Orðkringi floksformaður fimmti ár í dag

Í dag fyllir formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, fimmti. Hóast lutvíst unga aldurin, so er Jørgen Niclasen gamal í garði sum politikari

Í dag fyllir formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, fimmti. Hóast lutvíst unga aldurin, so er Jørgen Niclasen gamal í garði sum politikari. Hann hevur verið valdur á ting á hvørjum løgtingsvali síðani 1994, men hevði longu fast sæti á tingi í 1991, tá hann fekk sæti sum varamaður fyri Svend Aage Ellefsen, sum gjørdist landsstýrismaður í tveyflokkasamgonguni millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.

 

Hetta var tann fimta og seinasta samgonga, sum Atli P. Dam skipaði og stóð á odda fyri sum løgmaður. Javnaðarflokkurin hevði fingið eitt framúr gott val á løgtingsvalinum, sum varð skrivað út í ótíð at vera 17. november í 1991. Javnaðarflokkurin fekk tíggju fólk vald á ting, eftir at samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin hevði rent seg fasta.

 

Jógvan Sundstein, sum var løgmaður og formaður Fólkafloksins, og Atli Dam arbeiddu væl saman, og tí lá væl fyri – nú høvið beyðst á fysta sinni síðani 1950, at skipa eina tveyflokka samgongu. Við teimum 10 úr Javnaðarflokkin um og 7 úr Fólkaflokkinum, fekst meiriluti á tingi.

 

Og tá Svend Aage Ellefsen gjørdist landsstýrismaður – og tí legði tingsessin frá sær í Vága valdømi, so lá politiska virkisleiðin hjá Jørgeni Niclasen opin. Hann tók av kjansinum.

 

Men á vári í 1993 kom kinkur í samstarvið millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkinum. Marita Petersen hevði tikið við sum forkvinna í Javnaðarflokkinum og løgmaður. Hon gav Fólkaflokkinum durafjórðingin og skipan nýggja samgongu saman við Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum – og Jørgen Niclasen reyk tá úr tinginum – fyribils, sum tað vísti seg at vera.

 

Á løgtingsvalinum í 1994 bleiv Jørgen Niclasen fyrstvaldur á listanum hjá Fólkaflokkinum í Vága valdømi. Hann fekk 114 atkvøður – og harvið 27 fleiri enn Svend Aage Ellefsen, sum hevði havt tingsessin síðani 1980, og hesaferð fekk 87 atkvøður.

 

Jørgen Niclasen er sonur Hervør og Niclase Niclasen í Sørvági. hann er giftur Annelenu Vest Niclasen, sum er dóttir Áslu og Julius Joensen úr Hvalvík. Jørgen og Annelena eiga børnini: Linda (f. 1993), Ásvør (f. 1995) og Julian (f. 2001).

 

Jørgen Niclasen hevur studentsprógv úr Hoydølum frá 1988

 

Hann er valdur á ting øll valini síðani 1994. T. v. s. í 1998, 2002, 2004, 2008, 2011 og 2015. Hann gjørdist formaður í Fólkaflokkinum í 2007. Hann setti fyrstu ferð fótin innan tinggátt longu sum 20 ára gamla í 1989 sum varamaður nakrar dagar fyri Svend Aage Ellefsen.

 

Umframt løgtingssissin hevur Jørgen Niclasen fleiri ferðir verið landsstýrismaður. Fyrstu ferð, tá hann tók við, eftir John Petersen legði frá sær sum fiskimálaráðharri í 1998.

 

2003 varð Jørgen Niclasen feldur sum landsstýrisamður. Tað vóru Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, og Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, sum løgdu fram misálitisuppskotið.

 

Grundgevingarnar vóru ein úrskurður hjá kanningarstjóra, sum hevði kannað embætisførsluna hjá Jørgeni Niclasen í sambandi við umlegging av lánum til fjarfiskiflotan.

 

Undir orðaskiftinum um misálitisuppskotið kom fram, at Tjóðveldi ætlaði at atkvøða fyri misáltinum, og tí varð Jørgen Niclasen, sjónliga harmur um støðuna, noyddur at leggja fær sum landsstýrismaður. Hetta var tann 14. januar í 2003.

 

Jørgen Niclasen kom tó aftur í landsstýrið tvær ferðir. Fyrru ferð í 2008, tá hann gjørdist uttanríkisráðahrri í seinnu CHE samgonguni. Hann legði tó brádliga frá sær sum landsstýrismaður 19. januar í 2011, tí – sum hann segði – »tað var ikki sambæriligt at sita sum floksformaður og landsstýrismaður samstundis«. Øllum mundi vera greitt, at hetta var ein umbering fyri okkurt annað, sum hann ikki vildi siga, tí longu sama ár, 14. november í 2011, tekur hann við krevjandi uppgávuni sum landsstýrismaður í fíggjarmálum – samstundis sum hann varðveitir formanssessin í Fólkaflokkinum.

 

Í sínum borgarliga yrki hevur Jørgen Niclasen verið stjóri í familjufyritøkuni N. Niclasen í Sørvági og verið stjóri á saltfiskavirki.

 

Hóast »bara« 50 ára gamal hevur Jørgen Niclasen 27 ára royndir í poltikki. Hann kann halda fram nógv ár afturat, tí í løgtinginum eru minst seks mans, sum hava aldur at vera pápi hansara – tann elsti er Poul Michelsen sum næstan 25 ár eldri enn Jørgen Niclasen.

 

Sum formaður í Fólkaflokkinum er Jørgen Niclsen alternativið til Aksel V. Johannesen sum løgmann. Skal hann gerast løgmaður, so verðurí eini samgongu við Sambandsflokkin – og so er ein fortreyt sjálvsagt, at Fólkaflokkurin verður størri enn Sambandsflokkurin. Tað benda allar veljarakanningar á í løtuni, men fyri tað er einki avgjørt.

 

Aksel V. Johannsen hevur gjørt greit, at Javnaðarflokkurin ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin, og Tjóðveldi er eftir øllum sólarteknum ikki til reiðar enn at fara í samgongu saman við Fólkaflokkin og skipa eina fullveldissamgongu. Men tað kann eisini skjótt broytast.

 

Jørgen Niclsen er sera orðkringur. Eingin setir hann fasta, hann veit altíð hvat hann skal siga. Tað er ein góður eginleiki at hava í politikki, serliga á veljarafundum og í kjakum upp undir val. Men kynstrið er eisini at duga at steðga aftur og taka tingini meira í álvara. Har kundi Jørgen Niclasen lært nakað, fyri at verða tikin meira í álvara av sínum mótstøðufólki.

 

Hvussu leikur fer, verður tíðin at vísa. Enn er einki sum bendir á, at val verður skrivað út fyrr enn til ásettu tí. Tað kann skjótt broytast, um okkurt stríð verður. Orrustan um formanssessin í fíggjarnevndini kann skjótt mennast til eitt slíkt mál, um løgmaður ikki fær bilbugt við teirri støðuni.

 

Og tá kann politiska leiðin hjá Jørgen Niclasen út í Tinganes liggja greið.

 

Hiðan ynskja vit Jørgen Niclasen hjartaliga tillukku við fimmti ára degnum.