kendur komponistur yvir tað mesta av Europa. Tað var í 1868, at meistaraverk hansara, ?Ein Deutsches
bjarga eini heili íslendskari manning uttan at krevja nakað afturfyri. Og nú skuldi ein íslendskur trolari gera sær dælt av støðuni, nú teir vóru komnir so illa fyri, sum talan var um her. Støðan var hættislig [...] til fiskiskap. Tá skuldi Eiler siga: “Ja, nú liggur fyri, tit hava alt havið fyri tykkum sjálvar”. Men hvussu var og ikki. Tá ið Brestir og Beinir hildu, at nú viðraði at fara út aftur, var Vesturhavið [...] Skipafelagnum, sum stjóraði manningini av skipinum, sum øll kom umborð á Vesturhavið Blíða. Hesum hava vit greitt frá í samband við 50 ára minningarhaldið fyri hesa hending fyrr í ár. Fyrsti túrur kundi verið
rikkin eru for lítil. Tónleikarar í øllum Føroyum hava brúk fyri einum spælistaðið, sum kanska kundi mint eitt sindur um Mentanarhúsið í Fuglafirði (ella kanska slett ikki), har umstøðurnar eru serliga [...] hvønn annan, so tað bleiv tí ongantíð til nakað rennarí. Vágsbotnur er eisini stak hugnaligur. Har eru góð parkeringsviðurskifti og stutt er til bæði kafé, (grill)barr og samkomuhús. Asfalt hevur funnið [...] gott. Asfalt virkar sum ein sýnisgluggi, ið vísir hvat gongur fyri seg í føroyskum venjingarhølum júst nú. Asfalt hevur sostatt tikið leiklutin, Prix Føroyar hevði, eitt sindur yvir. Hóast einki kappingarelement
Ystad kemur nógv flóttafólk, tí tað siglur ferja til Polen, og í sunnara parti av Skåne eru nógvar flóttafólkalegur. Nú fryktar løgreglan fyri, hvat ið fer at henda, um almenningurin fær at vita, hvat ið konan [...] Bóndin fer yvir til grannahúsini og kemur fram á líkið á manninum og tað næstan deyðu konuna. Bæði eru blivin illa pínd. Boð verður sent eftir løgregluni í Ystad, og kriminalpolitisturin Kurt Wallander [...] er at vera fyriuttan masku, tvs. tú sært andlitið, meðan upprunatittulin nettup leggur dent á, at vit ikki kenna andlitini. Málið í týðingini hjá Jákupi í Skemmuni er í høvuðsheitum lætt og rámandi, og
kommunuskúla í ein heilan mansaldur, Ottar Jacobsen, skúlastjóri, er ikki millum okkara meir - vit eru mong, bæði lærarar og næmingar, sum eiga fjálg og rík minni um henda merkismann, sum var føroyska [...] sera góðum toli, gjørdi Ottar til nakað serligt sum lærara. Mangir fyrrverandi havnarnæmingar, sum nú manna bæði virkisleiðslur og standa á odda í almennu Føroyum, standa enn tann dag í dag í takklæti [...] ættað av Sandi, og fingu tey dóttrina, Katrin Ottarsdóttir, saman, og býr hon í Keypmannahavn. Børnini eru byrjaði aftur í skúlanum eftir summarferiuna - ein sum tók ímóti stórum parti av havnarbørnum á hvørjum
Sundstein, sum var løgmaður og formaður Fólkafloksins, og Atli Dam arbeiddu væl saman, og tí lá væl fyri – nú høvið beyðst á fysta sinni síðani 1950, at skipa eina tveyflokka samgongu. Við teimum 10 úr Javnaðarflokkin [...] Jørgen Niclasen 27 ára royndir í poltikki. Hann kann halda fram nógv ár afturat, tí í løgtinginum eru minst seks mans, sum hava aldur at vera pápi hansara – tann elsti er Poul Michelsen sum næstan 25 ár [...] støðuni. Og tá kann politiska leiðin hjá Jørgen Niclasen út í Tinganes liggja greið. Hiðan ynskja vit Jørgen Niclasen hjartaliga tillukku við fimmti ára degnum.
heldur ikki kenna ta regluverk, tey hava latið landsstýrinum at umsita. Men nakrar lógir og ásetingar eru meira fundamentalar enn aðrar, og í hesum føri eigur Bjarni Djurholm, tingmaður í mong ár, at vita [...] við ákærum móti okkum á Vaglinum. Bjarni krevur t.d., at Tórshavnar kommuna skal lata lendi til eitt nú lestraríbúðir fyri einki - "harvið hevði prísurin at leiga eina slíka íbúð verðið næstan helvtina minni" [...] og restin av løgtinginum ikki viljað, tí har er ikki ein króna játtað í meira enn eitt áratíggju. Vit hava upplivað tað sama í sambandi við kjak í løgtinginum um tørv á bústøðum, verkstaðarplássum og
veit um, tá tey siga seg stuðla formanninum í hansara herferð móti sínum egnu starvsfólkum? Og tá ið nú Jan Højgaard sigur seg hava tagnarskyldu í hesum máli, útfrá hvørjum kriterium hevur so Samtak tikið [...] ákæru um, at aðrir persónar hava skriva alt tað rúgvusmikla tilfar, sami maður hevur latið úr hondum? Vit skulu minnast til, at maðurin er kanska ein av okkara ídnastu skribentum. Ikki minst tá hann var blaðstjóri [...] hava verið forfardir hesum viðvíkjandi. Tær greinar, ið hava verið í bløðunum seinastu nógvu árini, eru skrivaðar av løgtings- og býráðslimum, meðan so gott sum onki er komið á prent frá vanliga borgarnum